Hugburðurin at renna úti á gøtunum í Havn og aðrastaðni er ótrúliga nógv broyttur, síðan vit spældu hondbólt í bestu deildini uttandura seinast í 60 árunum. Tú sást ikki vaksið fólk renna í gøtunum, tí hetta hildu fólk ikki nógv um. Spælarar dámdu tí ikki at renna í býnum, men fóru heldur niðan eftir Villingadalsvegnum. Runnu vit oman í býin, floytaðu bilar eftir okkum. Ja, ranst tú í stuttum buksum, fekst tú viðmerkingar frá onkrum, um tú kanska var av “hinum slagnum”.
Men alt hetta broyttu fyrst ÍSB, ítróttafelagið fyri teirra brekaðu, og seinni Bragdið, sum hevur framt dygdar arbeiði í nógv ár. Tey hava broytt rennihugburðin.
Sjálvt um einki stadion til frælsan ítrótt var í Havn, so hevur Bragdið hildið lív í renningini. Felagið skipar fyri flaggdagsrenning, ólavsøkurenning og Tórhavn Marathon. Haldi eg kann siga, at fyrsti rennarin, sum rann miðvíst í býnum var Absalon Hansen, sum vit kenna frá Oyggjaleikunum.
Vit kunnu eisini nevna Treystið í norðoyggjum og heilsurenningarnar, sum Hans Pauli Strøm slóðaði fyri. Nú er rennihugburðurin broyttur so nógv, at tú dagliga sært fólk renna í gøtunum.Og kemur tú fram við Tórsbreyt, eru fólk altíð á breytini. Flestu renna, men onnur bara spáka sær ein túr. Eisini er hugburðurin broyttur um trygd, tí fólk spáka og renna eisini í gulum vesti í gøtunum. Fólk tora nú tað, flestu ikki tordu á okkara ungu døgum.
Aftur til motíónsrenningina hjá ÍSB. Heilt fitt av fólki var komið saman á Frælsinum 23. apríl 1981, tá ið fyrsta almenna renningin í Havn varð fyriskipað. Sjálvur var man í hæddini sum hondbóltsspælari og vildi stuðla tiltakinum. Mær dámdi væl at renna. Longsti teinurin henda dagin var átta kilometrar. Leiðin gekk út eftir Landavegnum.
Undirtøkan var ótrúliga stór. Læknin Jón á Steig segði nøkur fyribyrgjandi orð, áðrenn vit runnu, Egga Jensen frá ÍSB segði nøkur orð, og Jógvan Jespersen frá Útvarpi Føroya var eisini har við mikrofonuni. Hornorkestur setti eisini dám á løtuna.
Tað var kavi og harvið kalt fyrsta hóskvøldið, men fólk møttu hugaliga næstu hóskvøldini. Við tíðini fánaði tó hetta tiltakið burtur. Minnist eisini eitt tiltak, sum eg haldi Hjartafelagið skipaði fyri í 80 árunum. Tú kundi melda teg til ymsar teinar, og vit vóru nøkur, sum runna úr Kirkjubø til Havnar við Vaglinum sum endastaðið, meðan onnur runnu av Velbaðstaðshálsi til Havnar. Nógv fólk vóru á Vaglinum at taka ímóti rennarunum. Hetta var ótrúliga stuttligt og minniríkt tiltak.
Havi funnið nakrar myndir frá tiltakinum í 1981 úr myndablaðnum NÚ, sum Herman Jacobsen, sáli, gav út. (Vagnur)

