Havi altíð hildið lítið um politisku kósina í Sambandsflokkinum, tí flokkurin hevur bara eitt politiskt høvuðsmál, og tað er at varðveita sambandið við Danmark. Haldi, at serliga unga fólkið hevur fingið eyguni upp fyri flokkinum, sum so dyggiliga tapti seinasta løgtingsval eftir í átta ár at hava ligið í føvninginum á Fólkaflokkinum. Ikki rokni eg við, at flokkurin fer at mennast við Bárði Nielsen sum formanni, tí longu nú hevur hann víst sín veikleika.
Øtaðist við at lesa í Sosialinum, har Bárður Nielsen sigur greitt, at Sambandsflokkurin fer ikki at hjálpa at fáa broytingarnar í hjúnarbandslógini broyttar. Orsøkin er, at núverandi samgonga hevur valt at viðgera øll onnur mál uttanum andstøðuna. Álvartos. Vit hava nú í nógv ár viðgjørt málið um tey samkyndu í Føroyum, sum vilja hava eins rættindi og í grannalondunum, og nú valdar ikki vit og skil í andstøðuni, sum brúkar tey samkyndu sum gísla í stríðnum millum andstøðu og samgongu.
Vit hava altíð hoyrt flokkarnar siga, at tá tað kemur til etisku málini, kann einstaki tinglimurin hava loyvi at atkvøða eftir sín sannføring. Eingin skal siga mær, at allir tinglimirnir í Fólkaflokkinum og Sambandsflokkinum nú fara at atkvøða eftir síni bestu sannføring, tá hjúnarbandslógin kemur til triðju viðgerð. Miðflokkurin er í serligari støðu, tí flokkurin hevur sagt frá degi eitt, at hjúnarbandslógin skal ikki broytast. Sjálvandi skuldi orðini hjá Bárði Nielsen heldur verið, at tinglimirnir í Sambandsflokkinum stand fríðir í atkvøðuni í málinum í hjúnarbandslógini. Skeivt at niðurbinda øll sambandsfólk í málinum.
Tú kanst spyrja, hví so stórur munur er í hugsanini hjá tinglimum í samgonguni og andstøðuni. Kanningar vísa, at stóra fjøldin vil broyta hjúnarbandslógini. Haldi, eg sá einaferð kanning, sum segði, at 67% av fólkinum vildu geva teimum samtyktu somu rættindi sum í grannalondunum. Tíðin er við teimum samkyndu í Føroyum, og hjúnarbandslógin verður broytt fyrr ella seinni. Vónandi í næstum, so vit sleppa undan at tosa longur um hetta etiska álvarsmál.
Áhugavert í málinum um hjúnarbandslógina er, at so nógvar kvinnur vilja broyta lógini, og eg sá eisini í stóru skrúðgonguni seinast, sum fór fram við hjá okkum, hvussu nógvar ungar gentur og kvinnur og ungir dreingir og menn vóru við í skrúðgonguni. Sá eisini á portali, at politisk ungmannafeløg vilja hava broytt hjúnarbandslógina. Eg haldi, at tað er so forbannað politiskt ússaligt av Bárði Nielsan at blanda onnur politisk mál uppí málið um hjúnarbandslógina. Trygv mær, Bárður Nielsen er ikki maðurin, sum fer at menna Sambandsflokkin eftir stóra skrællið við seinasta løgtingsval. Orðini í Sosialinum mikudagin 25. november ber boð um hetta
Tey eldru, sum hava valt Sambandsflokkin fella við tíðini frá, og tey ungu vilja ikki negartivan og afturhaldandi sambandspolitikk. Mín meining er, at Sambandsfólk hava valt skeivan persón at leiða flokkin í framtíðini, tí tá Bárður kann úttala seg soleiðis um hjúnarbandslógina, har hann blandar øll onnur politisk mál uppí, sigur alt um sambandsleiðaran og harvið Sambandsflokkin. (Vagnur)

