Tá greinin um Fiskasentralin herfyri bleiv skrivað, kom eg at hugsa um Silver Spay, sum Jens av Reyni og Dánjal Jákup í Skipshandlinum í 1929 keyptu úr Niðurlondum. Minnist væl Silver Spray, sum avreiddi til Fiskasentralin. Minnist eisini, tá Silver Spray í nøkur ár lá fyri teymi í Vágsbotni, eftir at vera tikin úr vinnu. Men hvar endaði Silver Spray, eftir at báturin fór úr Føroyum fyrst í 1980-árunum. Silver Spray var í 2016 bygdur sum loðsbátur á skipasmiðjuni Piet Smit í Rotherdam í Niðurlondum.
So at leita og spyrja. Besta kelda er fyrst vinmaðurin Finn Bjørn Guttesen, sum er nørdur, tá talan er um bátar og skip. Síðani at spyrja Hans Jákup Hermansen beiggja Herman Hermansen, sum saman við øðrum keypti Silver Spray frá Fiskasentralinum. Hetta var í 1973. Herman og teir ætlaðu at brúka skipið til skeljaveiðu, skjóta sildreka og grindahval, sum var seldur til matna ella saltað. í greinini er mynd frá 1930 av Silver Spray við fullum seglum liggja fyri teym skamt úr Tinganesi. Navnið Silver Spray er sprottið frá bógbrotinum, sum kemur frá stevninum, tá báturin sker seg gjøgnum sjógvin. Síggi, at hálendingar skriva lítil skonnart um Silver Spray.
Í 1936 keypir M. A. Godtfred í Vági Silver Spray, og er báturin heimahoyrandi í Vági til Christian Hom Jacobsen í 1951 keypir bátin. Í 1959 keypir Havnar Fiskasentralur Silver Spray og selur bátin í 1973 til Herman Hermansen og aðrar. Havi spurt Hans Jákup Hermansen beiggja Herman, hvat Herman og teir ætlaðinu var við bátinum?
– Silver Spray var bygdur í Niðurlondum í 1916 sum loðsbátur. Bygdir vóru fleiri slíkir bátar, og í dag eru tveir eftir, annar er Silver Spray. Sjálvur var eg við Silver Spray í 1976. Vit dreggjaðu eftir skeljum, skutu grindahval og Sildreka. Silver Spray var væl egnaður til slíka vinnu, tí báturin hevði portur á síðuni, so lætt var at fáa fongin inn á dekkið. Har vóru hvalirnir skornir upp, sum var selt til matna ella saltað..
– Eg havi fylgt eitt sindur Silver Spray, síðani báturin fór úr Føroyum fyrst í 1980 – árunum. Skrokkurin er úr tjúkkum jarnplátum, sum ikki eru sveisaðar saman men klinkaðar saman við jarnnaglum. Minnist, at einaferð mátti Silver Spray á sleipistøð, tí tað lak har afturi. Tá var jarnið blivið nakað tunt við stevnurørið. Annars var alt annað í besta standi, sigur Hans Jákup.
Finn Bjørn sendi mær myndir av Silver Spray, sum er vorðin kostnaðarmikil stuttleikabátur. Tá talan er um gomul skip og sluppir, so vóru gomlu sluppirnar søktar millum oyggjarnar. Gamlir trolarar vóru høgdir upp og endaðu sum gamalt jarn. Tú kundi spurt, hví hálendingar vildu hava bátin aftur fyri síðani at gera hann til kostnaðarmiklan stuttleikabát. Tað má uttan iva var okkurt serligt við skokkinum/sniðinum.
Skokkurin á Silver Spray má vera gjørdur í góðum tilfari, tá báturin er frá 1916, og í 2024 siglir Silver Spray sum ”lystjakt” í Miðjarahavinum. Síggi, at báturin nú er til sølu fyri tíggju milliónir krónur. Tað var skipasmiðjan Piet Smit í Rotherdam í Niðurlondum sum bygdi fleiri loðsbátar. (Vagnur)
(Vagnur)