Kollafjørður skuldi ongantíð lagt saman við Tórshavnar kommunu

 

Haldi, at Kollafjørður kom at gjalda høgan kostna at leggja saman við Tórshavnar kommunu. (Mynd Vagnur)

Stúrsaði við at hoyra í Útvarpinum formannin í havnarnevndini i Havn siga, at í skuffu á Vaglinum liggur 25 ára langur leigusáttmáli klárur at skriva undir við estlendsk felag. Talan er um leigu av stórum øki á Oyrareingjum, har móttøkupakkhús skal byggjast til russiska flotan, sum fiska við Føroyar. Tibetur kemur hesin sáttmálin uttan iva at liggja í skuffuni í allar ævir.

Í rúma tíð hava vit hoyrt, at fólkatalið í Kollafirði er minkað nógv, síðani Kollafjørður gjørdist partur av Tórshavnar kommunu. Serliga nevna fólk vantandi grundøki, men í mínum hugaheima eru sanniliga eisini aðrar orsøkir.

Í nógv ár hava vit hoyrt kollfirðingar átalað larmin frá skipum og serliga russisku skipum. Veit um fólk, sum eru flutt úr Kollafirði til Havnar orsakað av óljóði og mistrivna. Heimafriður hevur seinastu árini hvassliga funnist at serliga Tórshavnar – Runavíkar og Klaksvíkar kommunu, tí ikki er eydnast at fáa bilbukt við nógva óljóðinum. Men tíbetur er røddin frá Heimafriði tagnað, serliga eftir havnarstongsulin frá larmandi russiskum skipum.

Tosaði í heyst við konu á Signabø í sambandi við 125 ára gamla bátin Greivan, sum stendur í neysti hjá bónda á Signabø. Konan segði mær, at alt tos um óljóð á Signabø er mest sum tagnað. Eingi larmandi russisk skip, og at fleiri uppsjóvarskip hava broytt motorútstoytini, so ikki larmar so illa.

Vit hava eisini hoyrt í Útvarpinum, at Tórshavnar kommuna nú bjóðar kollfirðingum og øðrum grundøki fyri serkostnað í Kollafirði. Alt gott um tað. Men tú kanst ikki roknað við, at fólk seta búgv í Kollafirði og serliga á Signabø uttan trygd um framtíðar trivnað. Her eru larmandi skipini sjálvandi viðspælari í avgerðini hjá hesum fólkum.

Tað er púra vilt at skrivað undir 25 ára sáttmála við estlendsk felag um móttøkubygning til russisk skip, samstundis at tú roynir fáa fólk at seta búgv á Signabø og aðrastaðni í Kollafirði. Vónandi kemur hesin sáttmáli í allar ævir at liggja í skuffu á Vaglinum, sum formaðurin í havnarnevndini sipar til. Grótið frá Vágatunlinum skuldi ongantíð verið blakað á sjógv á Oyrareingjum. Áður vakra náttúruøkið er mest sum oyðilagt.

Tá vit hoyra, at fólkatalið er minkað í Kollafirði síðani samanleggingina við Tórshavnar kommunu, so havi eg altíð hildið, at Kollafjørður hevði staðið seg nógv betur, um ikki var farið upp í Tórshavnar kommunu. OK. Frálík ítróttahøll var bygd, men tað nyttar ikki nógv, um fólkatalið minkar og ov fáir ungdómar eru at koma í høllina. Sjálvandi høvdu kollfriðinar megnað at bygt høll uttan hjálp úr Havn. Tað siggja vit aðrastaðni í Føroyum.

Onkur kundi spurt, hví eg ditti mær at koma upp í kjakið um Kollafjørð. Havi ávísa kenslu fyri bygdini, tí eg kom nógv har serliga í mínum ungdómsárum, tí ein mammubeiggi giftist til Kollafjarðar. Kenni heilt nógvar kollfirðingar, ja, so havi eg spælt hondbólt á sinni ímóti kollfirðingum bæði í Hólmanum og í skúlagarðinum. Skrivað februar 2024. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

One Response to Kollafjørður skuldi ongantíð lagt saman við Tórshavnar kommunu

  1. “Venda vit eyguni, ella skuldu vit kanska sagt, oyruni móti Oyrareingjum, so opinberast upprunin til alla vanlukkuna: Bingjuhavnin! Flestu fólkum kunnugt leggur henda ólukku bingjuhavn seg eirindaleyst upp at øllum nærumhvørvinum á Signabø. Tá ið liðugt er at fremja hesa umhvørvisillgerð, verður so nógvur larmur har um leiðir, at fólkini, sum hava friðhalgaðan bústaðarrætt har, noyðast at rýma úr sínum egna heimi. Soleiðis verða 200 ósek menniskju umhvørvisflóttarfólk í síni egnu kommunu. Hesin ágangur við berum løtuvinningi fyri eyga er so grundleggjandi álvarsligur, at hann ikki undir nøkrum umstøðum kann verða góðtikin.”
    Poul Sigmund Samuelsen (abbin)

Leave a reply