Í Føroyum liva tit í “Paradís” í mun til okkum í Brasilia

Kvinnan býr í ..
Kvinnan býr í statinum Santa Catarina, og búgva um átta milliónir fólk í statinum. Býurin eitur Joinville.

Fyri nítjan árum árum árum síðani fekk eg mær vangamynd á Facebook, men rúm tíð gekk, til eg gjørdist vinur við nakran. Visti ikki rættiliga, um eg tímdi slíkt. Men so helt eg, at kanska tímdu fólk at lesa tað, eg skrivaði á heimasíðuni, og tí vildi eg gerast vinur við fólk, sum ynsktu at gerast vinur við meg. Segði “ja” til mest sum øll, og nú eru vinirnir á Facebook eini 1200 fólk eisini nakrir útlendskir vinir. Eg kom at fáa samband við eldri brasilska kvinnu, sum hevði áhuga í føroyskum viðurskiftum.

550.000 fólk búgva í Joinville.
550.000 fólk búgva í Joinville.

Hon dugir ikki enskt og sjálvandi ikki føroyskt, og skuldi eg skriva til hana, mátti eg fyrst skriva á donskum, og so fara á Google at umseta tekstin til portugisiskt, sum eg ikki dugi. Kom at minnast aftur seinast í 1960-árini, tá ein bilmekanikari, sum eg arbeiddi saman við hjá Vilhelmi Nielsen, tosaði við fólk allastaðni í Europa. Maðurin var radioamatørur og hevði 50 watt sendara bæði í bilinum og heima við hús. Tá var eingin alnót, Google ella Tvitter og eingin fartelefon.

Stórur stættarmunur er í Brasilia, har tað kostar at koma til l
Stórur stættarmunur er í Brasilia, har tað kostar at koma til lækna og á sjúkrahús.

Men aftur til brasilsku kvinnuna. Øtist, tá hon greiddi mær frá stættarmuninum. Hon hevur búksjúku, men hevur ikki ráð at leggja seg undir skurð. Tá eg sigi henni, at í Føroyum er ókeypis at koma til lækna og ókeypis at fáa viðgerð á sjúkrahúsi, sigur hon: Tit líva í einum paradísi, tí vit mugu sjálvi gjalda bæði læknaviðtalu og møguliga skurðviðgerð. Tey, sum er múgvandi, hava ráð til lækna og sjúkrahús, men tey fátæku hava ikki ráð, sigur kvinnan. Vit hava í sjónvarpi sæð stættarmunin í Brasilia, har stórir fátækabýir síggjast millum háhúsini í útjaðaranum í stóru býunum. Hús bygd av blikkplátum. Øgiligur stættarmunur.

Stóra fjøldin er ónøgd við, at landsins leiðarar brúka ov nógvan pening til karneval, fótbólt og onnur spøl.
Stóra fjøldin er ónøgd við, at landsins leiðarar brúka so nógvan pening til karneval, fótbólt og onnur spøl.

Brasilianska kvinnan tekur soleiðis til: – Tú veitst, at her í Brasilia havi vit vánaligt almennaverk. Landsins leiðarar hugsa meira um fótbólt, spøl og karneval, og tí líður fólkið. Alt ov nógv fólk eru stúgva saman á sjúkrahúsum bæði ung og eldri fólk. Mánaðarlønin hjá einum arbeiðara er 650 dollar um mánaðin, men tað velst um útbúgvin. Tildømis læknar og verkfrøðingar fáa góða løn, meðan fólkaskúla- og studentaskúlalærar eru láglønt fólk. Sonur mín er lærari, og hann má eisini hava onnur arbeiði  til tess at forvinna til lívsins uppihald, sigur brasilska kvinnan at enda. (Skrivað í 2015)

 

 

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply