Í seinnu greinini um Faroe Boys leita tankarnir fyrst í Sjónleikarhúsið miðskeiðis í 1960-árunum. Stúgvandi fult av fólki inni í Sjónleikarhúsinum og nógv fólk uttanfyri og lýddu á, meðan tey hugdu gjøgnum vindeyguni upp á pallin. Har stóðu Robert McBirnie, Bjarni Skaalum, Kári Mouritsen, Jógvan Sofus Vágsheyg og Jógvan Dahl væl ílatnir og spílaðu seg út. Hetta var seinasta manningin í Faroe Boys, sum góvust at spæla í 1967. Í 1988 fóru teir aftur á pallin í Aftur í 60-árini, og fólk streymaðu úr øll landinum í Høllina á Hálsi.
Sum skrivað var í fyrru greinini um Faroe Boys, var fyrsta manningin frá 1961 Bjarni Skaalum, Tummas Juul Askham, Milson Zacahariassen, Tummas Nielsen og Dánial Petur Djurhuus. Í 1963 vóru Milson, Tummas Juul og Dánial Petur givnir í bólkinum, og í teirra stað komu Trygvi Restorff at spæla trummur, Kári Mouritsen bass, Atli Hansen solo guitar og Robert McBirnie gjørdist forsangari. Fyrstu manningina minnist eg ikki, men manning nummar tey minnist eg væl, tí nú var eg farin at ganga í dans.
Í 1965 skifti manningin aftur, tí Atli Hansen var nú útbúgvin lærari og flutti aftur til Fuglafjarðar. Jógvan Sofus Vágsheyg setti seg við trummurnar, uttan iva tí Trygvi spældi jú eisini trummur í Gogguni. Jógvan Dahl, sum eins og Atli Hansen var úrmælingur við guitaranum, kom at spæla solo. Ein øðrvísi stílur kom í bólkin, tí nú vóru allir í hvítari skjúrtu, vesti og terylenbuksum. Amboðini vóru betri og sanganleggið nýtt.
Í 1964 og 1966 løgdu Faroe Boys leiðina til Íslands, har teir beinanvegin í fjølmiðlunum vóru róptir føroysku beatlarnir. Faroe Boys vóur bornir á lógvum í Íslandi, nógv fólk komu at lýða á, og teir í Faroe Boys væl umtóktir. Í 1967 góvust Faroe Boys at spæla. Tað eydnaðist tíbetur Faroe Boys at geva út eina LP-plátu, og nógvar upptøkur við Faroe Boys eru í goymsluni hjá Kringvarpinum.
Um tjúgu ár seinni komu vit at uppliva Faroe Boys í tiltakinum Aftur í 60-árini, sum fór av bakkastokki í apríl mánaði í 1988. Eg minnist, at Robert McBirnie, Robert Magnussen og Andreas Højgaard frá Twilight og eg sótu í stovuni hjá okkum og prátaðu um, hvussu tiltakið Aftur í 60-árini skuldi skipast. Twilight átti amboðini, og Neistin hevði gjørt avtalu við Cream Crackers, Faroe Boys og Twilight um at spæla í høllini fríggjakvøldið 19. apríl 1988. Vit gjørdu av at seta upp borð í høllini og ikki selja ov nógv atgongumerki, tí fólk skuldu hava pláss at dansa.
Tá vit byrjaðu at selja atgongumerki í forsølu, vóru tey 1000 atgongumerkini skrødd burtur næstan sama dag, tey komu sølubúðirnar. Vit gjørdu skjótt av at endurtaka tiltakið leygarkvøldið 20. apríl, men trupulleikin var halgidagslógin. Haldi, at vit fingu langan snór frá løgregluni, tí dansað varð til klokkan tvey um náttina. Fólk komu allastaðni frá úr Føroyum og útselt var bæði kvøldini.
Mest áhugaverda við Faroe Boys var, at bólkurin var væl mannaður og heilir tríggir trummusláarar vóru á pallinum í 1988. Har vóru Trygvi Restorff, Jógvan Sofus Vágsheyg og Tummas Juul Askham. Trygvi var ikki ein av manningini hetta kvøldið, men kom tó á pallin og spældi nøkur løg. Tummas Nielsen var komin úr Sumba, Milson Zachariasen var har, og so allir frá seinastu manningini: Robert McBirnie, Kári Mouritsen, Jógvan Dahl og Bjarni Skaalum. Fantastiskt upplivilsi at síggja Faroe Boys aftur á palli og ikki at gloyma Cream Crackers. Faroe Boys spældu Aftur í 60-árini í 1988, 1991, 1993, 1995 og 1997. Vit góvust við Aftur í 60-árini í 2007.
Aftur í 60-árini var eitt so væl umtókt tiltak, at vit í Neistanum fyrireikaðu tiltakið í tjúgu ár á rað. Í 1992 og næstu árini var eisini undirhald og mótasýning um midnáttarleiti. Kann nevna, at eini hundrað fólk vóru til arbeiðis bæði kvøldini. Her var talan um tónleikarar, hjálparfólk, frisørar og onnur neistafólk. Vit vóru so væl mannað, at tað tók bara tveir tímar, so var høllin ruddað.
Í hesi greinini vil eg vegna Neistan takka Faroe Boys og hinum tónleikabólkunum fyri ógloymandi minni í høllini á Hálsi í tjúgu ár. Nú royni eg at savna tilfar um tónleikabólkarnar, sum vóru við í tiltakinum hesi tjúgu árini. Faroe Boys eru fjórði tónleikabólkur, eg skrivi um. Havi skrivað um Cream Crackers, Islanders og Enjoyers, men fleiri eru eftir at skriva um. (Vagnur)