Gudmundur Sjúrðarson Norðbúð lærdi báta/skipasmíð í Noregi

34 ára gamli bátasmiðurin í holt við at gera alt liðugt umborð. Motorurin er ikki enn ísettur, og tí stendur húsið ikki á rætta stað. (Mynd Vagnur)

Ikki hvønn dag tú sært nýsmíðaðan seksærng í Havn, tí træbátarnir fækkast og harvið bátasmiðirnir eisini. Í tjaldi við Skipasmiðjuna stendur nýggjur seksæringur, sum Gudmundur hevur smíðað úti í Nólsoy, har hann býr.Tá Gudmundur fyrstu ferð róði kapp í 2006, fekk hann áhuga í føroyska bátinum og tess sniði. Ætlaði sær at læra til bátasmið, men fáir føroyskir bátar vera smíðaðir í Føroyum og tí bátasmiðinir fáir. Hann leitaði sær tí til Noregs at læra til bátasmið ella rættara sagt eisini skipasmíð, tí tað var tað, hann mest fekst við í Noregi. Hitti í vikuni Gudmund í tjaldinum, har seksæringurin stendur og skal gerast liðugur. Fekk orð á Gudmund.

– Sum yngri róði eg við bátum í Róðrarfelagnum Knørri og Havnar róðrarfelag fyrstu ferð í 2006. Í familjuni er fleiri handverkarar, og tað lá í kortinum, at eg ætlaði at læra til timburmann. Men í sambandi við rógvingina fekk eg áhuga í føroyska bátasniðinum, og spakuliga vaks tankin at læra til bátasmið. Men hetta var lættari sagt enn gjørt, tí føroysku træbátarnir fækkast og bátasmiðirnir við. Tí endaði eg í Frediriksstad í Noregi, har eg í fýra ár lærdi til bátasmið. Vit umvældu serliga deksbátar.

Gudmundur skal eisini umvæla deksbátin Ólav, sum sigldi millum Vestmanna og Fútaklett. (Mynd Vagnur)

– Tú spyrt um deksbátin í tjaldinum? Báturin er smíðaður í Nólsoy, har eg búgvi. Báturin er um 38 føtur og eitt sindur breiðari enn vanligir seksæringar. Støddin av bátinum var eisini smíðaður soleiðis, at hann fekk verið á verkstaðnum. Tað tók um hálvtannað ár at smíða bátin, sum Eyðun Egholm eigur. Hann ætlar at brúka bátin til ferðavinnu.

– Nakað er eftir at gera við bátin, og enn er motorurin ikki ísettur, tí stendur húsið ikki har, sum myndin vísir, sigur Gudmundur at enda. Gudmundur sigur mær eisini, at hann hevur nógmikið at gera í framtíðini, tí millum annað skal hann umvæla deksbátin Ólav úr Vestmanna. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply