Politiska hornið – Bárður Nielsen mennir ikki Sambandsflokkin

Eingin í stóru skrúðgonguni fer at velja Sambandsflokkin. (Mynd Vagnur)

Eingin í stóru skrúðgonguni fer at velja Sambandsflokkin. (Mynd Vagnur)

Havi altíð hildið lítið um politisku kósina í Sambandsflokkinum, tí flokkurin hevur bara eitt politiskt høvuðsmál, og tað er at varðveita sambandið við Danmark. Haldi, at serliga unga fólkið hevur fingið eyguni upp fyri flokkinum, sum so dyggiliga tapti seinasta løgtingsval eftir í átta ár at hava ligið í føvninginum á Fólkaflokkinum. Ikki rokni eg við, at flokkurin fer at mennast við Bárði Nielsen sum formanni, tí longu nú hevur hann víst sín veikleika. Læs resten →

Landsliðsspælarin Lotte Grigel skrivaði danmarkarsøgu

Lotte misti ikki landsliðsplássið, tá hon gavst í Team Esbjerg.

Lotte misti ikki landsliðsplássið, tá hon gavst í Team Esbjerg.

Herfyri sá og hoyrdi eg áhugaverda samrøðu á donsku sjónvarpsrásini TV2 sport. Samrøða  við danska hondbóltsspælaran Lotte Grigel, sum síðani seks ára gomul hevur spælt í Team Esbjerg, og seinastu seks árini verið yrkisspælari við felagnum. Í dysti í Odense sá eg, at Lotte var “súr” og sat einsamøll á gólvinum uttanfyri vøllin. Um kvøldið hoyrdist, at Lotte eftir dystin var farin í skiftingarrúmið eftir klæðunum og til hús. Hon vildi ikki í bussin við hinum heim til Esbjerg. Hendingin er eindømi í donskum yrkishondbólti, tí hetta er fyrstu ferð, at yrkisspælari er farin heim soleiðis og ikki vil spæla á liði, so leingi – í hesum førinum – Lars Frederiksen er venjari. Læs resten →

Úr myndasavninum – ÍSB skipaði fyri renning longu í 1981(e)

Fólk vóru ikki øll í renniklæðum, tey áttu kanska eingi

Hugburðurin at renna úti á gøtunum í Havn og aðrastaðni er ótrúliga nógv broyttur, síðan vit spældu hondbólt í bestu deildini uttandura seinast í 60 árunum. Tú sást ikki vaksið fólk renna í gøtunum, tí hetta hildu fólk ikki nógv um. Spælarar dámdu tí ikki at renna í býnum, men fóru heldur niðan eftir Villingadalsvegnum. Runnu vit oman í býin, floytaðu bilar eftir okkum. Ja, ranst tú í stuttum buksum, fekst tú viðmerkingar frá onkrum, um tú kanska var av “hinum slagnum”. Læs resten →

Tá sjey SSB skótar gingu hundrað kilometrar í 1943

Teir sjey skótarnir avmyndarði í 1943. Aftara røð f.v: Magnus Sørensen, Svend Poulsen (Bambur), Viggo Planck, Steingrím við Stein og Niels Debes. Framman fyri: Jógvan Jacobsen og Johannes Kragesten. (Mynd SSB bókin)

Teir sjey skótarnir avmyndaðir í 1943. Aftara røð f.v: Magnus Sørensen, Svend Poulsen (Bambus), Viggo Planck, Steingrím við Stein og Niels Debes. Framman fyri: Jógvan Jacobsen og Johannes Kragesteen. (Mynd SSB bókin)

Ein dagin kom eg fram á áhugaverda bók um Skótalið Sigmunds Brestissonar. Bókin var skrivað og givin út í 1951 í sambandi við, at skótaliðið fylti 25 ár. Í útvarpinum hevur Marius Rein greitt frá tíðini, tá hann var gulur skóti, men nógv kann leggjast aftrat, tí hetta skótalið hevur drúgva søgu. Skótarnir vóru nógv úti í natúrini, og vóru nógvir langir túrar í fjøllunum. Eitt var at ganga 25 ella 50 kilometrar, men í 1943 settu sjey eldri skótar sær fyri at ganga hundrað kilometrar úr Havn til Saksunar og heim aftur í sama døgni og uttan at sova. Áhugaverdur lesnarður um ferðina í bókini. Læs resten →

Hans Mortensen var ímyndin hjá okkum ungu í 60-árunum

Hans var bara átjan ár, tá hann gjørdist formaður Neistans. (Mynd Vagnur)

Hans var bara átjan ár, tá hann gjørdist formaður Neistans. (Mynd Vagnur)

Enn eitt herðaklapp til Suna Merkistein fyri frálíka sjónvarpssending hesuferð um hondbólt. Kjakið var eg ikki heilt nøgdur við, tí ikki eitt orð um føroyska døming, og so helt eg, at teir tríggir í kjakinum vóru í so bjartskygdir um framtíðina hjá hondbóltinum, tí eg haldi, at alt ov fáa ungar stjørnur koma undan kavi. Alt gott upp styrkivenjingar, verju og harvið kropsstyrki, men tú skalt eisini duga at spæla hondbólt. H71 ger frálíkt arbeiði, men nú skulu vit minnast til, at H71 var ikki ósigrað í kappingini higartil, vóru tveir útlendskir spælarar ikki komnir í spælarahópin. So einfalt er tað. Áhugavert at síggja Hans Mortensen, sum eg spældi saman við. Eg kann kanska iðra meg um ikki at hava spælt fleiri landsdystir, men tað at flúgva var tá forðingin. Í 2010 skrivaði eg niðanfyri orð um Hans Mortensen, sum gav okkum ungu so nógv. Læs resten →

VÍF og Kyndil spæla “smáar” finalur sunnudagin í Vestmanna

Lutfallið 55-45 í %-um, at Kyndil vinnur mansdystin.

Lutfallið í %-um er 55-45, at Kyndil vinnur mansdystin.

Onkur heldur, at tað er ørt at nevna “smáar” finalur so tíðliga í hondbóltskappigini, nú liðini spæla í øðrum av fýra umførum. Men veruleikin er, at nú koma vit til nakrar toppdystir, har toppliðini mest sum spæla um fýra stig. Tveir av hesum dystum verða spældir í Vestmanna sunnudagin. Og serliga vendi eg míni eygu ímóti dystinum millum kvinnuliðini hjá VÍF og Kyndli. Hesa dystur hevur ómetaliga nógv at siga fyri bæði liðini, tí liðini hava tapt fýra stig higartil, og so vann Kyndil fyrsta dystin á VÍF í Havn 27-22. Og tá bara trý lið kappast um at vinna sær FM-finalupláss, telja innanhýsisdystirnar ómetaliga nógv. Læs resten →

750 virkandi limir eru í Havnar arbeiðsmannafelag (e)

Arbeiðsmenn, trukkar og vøra hvørt um annað á Eystaru bryggju miðskeiðis í 1970 árunum.

Arbeiðsmenn, trukkar og vøra hvørt um annað á Eystaru bryggju miðskeiðis í 1970 árunum. (Mynd Tórshavn)

Tá ið eg kom fram á myndina omanfyri, sum tikin er miðskeiðis í 1970 árunum, komi eg at hugsa um, tá ið vit sum ungir dreingir lossaðu á bryggjuni. Ikki so ofta eystanfyri, men mangan landaðu vi saltfisk og tunnustavar á Vestaru bryggju. Fólk, trukkar og vøra hvørt um annað á bryggjuni. Henda tíðin er farin, og arbeiðsmenninir eisini fækkaðir á bryggjuni. Nú koma stór bingjuskip til bryggju fleiri ferðir um vikuna og liggja bara við bryggju í nakrar tímar. Fáir lossingarmenn til arbeiðis, men enn størri akfør og kranar. Eg havi spurt meg fyri hjá Havnar Arbeiðsmannafelag, og frá teimum fekk eg hesar upplýsingar: Læs resten →

Níggju av trettan liðum útvega ikki A-dómarar til kappingina

Vit hava alt, alt ov fáar A-dómarar, og HSF skal seta feløgum krøv. (Mynd Álvur)

Vit hava alt, alt ov fáar A-dómarar, og HSF skal seta feløgum krøv. (Mynd Álvur)

Í vikuni fekk eg frá leiðara í HSF atfinning , at undirritaði var skjótur at finnast at, men vísti sjáldan á loysnir. Av týdningini at onkur ditta sær at finnasta at, tá neyðugt er at finnast at. Nógv virksemið er í HSF, vit spæla nógvar landsdystir, og vit fyriskipa eisini stórar kappingar í Føroyum. Hetta er alt frálíkt. Men í míni hondbóltsverð er nógv í HSF, sum kundi verið gjørt nógv betur og øðrvísi. Ábyrgdina hevur sjálvandi HSF, men hondbóltsfeløgini kring landið eru jú HSF. Tvey mál fara eg at viðgera í hesi grein. Allar fyrst ólukkuligu støðuna, at vit vanta A-dómarar, og síðani, at orsakað av hesum og øðrum, er landskappingin alt ov illa løgd. Men fyrst til vantandi A-dómarar. Læs resten →

VB kvinnur eru í alt ov ringari venjing til kappingarárið

VB hevur ikki enn fingið nógmikið burturúr útlendsku spælarunum. (Mynd Bjartur Vest)

VB hevur ikki enn fingið nógmikið burturúr útlendsku spælarunum. (Mynd Bjartur Vest)

Tá VB kvinnur bara taptu 20-22 fyri Kyndli í Havn, hugsaði eg, at í ár kemur VB kanska í FM-finalurnar. Tær høvdu møguliga lært frá seinasta kappingarár, at skalt tú í FM-finalurnar, so er ikki nógmikið at skjóta nógv mál, sum VB gjørdi, men tú mást eisini verja. Nú skriva vit hósdag 12. november 2015. VB hevur spælt seks dystir og hevur bara tvey stig, og hetta er alt annað enn gott, tá hugsað verður um, at VB hevur tríggjar útlendskar spælarar á liðnum. Eg havi kannað málið í Vági, og har verður stutt og greitt sagt, at VB kvinnurnar eru í alt ov ringari venjing. Læs resten →

Áhugavert dómarakjak er í hesum døgum í Danmark

Føroyskir dómarar skulu ikki døma fleiri toppdystir sama dag, og dómarin skal ikki loyva spælarum og venjarum at "brokka" undir dystinum.

Føroyskir dómarar skulu ikki døma fleiri toppdystir sama dag, og dómarin skal ikki loyva spælarum og venjarum at “brokka” seg ov nógv undir dystinum.

Seinasta týsdag sá eg áhugaverdan hondbóltsdyst millum donsku kvinnuliðini SK Århus og Team Tvis Holsterbro. Var dysturin góður, so var samrøðan eftir dystin við SK Århus venjaran Jesper Holmris ikki minni áhugaverd. Í Danmark er nógv kjak í løtuni um døming og um nýggjar hondbóltsreglur, sum er ávegis. Skjern venjarin Ole Nørgaard setti eld í danskan hondbólt herfyri, tá hann segði í fjølmiðlunum, at nú skulu dómarar antin døma mansdystir ella kvinnudystir, tí eitt er, at hondbóltsreglurnar eru eins fyri menn og kvinnur, men dómararnir døma ikki eins kvinnudystir og mansdystir, sigur Ole Nørgaard. Læs resten →