Landsliðsspælarin Lotte Grigel skrivaði danmarkarsøgu

Lotte misti ikki landsliðsplássið, tá hon gavst í Team Esbjerg.

Lotte misti ikki landsliðsplássið, tá hon gavst í Team Esbjerg.

Herfyri sá og hoyrdi eg áhugaverda samrøðu á donsku sjónvarpsrásini TV2 sport. Samrøða  við danska hondbóltsspælaran Lotte Grigel, sum síðani seks ára gomul hevur spælt í Team Esbjerg, og seinastu seks árini verið yrkisspælari við felagnum. Í dysti í Odense sá eg, at Lotte var “súr” og sat einsamøll á gólvinum uttanfyri vøllin. Um kvøldið hoyrdist, at Lotte eftir dystin var farin í skiftingarrúmið eftir klæðunum og til hús. Hon vildi ikki í bussin við hinum heim til Esbjerg. Hendingin er eindømi í donskum yrkishondbólti, tí hetta er fyrstu ferð, at yrkisspælari er farin heim soleiðis og ikki vil spæla á liði, so leingi – í hesum førinum – Lars Frederiksen er venjari.

Søguliga hendingin vakti ans í Danmark, tí Lotte Grigel er landsliðsspælari, og HM-kapping er í Danmark í næsta mánað. Eftir hendingina vildi Lotte ikki siga nakað við fjølmiðlarnar. Í samrøðuni í TV2 sport hoyra vit brot, har Lars Frederiksen venjari sigur, at Lotte skal fylgja tí, venjarin sigur og ger, og hon skal tola kapping á liðnum. – Eg eri settur sum venjari at fáa góð úrslit. Team Esbjerg gjørdist seinasta nummar tvey í kappingini um meistaraheitið, sum var fyrsta heiðursmerki nakrantíð í bestu deildini.

Lotte Grigel er 24 ára gamal landsliðsspælari.

Lotte Grigel er 24 ára gamal landsliðsspælari.

Samrøðan við Lotte Grigel var ógvuliga kenslubornin, tí her er talan um spælara, sum alt sítt hondbóltslív hevur spælt í Team Esbjerg, men nú felagið hevur keypt nógvar útlendskar spælarar, verður Lotte vraka, sjálvt um hon 1. januar í ár longdi sáttmálan við tveimum árum.

Kjarnan í málinum sambært Lotte er, at venjarin bæði undir venjing og í dysti slett ikki hevur tosað ella hugt uppá Lotte. Hann hevur brúkt vápnið “tøgnina”, og hevur “ignorerað” Lotte í fleiri vikur ella rættari sagt fleiri mánaðir. Støðan ávirkaði Lotte so mikið, at hon tímdi ikki til venjingar, var ill og ørkymlað, at hetta ávirkaði hana sálarliga. – Eg toli kapping, men eg vil slett ikki góðtaka framferðina hjá venjaranum, sum er undir alt lágmark. Venjarin vísir mær onga virðing, fyri hann eri eg luft, og tað góðtaki eg ikki, sigur Lotte.

Bikarið í málinum fleyt yvir, tá leiðslan í felagnum boðaði frá, at Lotte spældi ikki næsta dyst, tí hon var sjúk. Hetta var beinleiðis lygn. Eg fái tað burturúr samrøðuni, at Team Esbjerg venjarin er minni maðurin í hesum máli, tí tú kanst ikki fara soleiðis við einum spælara. Tú merkir eisini, at her er annað, sum prutlar undir lokinum í Team Esbjerg, men tá spælarar eru yrkispælarar, so hevur venjarin og leiðslan í Team Esbjerg alla maktina, tí spælarar eru sáttmálabundnir.

Lotte Grigel er framvegis landsliðsspælari, sjálv um hon ongan landskappingardyst hevur spælt í nógvar vikur. Málið um Lotte Grigel endaði við, at leiðslan í Team Esbjerg góðtók at siga upp sáttmálan við tí treyt, at Lotte ikki spældi við liði í Danmark í sáttmálaskeiðnum, sum endar 1. januar 2017.

Lotte fekk beinanvegin møguleikan at venja við F.C. MidtJylland, og boð vóru eftir henni uttanlands. Nú er so sáttmáli gjørdur við russiskt felag, har danin Jan Leslie er venjari. Meðan eg sá samrøðuna, hugsaði um føroyskan hondbólt. Um spælarar, sum í ungdómsárunum er sokallaðar glaðar stjørnur, men sum seinni ikki sleppa uppí part, tí venjarin júst tá í felagnum ikki heldur, at spælarin er nóg góður.

Í kjalavørrinum á toppítrótt og eisini føroyskum toppítrótti fylgir nógv negativt. Nógvir vónbrotnir spælarar, sum halda seg vera fyri vanbýti, og sum síðani gevast við ítróttinum. Havi mangan víst á, at tað sita fleiri spælarar á beinkinum enn spæla á vøllinum. Tá so spælarar ikki eru yrkisspælarar, so er skjótt at pakka taskuna og siga. – Hetta er ikki nakað fyri meg at brúka mína frítíð til. (Vagnur)

 

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *