Úr myndasavninum – Fiskasentralurin var frambrot av teimum heilt stóru

Ikki klár men áhugaverd áhugaverd mynd. Mangan var trongligt við flakan, sum lá útfyri Fiskasentralin. (Familjumynd)

Fekk áhugaverdu myndina omanfyri sendandi fáa abbasoni Jens Paula av Reyni, sum 29. august 1942 stovnaði P/F Havnar Fiskasentralur. Í fyrstu nevndini vóru Jens av Reyni, Ebba Müller, Christian í Hvannasundi, Jacob á Trøðni og B. Hussted Andersen, sakførari. Áhugavert eisini, at abbi mín Christian í Hvannasundi er í nevndini, men abbi doyði longu í 1944, og íshúsið ikki liðugtbygt fyrr enn í 1945. Havi áður skrivað nakað um Fiskasentralin, men vil leggja nøkur orð aftrat, tí alt á Vesturu bryggju hevur áhugaverda søgu.

Áhugaverd mynd, sum er tikin fyri 1950-árini, tí teir eru ikki byrjaðir at gera bryggjuna longs Bacalao. Bryggjan var liðug í 1954..

Á okkara ungdómsdøgum var nógv virksemi á Fiskasentralinum, og umframt at lata ís til skipini, so hevði fyritøkan plátufrystarar. Keyptu fisk at frysta og selja. Tá á døgum høvdu fólk ikki frystiboks heima, og tað vóru fleiri húski, sum høvdu egna frystiboks á Fiskasentralinum. Síggi fyri mær Óla Ljósheim, sum alla mína tíð arbeiddi á Fiskasentralinum. Eisini minnist eg abbabeiggja mín Sámal Chistiansen og sjálvandi eisini Jens Paula av Reyni, sum var stjóri í fyritøkuni. Meini, at Mortan Carlsen í nøkur var motorpassari á ísvirkinum. Jens av Reyni sonur Jens Paula arbeiddi eisini. nógv ár Fiskasentralinum.

Havnar Fiskacentralur keypti Silver Spray í 1959 og selur hana til Herman Hermansen í 1973. Minnist væl Silvur Spray liggja við bryggju við Fiskasentralin. (Familjumynd)

Fiskasentralurin var av størstu frambrotum, tí í 1942 var eingin verulig bryggja har á leiðini. Tað tók eini trý ár at fáa bygt virkið, áðrenn klárt var at byrja virksemið. Lagdur var flaki framman fyri virkið sum atløgubryggja. Rør varð stungið út til skipini, so ísurin fekst umborð. Vit unglingar vóru forvitnir, og vit sluppu mangan upp á loftið at síggja, hvussu stóru ísblokkarnir vóru frystir fyri seinni at vera heysaðir upp úr stóra fyrsti karinum og í ísknúsaran. Serliga óljóðið frá ísknúsaranum hoyrdist niðan í Hornabø.

Myndin er frá 1946/47. Sandingar landa kalva til Fiskasentralin. Bryggjan var gjørd úr timbri sum stórur flaki. (Familjumynd)

Fyrstu nógvu árini kundi virkið framleiða tredivu tons av ísi um døgnið, men seinni hálvtrýss tons. Fiskasentralurin hevði eisini nógvan handil við agni, sum teir seldu til stóra partin av útróðrarflotanum. Agnið var skorið av sild keypt frá føroyskum skipum, og makrelur til agn var keyptur frá norskum skipum. Fiskasentrarulin seldi eisini nógvan ís til norskar bátar í býti við kalva, sum norðmenn dugdu væl at hagreiða.

Fiskasentralurin átti Hólmasund TN 240 sum landaði einans til Fiskasentralin. (Familjumynd)

Fiskasentralurin seldi eisini fitt av kjøti, fugli og tvøsti til matstovur og Landssjúkrahúsið, og í 1970 var farið undir at reka vanligan handil við matvørum. Minnist væl, tá talið av handlum øktist, og fyritøkurnar høvdu frystigoymslu á Fiskasentralinum. Fólk høvdu tá ikki frystiboks heima men kundu leiga boksir frá Fiskasentralinum.Boksirnar vóru fimm hundrað í tali, tá tær vóru flestar. Alt hevur sína tíð her á fold, Tíðirnar í Føroyum gjørdust betri og betri. Flakavirki komu kring landið, og fólk fingu sær frystiboks heima, og víð tíðini var tíðin farin frá Fiskasentalinum.

Gustav á Sundi átti  deksbátin HELENU. Gustav fiskaði kalva øll 50 – árini og fram til 1966. Jakke sonur Gustav átti bátin Tjørnunes, sum eisini fiskaði kalva. Tað hoyrist millum manna, at kalvi fæst ikki við Føroyar. Hann er oyddur, segði fiskimaður mær.  

Í 1985 lat Fiskasentralurin aftur, og húsaognin seld Tórshavnar skipasmiðju. Tórshavnar skipasmiðja nú Mest bygdi verkstaðsbygning á staðnum, tá gomlu bygningarnir vóru tiknir niður. Løgið at spáka og hugleiða niðri á Vestaru bryggju. Nógv virksemið á Skipasmiðjuni og skip landa til Landingarmiðstøðina. Fiskur, sum fer víðari til virki aðrastaðni í Føroyum. Men eingin er Fiskasentralur, flakavirki, tunnuvirki og saltsøla.  (Vagnur skrivað januar 2024)

Jens Pauli av Reyni (1913-1988) uttanfyri Fiskasentralin. Ísurin gjørdur í ovaru hædd og síðani fluttur á bandi umborð á skipini. Á myndini er bryggjan gjørd. Hon var liðug í 1954.  (Familjumynd)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply