Altíð áhugavert at koma oman á Vestaru bryggju, tí har er altíð okkurt nýtt at sjá. Tá norska skipið Haltbakk Star í farnu viku legði at bryggja við ”Ískaina” í Havn, gjørdist tú forvitin at vita, hvat skipið gjørdi í Føroyum. – Jú, umborð vóru 900 tons av olju, sum skuldu bunkrast umborð á skipini hjá P/F Thor.
Umboð frá Thor var eisini á bryggjuni, og eg spurdi, hví tey ikki heldur keyptu oljuna frá Effo ella Magn. Svarið var einfalt. – Oljuna keypa vit úr Noregi, frakta hana til Føroya og so umborð á skipini hjá okkum, segði umborðið hjá Thor.
Hetta má vera eindømi, at reiðarí keypur olju uttanlands á henda hátt og er nýtt í føroyskum høpi. Uttan iva ógvuliga skilagott, tí alt stendur og fellur jú við at minka um útreiðslurnar hjá skipunum. Og oljan er heilt stórur viðspælari í ársrokniskapinum.
Umboðið frá Thor segði mær eisini, at Thor fyritøkan hevur í mong ár bunkrað skip úti í heimi, ja, heilt frá 2004. Fyritøkan hevur bygt seks skip til endamálið sum veita olju umborð á skip í hundrað londum.
– Hetta er so roynd at bunkra okkara skip á henda hátt og er betri fyri umhvørvið í staðin at koyra við bilum millum goymslur og skip við bryggju, segði umboðið hjá Thor
Annars minnast vit sum ung, tá russisk skip vóru bunkrað í Nólsoyarfirði frá russiskum oljubáti. Minnast eisini oljubátin Stathav hjá Effo sum sigli millum okkarnar við olju og eisini bunkraði føroysk skip.
Men hendingin í farnu viku er søgulig ella rættari sagt nýhugsan, at reiðarí keypir olju uttanlands at bunkra skip við bryggjur í Føroyum. Sum eg skilji hesuferð fyrst og fremst talan um trolararnar hjá Thor Kappan, Ran og nótaskipið Hoyvík.
Norska veitingarskipið Haltbakk Star er bygt í 1975, og tað er oljufelagið Haltbakk Bunkers í Kristiansand í Noregi sum eigur skipið. Skipið hevur verið viða um síðani 1975, har eigarnir hava verið nógvir.
Tú kundi at enda spurt, hvat Effo og Magn siga, at Thor nú gongur nýggjar leiðir at bunkra síni skip. Sjálvandi má tað vera bæði tryggari og betri fyri umhvørvið og trygdina at bunkra skip á henda hátt í staðin fyri at koyra óteljandi ferðir í gøtunum at bunkra skipini. Nevnast kann eisini, at stóru ferðamannaskipini, Natoskip og stór skip bunkra ikki við bryggju í Føroyum men uttanlands millum annað nógv í Ìslandi. Eingin ivi, at her er serliga talan um trygd og umhvørvið.
Annars segði onkur á ”Ìskaini” henda dagin, at tað er bara gott, at kapping er um at selja olju til føroyingar. (Vagnur). Skrivað 9. septembbur 2024).