VB kvinnur eru í alt ov ringari venjing til kappingarárið

VB hevur ikki enn fingið nógmikið burturúr útlendsku spælarunum. (Mynd Bjartur Vest)

VB hevur ikki enn fingið nógmikið burturúr útlendsku spælarunum. (Mynd Bjartur Vest)

Tá VB kvinnur bara taptu 20-22 fyri Kyndli í Havn, hugsaði eg, at í ár kemur VB kanska í FM-finalurnar. Tær høvdu møguliga lært frá seinasta kappingarár, at skalt tú í FM-finalurnar, so er ikki nógmikið at skjóta nógv mál, sum VB gjørdi, men tú mást eisini verja. Nú skriva vit hósdag 12. november 2015. VB hevur spælt seks dystir og hevur bara tvey stig, og hetta er alt annað enn gott, tá hugsað verður um, at VB hevur tríggjar útlendskar spælarar á liðnum. Eg havi kannað málið í Vági, og har verður stutt og greitt sagt, at VB kvinnurnar eru í alt ov ringari venjing.

Til stuttleika hava eg spolað stigatalvuna aftur til 9. oktober í 2014. Tá hevði VB eisini spælt seks dystir, liðið hevði skotið 159 mál og 125 mál vóru farin í VB málið. Liðini hevði tá níggju stig og nummar trý í kappingini ájavnt í stigum við Kyndil á øðrum plássi. VB fekk annars hampuliga byrjan í hesum kappingarárinum, tá vit hyggja at úrslitunum. Liðið tapti fyrst 20-22 fyri Kyndil í Havn fyri síðani at tapa 20-23 fyri Neistanum í Vági. Hetta kann góðtakast, tí at tapa við tveimum, trimum málum ímóti toppliðunum er ikki nøkur skandala.

VB vinnur so 21-17 á StíF á útivølli, men so kemur stóri niðurtúrurin, tá liðið tapur heili 25-30 fyri Stjørnuni í Vági. Stúrsaði við at síggja, at VB hevði latið heili 30 mál fara í VB málið. Hvar var verjan henda dagin? Síðani tapir VB 27-31 í Vestmanna og tapir 16-23 fyri Kyndli í Vági. Eg kenni nógvar vágbingar, sum fylgja við, hvussu gongst VB. Seinasta kappingarár var VB-liðið væl fyrireikað til kappingarárið. Liðið hevði styrkivenjara, og spælarar vóru væl fyri. Sjálvur haldi eg, at VB hevur leingi havt skeivan hugburð í verjupartinum. Tær takla ikki rættliga, sum fleiri spælarar av hinum liðunum gera . Nógv meira krút má í verjupartin.

VB má leggja á annan bógv og betra um venjingarstøðuna. (Mynd Bjartur Vest)

VB má leggja á annan bógv og betra um venjingarstøðuna. (Mynd Bjartur Vest)

Fyrireikingin til núverandi kappingarár greinsar ikki til seinasta kappingarár. Tó er at siga, at styrkivenjarin í fjør gavast at venja VB, og Claus Rasmussen gavst eisini. Tá eg spyrji meg fyri í Vági, verður sagt, at VB liðið er snøkt og sagt ikki í nóg góðari venjing. Onkur av stuðulsspælarunum vandi heldur ikki fyrsta mánaðin, tí hon var uttanlands. Liðið spælir væl summar løtur, men missir nógv seinast í dystunum, tí orkan gongur undan. Heldur ikki fær VB nóg nógv burturúr útlendingunum, sum ikki skjóta tey mál, sum tey væntaðu av teimum. Kanska duga hinar VB-kvinnur ikki nóg væl at spæla tær upp til skot. Tó hevur útlendski málverjin staðið væl við fáum undantøkum, verður sagt.

Sjálvur havi eg altíð havt serliga kenslur fyri VB, hetta tí VB hevur serliga umstøður. Vit kenna alt til, hvussu gongst at fáa spælarar at fara til Vágs at spæla. Nógv lið møta ikki upp og summi geva avboð í seinastu løtu. Tá eg spyrji í Vági, hvussu framtíðin sær út hjá VB, siga tey soleiðis: – Vit hava góð lið gentur 12 og 14 ár, men vit vanta spælarar í løtuni millum fimtan og átjan ár. Annars haldi eg, at kvinnukappingin er ómetaliga illa løgt í vetur. VB skal tildømis nú komandi spæla tríggjar fylgjandi útidystir. Hetta líkist ongum.

Tá eg hugsi um føroyskan kvinnuhondbólt, hugsi eg fyrst um tey seks liðini í bestu deildini. Vit mugu ikki fara niður um seks lið. Skandala, um vit tildømis missa lið sum VB, StÍF ella Stjørnuna úr kappingini. VÍF, Kyndil og Neistin vera altíð har, tí spælaratilfeingið er har. Nú sær út, sum Stjørnan er um at fóta sær aftur, VB hevur sítt at dragast við, og tann “eldri” stamman á StíF liðnum heldur tørn sjálvt um StÍF í fleiri ár ikki hevur nærkast toppinum. Áhugvert at fylgja kvinnukappingini í framtíðini. (Vagnur)

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *