Perskonugøta – Hvør var nú Harra Per og kona Per í gøtunavninum?

Mangan var spurt, hví síðugøtan til Landavegin eitur Perskonugøta.

Tá vit vóru smábørn við Landavegin í 1950-árunum, vóru ikki nógv hús vestan fyri Kinabrekkuna, sum er partur av Landavegnum. Vit kendu hvørt andlit, tí bilarnir vóru fáir ella mest sum eingir. Fólk komu dagliga til gongu eftir Landavegnum fram við hjá okkum. Vit búðu hinumegin Rættará yvir av Vesturkirkjuni.

Har um leiðir vóru gøtunøvn sum Íslandsvegur, Grønlandsvegur, Noregsvegur og Hetlandsvegur. Men so æt grúsvegur Perskonugøta, har nøkur fá hús vóru bygd. Havi fleiri ferðir hugsað um hetta serliga gøtunavn. Hví júst Perskonugøta. Hvør var Per og kona Per í gøtunavninum?

Slíkar vakrar grønar fløtur fækkast skjótt í kommununi. Perskonufløtan er tíbetur friðað. (Mynd Finnleif Durhuus).

Havi spurt nógv, hví gøtan eitur Perskonugøta, men svar fekst ikki. Men so einferð segði ein kona mær, at hon mintist, at Finnleif Durhuus hevði kannað, hvat upprunin var til gøtunavnið Perskonugøta..

Finnleif, sum er av Sandi, og konan Johanna Maria búgva í Perskonugøtu. Johanna Maria er dóttir Mikkjal Samuelsen í Horni, sum átti trøðna, sum hesin Per einaferð hevur átti. Umtalaði róptur Harra Per skuldi vera prestur á Sandi men vrakaður úr sínum embæti, tí hann skuldi vera so ringur at fáast við. Kona hansara Maria var prestadóttir á Nesi.

Her sæst Perskonufløtan avmyndað frá vatnbrunninum. Seyður og fenaður á vøkru fløtuni. (Mynd Vagnur)

Hesin Harra Per flutti síðani til Havnar helst í prestaembæti í Suðurstreymoy. Hann fekk jarðarstykki í Havn, sum kona hansara, sum var megnar kvinna, røkti og sást trúliga vera úti á hesum stykki. Prestafrúan sigst eita Maria, og hetta var í tíðini áðrenn traðir vóru lagdar inn í Havn. Jarðarstykkið var seinni rópt Perskonufløtan. Sambært keldum var staðarnavnð Perskonufløtan fyrstu ferð skrivað í 1837.

Tá eg var smádrongur við Landavegin vóru tvey/trý hús har á leiðini. Nú fleiri hús, bilar og urtagarðar í Perskonugøtu. (Mynd Vagnur)

Mikkjal Samuelsen (1902-1974) í Horni, sum arvaði fløtuna, visti at siga frá pápa sínum Andreasi í Horni (1874-1960), at tá prestafrúan kom úr Norðradali á hestbaki til Havnar, setti hon hestin hjá sær á hesa fløtu. Eftir at hava skift klæði, gekk leiðin heim til Havnar, og har gjørdi hon síni ørindi fyri síðani at fara út aftur til rossið og til húsa aftur. Prestahjúnini búðu á náðinsgarði í Norðradali. Hetta er garður sum Ólavur Reinert í dag hevur um hendi.

Perskonugøta

Frá Johannu Mariu, konu Finnleif, fekk eg um dagarnar samskiftið, sum Finnleif hevði í kanningini av staðarnavninum og gøtunavninum Perskonufløta og Perskonugøta. Presturin Per Pedersen Follerup sigst var prestur í Havn árini 1713-1727.

Mikkjal í Horni og abbabørnini Gudmundur og Brynhild í hoyna á Perskonufløtuni. (Mynd familjumynd)

Um gøtunavnið Perskonugøta kann nevnast, at tað var Poul E. Pedersen, sáli, (1901-1977), sum gjørdi sítt til, at gøtan fekk navnið Perskonugøta. Hann búði í Perskonugøtu og var giftur við Elinborg dóttir Andreas Samuelsen bakara í Horni, sum einaferð átti Perskonufløtu.

Gamli vatnbrunnurin í Svanga

Tá eg fyri nú tjúgu árum síðani arbeiddi í Plantasjuni í Havn, var uppgáva mín eisini einaferð um vikuna at rudda vakra økið við vatnbrunnin í Svanga. Gav mær ikki far um Perskonufløtuna, navn, sum eg ikki kendi tá. Frá brunninum sært tú oman á Perskonufløtuna. Har sæst bæði seyður og flogfenaður. Friðsælt og vakurt at síggja. Vøkru grønu fløturnar, sum vit ungu vóru uppvaksin við, máttu víkja fyri húsum, betong og asfalti. Alt ov lítið er varðveitt. Tíbetur er Perskonufløtan friðað, og vatnbrunnurin fer ongan veg. Kann leggja aftrat, at vit søgdu ikki tá vatnbrunnur men vatnbassing.

Vatnbrunnurin í Svanga var gjørdur í 1928. Henda dagin svumu fleiri dunnur í hylinum, sum síggjast á myndini til høgru. (Mynd Vagnur)

Ein dagin var eg aftur á staðnum. Koyrdi eftir Grønlandsvegi og helt leiðina eftir Ravnsoyarvegi yvir til vatnbrunnin. Tá sært tú oman yvir vøkru Perskonufløtuna. Sjálvandi reikaðu tankarnir hesa løtu um tað, sum eg nú veit um Perskonufløtu og Perskonugøtu. Tað vóru jú bara tvey trý hús í Perskonugøtu, tá vit ungu av og á komu av Landavegnum út í Perskonugøtu.

Vatnbrunnin í Svanga, sum var liðugur í 1928, gjørdi Johannes Simonsen róptur Johannes Murer. Kostnaður 12.700 krónur. Vatnrørini frá byrgingini legði Nyholm Debes, sum sjálvur var vatnmeistari tá. (Vagnur skrivað septembur 2025)

Finnleif Durhuus og Gudmundur, sum er sonur Arnfinn og Jacobinu Setberg. Jacobina var elsta dóttir Mikkjal í Horni. (Familjumynd)

 

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply