Tey settu búgv á Hvítanesi í 1837 – 107 fólk búgva í bygdini

Kollfirðingarnir førdu tilfarið til húsini við árabáti úr Kollafirði. (Mynd Vagnur)

Tá ið tú spákar millum húsini á Hvítanesi, sæst ikki nógv frá tíðini, tá ið fimm menn í 1837 fingu frá Pløyen amtmanni loyvi at seta seg niður á Hvítanesi. Á Hvítanesi var um tað mundið nógv bátaferðsla framvið, og tað hendi stundum, at bátar máttu seta upp har. Talan vóru um árabátur úr Kalbak, úr Sundalagnum og av Skálafjørðinum ávegis til Havnar. Amtmaðurin Pløyen sá týdningin, at fólk komu at búgva á Hvítanesi, tí long leið var av Hvítanesi til Hoyvíkar og til Havnar, og eingin var at taka ímóti fólki, sum mangan vóru noyddust at seta upp á Hvítanesi.

Sigandi mynd niðra á lending, tá bara smáir árabátar vóru til at taka. (Mynd Nýbýli)
Sigandi mynd niðra á Lending, tá bara smáir árabátar vóru til at taka. (Mynd Nýbýli)

Trupulleikin hjá amtmanninum var, at Hoyvíksgarður átti alt lendið har um leiðir. Skuldi Hvítanes gerast niðurseturbygd, mátti lendið ognartakast frá Hoyvíksgarðinum. Amtmaðurin sjálvur slóðaði fyri, at fýra kollfirðingar og ein lambamaður sluppu at seta seg niður á Hvítanesi í 1837. Teir fingu í fyrsta umfari lendið sum leigutraðir og sluppu at skera torv í Hoyvíkshaganum. Teir fingu eitt fýramannafar og eitt áttamannafar frá landinum, men ein treyt var, at áðrenn teir fóru at byggja sær hús, máttu bøgarðarnir gerast. Tí gjørdu teir sær fyrst lítið hús niðri í Mølini, hús, sum varð laðað upp av gróti og flagi.

Hvítanesfólk livdi av jørðini, útróðri og so vóru teir megnar handverkarar. (Mynd Vagnur)
Hvítanesfólk livdi av tí, jørðin gav, útróðri og so vóru teir megnar handverkarar. (Mynd Vagnur)

Lambamaðurin æt Poul Jensen, og kollfirðingarnir itu Dánjal Pedersen, Díðrikur Didrichsen, Jógvan Joensen og Jákup Poulsen. Eg havi lisið einastaðni, at kollfirðingarnir fluttu tilfar til húsini úr Kollafirði við árabáti, og á gomlum myndum sæst, at talan er um rúgvumikið tilfar at flyta við lítlum árabáti. Grundir vórðu laðaðar upp, og húsini høvdu flagtekju. Tá ið bøgarðarnir vóru laðaðir, fóru menninir í hvør sínum lagi at byggja sær hús. Bygd vórðu fýra hús undir einari lon, sum verður kallað Niðri í Túni, og tvey hús undir einari lon Uppi í Túni, sum gomlu myndirnar eisini vísa.

Gomul bygdarmynd. Uppi í Túni eitur staðið. (Mynd Nýbýli)
Gomul bygdarmynd. Uppi í Túni eitur staðið. (Mynd Nýbýli)

Eingin ivi er um, at niðursetubygdin Hvítanes var ikki komin tá, hevði amtmaðurin Pløyen ikki veitt monnunum so dyggan stuðul, tí hann slóðaði sjálvur fyri, tá ið søkjast skuldi um stuðul til ymist til nýggju niðursetubygdini. Sum sæst á gomlum myndunum, var ikki rúmsátt í húsunum, men fólkini tá kravdi ikki so nógv. Tey høvdu kúgv, velti epli, høvdu dunnur, hønur og seyð, og so róðu menninir út við serliga góðum áttamannafari, sum segðist at vera sjáldsama góður bátur. Eg havi lisið mær til, at hvítanesmenn vóru eisini ótrúliga góðir smiðir bæði til træ og jarn, og eitt skifti vóru fýra smiðir á Hvítanesi.

Gomul bygdarmynd. Staðið er Niðri í Túni. Uppi í Túni og Niðri í Túni bygdu tey sær fyrstu húsini. (Mynd Nýbýli)
Gomul bygdarmynd. Staðið eitur Niðri í Túni. Uppi í Túni og Niðri í Túni bygdu tey sær fyrstu húsini. (Mynd Nýbýli)

Sum unglingi í Havn vist eg væl, hvørji fólk búðu á Hvítanesi, sum í okkara ungdómseygum var fjarskotin bygd. Koyrandi var til Hvítanesar, men ikki alla leiðina til Kalbaks. Hetta var ikki fyrr enn í 1984. Nógv hvítanesfólk fingu av okkum øðrum navnið á Hvítanesi aftrat fornavninum. Eg kendi væl javnaldran Marius Joensen Marius á Hvítanesi, sum hann varð róptur. Eisini kunnu vit nevna familjuna hjá Dánjali Paula á Hvítanesi, sum átti rækjubátin Hvítanes. Abbi hansara Petur var uppvaksin á Hvítanesi og eisini handilsmaðurin Sigurd Danielsen. Eg kendi eisini Almu Skarðhamar, sum var uppvaksin av Hvítanesi og øll í Nybofamiljuni bara at nevna nøkur nøvn. Og ikki má gloymast Martin Joensen, sála, sum var formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag og eisini sat í løgtinginum fyri Javnaðarflokkin.

Her síggja vit Uppi í Túni og Niðri í Túni, men lítið og einki sæst av tí gamla. (Mynd Vagnur)
Her síggja vit Uppi í Túni og Niðri í Túni, men lítið og einki sæst av tí gamla. (Mynd Vagnur)

Eg spurdi ein eldri hvítanesmann, hvørji tey 107 fólkini eru, sum nú búgva á Hvítanesi vitandi um, at nógv fólk búgva í bygdini, sum einki tilknýti hava til teir fimm niðursetumenninar. Hann segði mær, at nakrir eftirkomarar eftir teimum fimm monnunum búgva framvegis í bygdini, men eisini nógvir “nýggir” tilflytarar. Hann segði mær, at hann mintist sum ungur, at tað gekk striltið at fáa ljós niðan á Hvítanes, og ljósið kom ikki fyri enn í 1960, og tá høvdu hoyvíkingar fingið ljós miðskeðis í 50 árunum.

Gjógvin vendir út í opið hav, og tá ið hann er av serliga eystir, stendur brimið í klettin. (Mynd Vagnur)
Gjógvin vendir út í opið hav, og tá ið hann er av serliga eystir, stendur brimið í klettin. (Mynd Vagnur)

Hvítanes er brimpláss

Henda dagin eg var á Hvítanesi var kyrt í Gjónni og í Akkersvík, víkin sum vendir norðureftir ella rættari sagt út í Tangafjørð. Hvítanes er brimpláss, og er hann eystan ella landsynningur í ættini, stendur brimið í klettin, og eingin møguleiki er at koma inn í Gjónna. Er kyrt og ættin til vildar, kann ´smábátur liggja í Gjónni, men annars vóru bátarnir altíð drignir niðanfrá. Á Hvítanesi bardust tey harðan dyst til tess at varðveita skúlan í bygdini, men fyrst í 1990-árunum varð skúlin niðurlagdur, og børnini fóru til Hoyvíkar at ganga í skúla. Skúlin á Hvítanesi verður í dag brúktur sum bygdarhús, har sparkivøllur er í túninum.

Hvítanesfólk stríddust at varðveita skúla í bygdini, men fyrst í 90-árunum fóru børnini til Hoyvíkar í skúla. (Mynd Vagnur)
Hvítanesfólk stríddust at varðveita barnaskúla í bygdini, men fyrst í 90-árunum fóru børnini til Hoyvíkar í skúla. (Mynd Vagnur)

Hvítanes var saman við Hoyvík og Argjum í Tórshavnar uttanbíggja kommunu, men um 1980 komu hesar bygdirnar undir Tórshavnar kommunu. Hvítanesmaðurin segði mær eisini, at nógv nýggj hús verða ikki bygd á Hvítanesi, tí torført er at fá grundøki. Nú eru nógv ár eru síðani, at fleiri nýggj hús komu við Gerðisveg, hetta er vegurin næst landsvegnum. Undir landsvegnum sunnanfyri bygdina var fyri fáum árum síðani stórt virksemi, tí fleiri hús skuldi byggjast har. Men arbeiðið steðgaði brádliga, tí fyritøkan, sum stóð fyri arbeiðinum, fór á húsagang. Hvítanesmaðurin segði mær eisini, at fyritøkan hevði ikki fingið endalig byggiloyvi til húsini. Hann heldur, at fólk lupu frá sáttmálunum, tí húsini komu at standa alt ov nær sjónum.

Hvítanes er partur av Tórshavnar kommunu, men hóast tað er Hvítanes enn ein bygd við sínum eyðkennum, sum hvítanesfólk framvegis vilja varðveita. Bygdin fylti í fjør 175 ár, men einki hátíðarhald varð hildið. Tá ið Hvítanes fylti 150 ár í 1987, gav Tórshavnar kommuna út lítlan bókling Nýbýli Hvítanes 150 ár. Tíðirnar broytast, og tær broytast skjótt. Nógv ferðsla er á landsvegnum, og nú er nógv rumbul um Eysturoyartunnilin, sum einaferð kemur. Høvdu teir fimm fyrstu niðursitumenninir vita um alla broytingini, sum fór at koma, tá ið teir gjørdu av at seta seg niður á Hvítanesi í 1837.

Møguleikin hjá bátum var eisini at seta upp í Akkersvík vendir út í Tangafjørð. (Mynd Vagnur)
Møguleikin hjá bátum var eisini at seta upp í Akkersvík vendir, sum vendir út í Tangafjørð. (Mynd Vagnur)

Eins og í øðrum plássum í Føroyum eru hvítanesfólk ikki sloppin undan álvarsligum vanlukkum. Tveir syrgiligar bátsvanlukkur havi eg lisið um, og tann eini hendi umleið í 1912. Onnur vanlukkan henda, tá ið fýra mans vóru farnir at fiska goggur í Kalbaksfirði. Teir vóru staddir við Høvdan á Sundi, tá ein glaða kom og tók bátin um. Tríggir mans druknaðu og ein maður bjargaðist. Hin vanlukkan hendi, tá ið ein abbi var farin í bát við fýra abbabørnum. Í bygdini hoyra tey róp, og menn fara í bát og rógva ímóti rópunum. Hetta var seint á kvøldi, og tað var myrkt. Tá síggja teir tríggjar unglingar, sum vóru komnir upp á kjøl. Menninir fingu bjargað teimum trimum, men abbin og ein fjúrtan ára gomul genta sóust ikki aftur. Tíverri doyði ein av teimum, sum var komin upp á kjøl, tí tað var langt til Havnar, og drongurin kom ov seint undir læknahond. (Vagnur)

Við Gerðaveg eru nógv nýggj hús bygd. (Mynd Vagnur)
Við Gerðisveg eru fleiri nýggj hús bygd. (Mynd Vagnur)

 

 

 

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply