
Sjey telegrafistar/fjarritarar, sum allir arbeiddu langt lív á Telegrafstøðini. Frá vinstru: Erling Michelsen, Hans Jacob Egholm, Jóannes Rubeksen, Vagn Erik Michelsen, Poul Sørenesen, Andreas Lava Olsen og Arni Berg Jacobsen.
Pápabeiggi okkara Vagn Erik Michelsen andaðist á Tjarnargarði mánadagin 24. juni í 2019 – 92 ára gamal, og tá fór tann seinasti av eldra ættarliðnum í familjuni um sýnuna. Vagn Erik var dementur í fleiri ár og búði á Tjarnagarði í tólv ár. Tá vit ruddaðu kamarið komu vit fram á áhugaverda mynd av sjey telegrafistum/fjarritarum, sum allir arbeiddu langt lív á Telegrafstøðini. Á borði stóð eisini morsitól, sum teir á sinni brúktu at bera boð út í heim. Fimm av monnunum á myndini eru farnir, men søgan um fyrsta telegrafkaðalin til Føroya hava vit. Stórur partur av lívinum hjá Vagn Erik var Telegrafstøðin og tað tekniska í sambandi við telesamband út í heim. Hetta fylti heilt nógv í hansara hugaheimi, eisini, tá hann byrjaði at gera dementur. Andreas Lava Olsen er ein av teimum sjey á myndini, og hann fekk eg stutt prát við. Læs resten









