Nøkur orð um Niels í Heiðunum og Westward Ho ferðina til Danmarkar í 1968

Niels í Heiðunum (1885 – 1974) og Mia (1887 – 1970) áttu tólv børn, og her eru øll á myndini saman við foreldrunum. Aftast frá vinstru: Bergit, Ásmundur, Nina, Petur, Eirikur, Hans Andreas, Hildur, Leivur og Mimmi. Fremst frá vinstru Niels Jákup, Elly, Mia, Niels og Brynhild.

Sum smádrongur kom eg nógv í Tórsgøtu, tí omma mín Amanda búði har, og tá omma doyði í 1960, tók Eiler pápabeiggi yvir húsini. Nærmasti grannar suðureftir vóru Niels Nielsen róptur Niels í Heiðunum og konan Anna Maria rópt Mia av Argjum. Serliga við húsunum var, at seglvirki var í uppíbygdu húsunum, og tú merkti tjøruangan um næsarnar, hvørjaferð tú komst framvið húsunum ella á gátt. Niels var stórur maður, og eg síggi hann fyri mær á seglvirkinum við nál í hond og segli í fanginum.

Húsini hjá Niels í Heiðunum og Miu. Seglvirkið var í niðaru hædd í í uppíbygninginum. Húsini hjá abba og ommu vóru nærmstu grannar niðaneftir. (Vagnur)

Leivur sonur Niels í Heiðunum var útbúgvin seglmakari, og abbasonurin Høgni Krossteig lærdi eisini til seglmakara í Tórsgøtu. Seglvirkið og Westward Ho komu at hava nært samband, tá sluppin kom til Havnar av Tvøroyri í 1965. Høgni var eisini við minniligu ferðina, tá sluppin sum deyðsiglari gjørdi ferð til Danmarar í 1968, og Høgna havi eg tosað við.

Niels í Heiðunum var føddur í 1885 í Saltangará og kom til Havnar at búgva í 1908. Í 1932 letur hann upp egið seglvirki, og fyrstu árini helt hann til úti í Skeiva pakkhúsi, til hann í 1942 flutti virkið heim í kjallaran hjá sær sjálvum í Líðasgøtu síðugøtu til Tórsgøtu.

Høgni og Leivur til arbeiðis á seglvirkinum. Báðir er útbúnir seglmakarar og fingið sveinabræv í Danmark.

Um hetta mundið var ørgrynni at gera, tí so nógvar sluppir vóru kring landið og segl at seyma og nógvar vóru umvælingarnar. So nógv var at gera, at menn fóru úr Havn til Suðuroyar at seyma segl. Niels í Heiðunum var ikki sjálvur útbúgvin seglmakari, men tað var sonurin Leivur, sum gjørdi sveinastykki í Danmark.

Niels í Heiðunum (1885 -1974) umborð á Westward Ho ávegis til Danmarkar í 1968.

Høgni Krossteig abbasonur Niels í Heiðinum lærdi til seglmakara hjá abbanum frá 1. september 1966 til 1970 og fekk sveinabrævið í Skive tekniska skúla. Tá ein sluppgrunnur í Havn ynskti at varðveita føroyska slupp, gjørdist seglvirkið hjá Niels í Heiðunum stórur viðspælari í sluppætlanini. Sluppgrunnur var settur á stovn, og har vóru millum annað Niels í Heiðunum, Debes Christiansen, Páll Nolsøe, Leivur Lützen og aðrir í hesum grunni.

Stór mannamúgva var á bryggjuni at siga farvæl, tá deyðsiglarin skuldi til Danmarkar. Vit síggja Niels í Heiðinum og Debes Christiansen á dekkinum.

Teir fingu eyguni á slupp á Tvøroyri, og tá menn fóru til Tvøroyrar eftir sluppini í 1965 var Høgni Krossteig abbasonur Niels í Heiðunum við á ferðini. Hann greiðir frá, tá teir riggaðu til sluppina, og tá hann var við á ferðini, tá Westward Ho sum deyðsiglari i 1968 helt leiðina til Danmarkar. Og Høgni sigur soleiðis:

– Eg var fimtan ára gamal, tá vit í 1965 fóru til Tvøroyrar eftir Westward Ho, har hon hevði ligið við bryggju í fleiri ár. Greitt var, at stórar umvælingar máttu gerast, og tá var talan bæði um nýggj segl og tóma og annað, og lastin skuldu innrættast soleiðis, at menn kundu húsast har.

Veðrið var ikki til vildar við ov lítlum vindi, tí mátti Reyðikrossur sleypa sluppina út um landgrunnin, og so bar til.

– Okkara uppgáva var í fystu syftu at seyma segl, men umstøðurnar hjá okkum vóru ikki nóg góðar til øll seglini á lítla seglvirkinum, tí vóru nøkur segl seyma í Klaksvík. Alt kostaði jú nógvan pening, og hetta tóku teir í sluppgrunninum sær av. Millum manna var stórur áhugi fyri sluppini, og tá sluppin var riggað til eftir strevið stríð, riggaði sluppin ómetaliga væl, og øll væl nøgd. Menn spældu skjótt við tonkunum at fara til Danmarkar at vitja í Esbjerg, har skipaðn var fyri hundrað ára hátíðarhaldið fyri tá nýggja havnarlagnum,  sigur Høgni. Og tankarnir gjørdust til veruleika.

Sluppin bar seg væl og veðrið var hampuligt allan vegin til Danmarkar.

– So kom dagurin til fráferðina 21. apríl 1968 um morgunin, tá loysast skuldi. Sluppin hevði jú ongan motor, men umborð vóru menn, sum høvdu siglt við seglum, men trupulleikin var, at veðrið fyrstu dagarnar var alt annað enn gott at sigla við seglum, og vit sluppu ikki av fetanum. Nógv fólk vóru á bryggjuni at heilsa upp á og siga farvæl, og Útvarp Føroya fylgdi fráferðini. Og tá fólk vaknaðu morgunin eftir, var fyrsta, tey hugsaði um, hvar Westward Ho mátti vera stødd. Men har var einki at gera, og tí vit mátti fáa sleiparin hjá Tórshavnar Skipasmiðju sleipa sluppina eystur um Nólsoynna.

Teir veittra farvæl, tá farið var út um Molan. Niels í Heiðunum uttast til høgru.

Týsmorgunin var sama skilið, og tá lógu vit út fyri Skopun. Vit máttu senda boð eftir Reyða Krossi at sleypa okkum út á landsgrunnini, og tá bar til. Ferðin til Danmarkar tók tólv/trettan dagar, og fyrsta landið vit sóu var pláss í Norra, har vit so hildu leiðina víðari til Esbjerg, har vit vóru væl móttikin. Hundrað ára hátíðarhald var í Esbjerg, tí í 1868 var stór politisk stig tikin at byggja nýggja aljtóða havn í Esbjerg,  Heimferðin hjá Westward Ho tók eisini tólv trettan dagar, og vit sóu land 17 mai eftir hesa minniligu ferðin, sigur Høgni at enda.

Westward Ho var bygd í Grimsby í 1884. Sluppin varð keypt til Føroya í 1895 og var heimahoyrandi á Tvøroyri. Sluppin fekk ikki motor fyrr enn í 1920, og tá sluppin kom til Havnar var eingin motorur í sluppini, men eftir nøkur ár settu menn motor í Westward Ho. Í løtuni stendur sluppin á sleipistøðini hjá Mest í Havn, har nakrir plankar vera skiftir. Myndirnar frá Danmarkarferðini fekk eg frá Høgna Krossteig. (Vagnur)

Eftir tólv/trettan samdøgur lá Westwart Ho við bryggju í Esbjerg. Stór var móttøkan og áhugin stórur fyri sluppini teir fimm dagarnar í Esbjerg.

Uppískoyti: Westward Ho vitjaði summarstevnurnar

Tá Westward Ho kom aftur av Danmarkarferðini, vóru boð eftir sluppini at vitja summarstevnurnar kring landið. Hetta var lættari sagt enn gjørt, tí lætt var ikki at sigla millum oyggjarnar við ongum motori, og mangan var tørvur á sleipi. Fekk nakrar myndir frá Høgna Danielsen, ti hann var við sluppini, tá hon vitjaði á varmakeldu. Haldi, at fólk skulu síggja hesar myndir tí Niels Heiðunum er eisini á myndunum. Stevnusluppin róptu summi fólk Westward Ho hetta árið. Niels í Heiðunum andaðist í 1974.

Um Westward Ho er at siga, at Tórshavnar kommuna ognaði sær sluppina í 2005, og áhugabólkur rekur sluppina. Sluppin er í góðum standi, men umvælingar skulu altíð gerast. Ì løtuni stendur hon á sleipistøðini hjá Mest, har nakrir plankar skulu skiftast. Westward Ho er prýði fyri Havnina, og frálíkt, at tað eru fólk, sum sýna sluppini stóran áhuga. Hetta er jú partur av okkara siglingarsøgu. (Vagnur)

Frá vinstru Niels í Heiðunum, Jónleif Joensen, ? og Debes Christiansen.
Frá vinstru: Niels í Heiðunum, Jónleif Joensen, Høgni Danielsen og Debes Christiansen
Ymsir menn ávegist til Fuglafjarðar, og her Jónleif Joensen og Høgni Danielsen.

 

 

Høgni Danielsen í messunum umborð á Westward Ho.

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply