Hugaligt at síggja mynd av Hans Jacob abba, sum eg ongantíð hitti

Mynd í Gongini. Hans Jacob abbi uttast til vinstru:

Úr myndagoymlu hjá Ejler Dahl Michelsen pápabeiggja fekk eg myndina omanfyri, sum fyri okkum er forvitnislig. Tá á døgum vóru ikki nógvar myndir tiknar. Myndin er serlig, tí abbi okkara Hans Jacob í Dalólavstovu (1878-1943) stendur uttast til vinstru at húsunum í leðurstylvum, koti og kolli. Vit eru stødd í Gongini. Áhugavert at síggja, hvussu menninir og dreingirnir eru klæddir. Dreingirnir í húðaskóm og bulmikli maðurin í tuflum. Hans Jacob var føddur og uppvaksin í Dalólavstovu á Reyni.

Hans Jacob var havnarmeistari árini frá 1929 til 1941.

Hans Jacob Michelsen róptur Hans Jakku í Dalólastovu)er føddur 17. november 1878 og doyði 27. feburar 1943. Hans Jakku fekk skiparaprógv 29. mars 1897, og tað varð tikið umborð á krússaranum Hejmdal.. Sum hjá allarflestu føroyingum tá var sjógvurin álitið hjá Hans Jacob. Hann var til skips við ymsum skipum millum øðrum William Martin í Rituvík og Beautiful Star í Havn. Í átta ár var hann bestimaður hjá Jens Mohr við Lalla Rookh.

Í 1906 var fyrsta árið, føroyingar vóru royndarfiskiskap í Grønlandi. Tvey skip skuldu fara: Karin hjá Napoleon í Dali í Havn og Havgásin hjá Tummasi við Kráir í Vági og Hans Jacob var bestimaður við á ferðini.

Í 1908 var danska havrannsóknarskipið Thor inni á havnini og sóknaðist eftir evnum til bátsmann. Teir vóru á veg til kanningarferð i Miðal- og Svartahavinum. Tað var Hans Jacob, sum fór við. Ferðin vardi í tríggjar mánaðir.

Tann stóri skipaflotin, vit longu høvdu fingið um aldarmótið, kravdi nógv arbeiði við seglum, so í Havn eins og í øllum størru bygdum sótu menn á pakkhúsloftum um vetrarnar og bøttu og seymaðu segl. Ein av hesum monnum var Hans Jacob. Í 1906 var hann har suðurin á Gørðunum og seymaði segl. Høvuðsrørindini mundu tó helst vera at leggja vágbingum lag á at skera segl til.

Seinastu umleið fimtan árini áðrenn hann gjørdist havnarmeistari, var Hans Jakku handilsforvaltari hjá J.P. Evensen & Søn, og tók hann sær av hesum starvi m.a. av fiskaturkingini. Hans Jacob var í býráðnum frá 1922 til 1934 og alla tíðina varaformaður. Hann var havnarmeistari frá 1. desmeber í 1929 til 31. desember 1941. Hann var eisini limur í havnarnevndini frá 1913 til 1920.

Hans Jacob og tey vóru fýra systkin. Hans Jacob, Johannes, Palli og Maria. Foreldrini vóru Katrina og Sigmund Michelsen. Tað løgna við myndini er, at eg møtti ongantíð abba, tí hann doyði í 1943 og eg føddur í 1949. (Vagnur)

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply