Liðmyndin er frá 1981, tá ið Kyndil fylti 25 ár, og 31 ár eru tí liðin, síðani Evald Larsen tók myndina. Neistaspælararnir á myndini spældu flestir í 50-árunum, men spælari sum Mortan Mørk, sáli, spældi eisini í 40-árunum, og Johnny Reinert og Bjarni Johansen spældi eisini fyrst í 60 árunum. So er onkur, sum spyr, hví Torbjørn Mikkelsen, sáli, er á myndini og er farin í bláan búna.
Bæði Kyndil og H71 eru sprottin úr Neistanum, og tað vóru ungfólk, sum hildu til í Losjuni, sum stovnaðu Kyndil í 1956. Fleiri góðir spælarar millum annað Torbjørn Mikkelsen, Petur Sigurd Rasmussen og Hannis Jacobsen fór tá úr Neistanum í nýggja felagið. Á 25 ára føðingardegnum spældi Torbjørn við sínum gomlu liðfeløgum.
Á myndini er Henning Eysturoy, sáli, sum í fleiri ár var formaður í Neistanum. Hann og Eðin Slættesen løgdu nógvar tímar í felagsskapin, sum vit ungu fingu gleða av. Sjey spælarar á myndunum eru ikki millum okkum longur. (Vagnur)