VÍF og Kyndil spæla “smáar” finalur sunnudagin í Vestmanna

Lutfallið 55-45 í %-um, at Kyndil vinnur mansdystin.

Lutfallið í %-um er 55-45, at Kyndil vinnur mansdystin.

Onkur heldur, at tað er ørt at nevna “smáar” finalur so tíðliga í hondbóltskappigini, nú liðini spæla í øðrum av fýra umførum. Men veruleikin er, at nú koma vit til nakrar toppdystir, har toppliðini mest sum spæla um fýra stig. Tveir av hesum dystum verða spældir í Vestmanna sunnudagin. Og serliga vendi eg míni eygu ímóti dystinum millum kvinnuliðini hjá VÍF og Kyndli. Hesa dystur hevur ómetaliga nógv at siga fyri bæði liðini, tí liðini hava tapt fýra stig higartil, og so vann Kyndil fyrsta dystin á VÍF í Havn 27-22. Og tá bara trý lið kappast um at vinna sær FM-finalupláss, telja innanhýsisdystirnar ómetaliga nógv.

Vit plagda at siga, at lið skulu til Vágs at spæla, har mangan torført er at vinna, men nú er VB vorðið eitt veinjgaskert lið, har liðið longu hevur tapt tólv av fjúrtan stigum og kemur ikki upp á tal at náa FM-finalupláss. Kappingin stendur millum Neistan, Kyndil og VÍF. Her kunnu vit nevna, at Neistin vann tepurt við einum máli seinast á Kyndli og VÍF, og Neistin hevur ikki spælt í Vestmanna. Havi skrivað tað so mangan, at kvinnuliðini eru so viðbrekin, tí liðini standa og falla við nøkrum fáum “stjørnum” í bakketuni.

So skjýtur Marianna ella Liljan hjá VÍF átta, tíggju mál í dysti, og tað sama Marianna, Turið ella Anna hjá Kyndli. Og sjálvandi leggja liðini taktikk ímóti hesum spælarum. VÍF-kvinnurnar eru farnar at verja harðari við Geir sum venjara, og Kyndil hevur góða verju. Báðir útlendsku málverjarnir hjá VÍF og Kyndli standa væl, so alt talar fyri einum jøvnum dysti í Vestmanna sunnudagin. Vil kalla kvinnudystin fyri eina ávegisfinalu millum VÍF og Kyndil, har eg haldi, at %-lutfallið er 55-45, at Kyndil vinnur dystin. Sunnudagin spæla eisini kvinnuliðini hjá Neistanum og VB í Havn, og man ikki Neistin vinna henda dystin.

Nummar Lið Dystir V.m. T.m. Munur Stig
1 Neistin 7 169 126 43 13
2 Kyndil 8 183 144 39 12
3 VÍF 7 189 159 30 10
4 Stjørnan 8 158 208 -50 5
5 VB 7 146 172 -26 2
6 StÍF 7 133 169 -36 2

Fara vit til mansdystin, so er dysturin ikki júst sama finala sum kvinnudysturin, men tó kortini. Hyggja vit í stigatalvuna, so strýkur H71 av stað við fullum stigatali. Liðið hevur klárt bestu verjuna í landinum og sýnist at vera best fyrireika til kappingina. Spenningurin er, hvat hitt liðið spælir í FM-finalunum, og her eru boðini fýra lið. KÌF hevur tapt seks stig, VÍF sjey stig, Kyndil níggju stig og StÍF tíggju stig. Fyri Kyndil er altavgerandi at vinna dystin, sum eg rokni við, Kyndil ger. Lutfallið í %-um eisini 55-45, at Kyndil fer við sigrinum. Kyndil spælir jú hvønn dyst við rygginum ímóti múrinum, tí taptu stigini higartil er ov nógv.

Tá tað er sagt, so frættist, at Áki Egilsnes kanska endar í Ìslandi, og at Sámal Joensen og Agnar Joensen er sæddir at venja í høllini í Vestmanna. Verður VÍF-verjan styrkt, og Áki ongan veg fer, so gerst myndin heilt øðrvísi hjá VÍF. Eg haldi, at vit eisini skulu rokna við StÍF, sum herfyri spældi javnleik í Vestmanna og javnleik ímóti Kyndli í Havn. Gerst StÍF liðið meira støðugt, so er liðið eisini við í kappingini um seinna FM-finaluplássið. Ì sambandi við mansdystin í Vestamanna sunnudagin er vert at nevna, at Kyndil í 11. oktober vann 33-24 á VÍF, dyrstur spældur í Havn. Vagnur)

Nummar Lið Dystir V.m. T.m. Munur Stig
1 H71 9 244 189 55 18
2 VÍF 9 243 240 3 11
3 KÍF 8 204 170 34 10
4 Kyndil 9 237 232 5 9
5 StÍF 9 239 235 4 8
6 Neistin 8 187 211 -24 4
7 Team Klaksvík 8 188 265 -77 0

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *