
Teir sjey skótarnir avmyndaðir í 1943. Aftara røð f.v: Magnus Sørensen, Svend Poulsen (Bambus), Viggo Planck, Steingrím við Stein og Niels Debes. Framman fyri: Jógvan Jacobsen og Johannes Kragesteen. (Mynd SSB bókin)
Ein dagin kom eg fram á áhugaverda bók um Skótalið Sigmunds Brestissonar. Bókin var skrivað og givin út í 1951 í sambandi við, at skótaliðið fylti 25 ár. Í útvarpinum hevur Marius Rein greitt frá tíðini, tá hann var gulur skóti, men nógv kann leggjast aftrat, tí hetta skótalið hevur drúgva søgu. Skótarnir vóru nógv úti í natúrini, og vóru nógvir langir túrar í fjøllunum. Eitt var at ganga 25 ella 50 kilometrar, men í 1943 settu sjey eldri skótar sær fyri at ganga hundrað kilometrar úr Havn til Saksunar og heim aftur í sama døgni og uttan at sova. Áhugaverdur lesnarður um ferðina í bókini.
Tey sjey skótarnir vóru Magnus Sørensen, Svend Poulsen (Bambus), Viggo Planck, Streingrím við Stein, Niels Debes, Jógvan Jacobsen og Johannes Kragesteen. Fjúrtan dagar fyri ferðina gingu teir styttri túrar til tess at fyrireika seg til 100 kilometrar teinin. Skótarnir hildu tá til í skótahúsi á Bakkahellu. 5. juni 1943 klokkan fýra seinnapartin var farið av Bakkahellu, og leiðin gekk eftir Oyggjargøtuni. Tá var eingin Oyggjarvegur, fartelefon og aðrir hentleikar. Teir hildu fyrst leiðina fram við Skælingsfjalli til Leynar, og síðani eftir vegnum til Kvívíkar, har teir komu klokkan 20.10 um kvøldið.
Í Kvívík steðjaðu teir á eitt bil inni hjá Dánjali Magnussen, har borðreitt var fyri teimum við øllum góðum. Tíma seinni gingu teir eftir varðunum til Vestmannar, har teir vóru klokkan 22.30. Teir fóru á gátt hjá Hans Djurhuus, har blíðskapurin eisini var óførur. Eftir fittan steðg gekk leiðin eftir gøtuni til Saksunar. Her var lítil steðgur gjørdur av tí, at tað mitt á nátt, klokkan var vorðin 02.35. Skótarnir vóru troyttir, nú hálv leið var gingin, og var tað meira hugnaligt , nú tað fór at bera heim aftur.
Á vegnum úr Saksun til Kvívíkar steðgaðu teir lítla løtu í Vestmanna, har teir komu klokkan fimm um morgunin. Teir hildu fram til Kvívíkar, har teir stegðaðu litla løtu inni hjá Dánjal Magnussen, har teir fingu morgunmat. Klokkan 08.48 fóru teir úr Kvívík til Signabø, har teir komu klokkan 11.25. Stóra takið hjá troyttu skótunum var at fara niðan Hórisgøtu og fáa fatur í Oyggjargøtuni. Klokkan 14.15 stóðu teir sjey troyttu skótarnir á Dalavegnum eftir at hava gingið hundrað kilometrar í sama døgni og ikki sovið. Nógvir SSB skótar tóku ímóti teimum á Dalavegnum.
Til ein tílíkan túr krevst sjálvsagt gott og ljóst veður, og vóru skótarnir í so máta hepnir, tí veðrið var av tí besta alla tíðina. At enda kann leggjast aftrat, at tá skótarnir væl hýrdir fóru til gongu úr Havn og vóru komnir niðan á Oyggjarvegin, segði vælhýrdur skóti við hinar: “Nú eru bert 99 kilometrar eftir”, men hetta fall ikki í góða jørð hjá hinum seks. Einki stendur at lesa, hvør av teimum sjey segði hesi orðini.
Fyrsta teinin á túrinum prátaðu og skemtaðu skótarnir óført, men á heimferðini vóru troyttu skótarnir meira tigandi. Eitt brot er at lesa um Bambus, sum av og á fór burtur úr flokkinum og vildi ganga fyri seg sjálvan. Í endanum um túrin siga teir sjey skótarnir soleiðis: So var hesin frálíki túrur komin at enda, og vit kunnu ikki siga annað enn, at vit fara at minnast hann – hóast møði og trupulleikar – fram um allar aðrar túrar. Undirskrivað Tær slitnu klossurnar. (Vagnur)