Eri komin nógv oman í Álaker, og tað var við sorgblídni, at hetta skuldi gerast bátapláss til umleið 240 bátar. Økið við Álakar hevur nú í nógv ár verið stórt arbeiðspláss, tí H-bygningurin við Landssjúkrahúsið tók seks ár at byggja, og tunga ferðslan mátti øll gjøgnum vegin við Álaker.
Men við eitt gjørdist alt liðugt mest sum í senn. H-bygningurin, bátahavnin og bátaplássið. Økið er asfaltertað, og tað besta er, at nú er komið veruligt skil á økið, har bátar skulu umvælast. Alt er rudduligt og reint. Hetta er samarbeiði millum Tórshavnar Havn og Bátatænastuna.
Hvat inniber so hetta samarbeiðið? Reglugerð er gjørd fyri bátaeigarnar. Millum annað, hvussu leingi bátarnir kunnu standa á landi, og hetta er ókeypis fyrstu fjúrtan dagarnar, men so mugu bátaeigarnar gjalda dagsgjald. Bátar úr timbri kunnu standa nakað longri, men hesir bátar eru nú fáir í tali.
Bátatænastan hevur útvegað sær tveir vognar. Báturin verður fyrst settur á vaskipláss til endamálið og síðani fluttur á avmerktan bás, har bátar kunnu umvælast, smyrjast, skifta zinkanotur, bonast o.a. um talan er um glastrevjabátar. Vaskiplássið er væl útgjørt við serligum brunnu við vatn/olju útskiljara.
Kostnaður at taka upp bát er frá 2400 krónum alt eftir, hvussu stórur báturin er. Hetta tekur Bátatænastan sær av. Hevur tú ikki egnan trykkspulara, kanst leiga trykkspulara frá Bátatænastuni.
Tað er Bátatænastan í samráði við Tórshavnar Havn, sum skal halda økið ruddiligt. Kravt verður av bátaeigarum, at økið skal ruddast, áðrenn bátur fer á sjógv. Ja, og rokningin fyri at taka bátin upp skal eisini gjaldast. Er plássið ikki ruddað, ja, so fær bátaeigarin rokning.
Alt hetta er frálíkt. Havi fylgt økinum eitt sindur, tí eg komi har mest sum dagliga. Higartil gongst heilt væl. Økið er reint og rudduligt. Maður er settur at ansa plássinum.
Næsta takið er Argir
Okkara bátur hevur fleiri ferðir staðið á Argjum, og har er verðurgott at umvæla bát. Men skilið er mangan alt annað enn gott. Fleiri bátaeigarar fara alt ov lætt um ruddingina, ja, teir fara frá penslum, málingablikkum og øðrum frá umvælingum, sjálvt um bingjur eru á økinum til óruddið.
Frá Tórshavnar Havn verður sagt, at ynski er at fáa eins skipan á Argjum sum í Álakeri. Spennandi at fylgja við, um hetta gerst veruleiki í nærmastu framtíð. Skalt tú taka upp bát á støðni á Argjum, so má kranbilur lyfta bátin á land. Og á Argjum er einki vaskipláss gjørt til endamálið. Livst so spyrt. (Vagnur)