750 virkandi limir eru í Havnar arbeiðsmannafelag (e)

Arbeiðsmenn, trukkar og vøra hvørt um annað á Eystaru bryggju miðskeiðis í 1970 árunum.

Arbeiðsmenn, trukkar og vøra hvørt um annað á Eystaru bryggju miðskeiðis í 1970 árunum. (Mynd Tórshavn)

Tá ið eg kom fram á myndina omanfyri, sum tikin er miðskeiðis í 1970 árunum, komi eg at hugsa um, tá ið vit sum ungir dreingir lossaðu á bryggjuni. Ikki so ofta eystanfyri, men mangan landaðu vi saltfisk og tunnustavar á Vestaru bryggju. Fólk, trukkar og vøra hvørt um annað á bryggjuni. Henda tíðin er farin, og arbeiðsmenninir eisini fækkaðir á bryggjuni. Nú koma stór bingjuskip til bryggju fleiri ferðir um vikuna og liggja bara við bryggju í nakrar tímar. Fáir lossingarmenn til arbeiðis, men enn størri akfør og kranar. Eg havi spurt meg fyri hjá Havnar Arbeiðsmannafelag, og frá teimum fekk eg hesar upplýsingar:

Mynd er tikin miðskeiðis í 1970 árunum. (Mynd Tórshavn)

Mynd tikin miðskeiðis í 1970 árunum. (Mynd Tórshavn)

Í Havnar Arbeiðsmannafelag eru umleið 750 virkandi limir. Hetta eru menn, sum arbeiða hjá stóru byggifyritøkunum, hjá Tórshavnar kommunu, á byggjuni og øðrum arbeiðsplássum. Talið av virkandi limum í felagnum hevur verið støðugt seinastu nógvu árini, men fara vit longur aftur í tíðina, vóru virkandi limirnir tvífalt so nógvir. Í 1983 fekk Havnar arbeiðsmannafelag sín egna eftirlønagrunn, sum veruliga munaði.

Eg tosaði fyri nøkrum árum við ein arbeiðsmann, sum var givin at arbeiða vegna aldur. Hann segði mær, at hann var ómetaliga væl nøgdur við eftirlønargrunnin hjá Havnar arbeiðsmannafelag. Hann fekk tá 3500 krónur um mánaðin frá grunninum pluss vanligu fólkaeftirlønina. Hann hevði nú næstan eins nógv at liva fyri, sum tá ið hann arbeiddi hjá Tórshavnar kommunu.

Seinni er mannagongdin broytt viðvíkjandi eftirlønargrunninum, tí tryggingareftirlitið kom inn í myndina og krøvini til grunnin broyttist. Fyrst var mannagongdin broytt í ár 2000 og síðani aftur í 2006. Í 2000 var felagið noytt at lækka gjaldið til limirnar niður í 2700 krónur um mánðin, og í 2006 varð gjørt soleiðis, at menn fingu eftirløn alt eftir, hvussu nógv teir høvdu goldið í grunnin. Men eitt er vist, at eftirlønargrunnurin hjá Havnar arbeiðsmannafelag vóru og eru menn fegnir um.

Tíðirnar broytast, og ungfólk nema sær útbúgvingar, men okkara samfelag kemur altíð at hava brúk fyri tímaløntum arbeiðsfólki. Og feløg sum Havnar arbeiðsmannafelag og onnur verkamannafeløg kring landið skulu syrgja fyri, at hesi fólk hava góðar arbeiðsumstøður og eru væl tryggjað, tá ið tey leggja frá sær vegna aldur. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *