Myndina omanfyri, sum eg fekk sendandi frá vinmanni úr Danmark, er av trimum farnum og kendum havnarmonnum. Myndin er tikin í Undirhúsinum í Vágsbotni. Menninir eru Poul Guttesen, Petur Nielsen og Hans Hansen, sum eg kendi allar meira og minni. Í mínum ungu døgum var Vágsbotnur og harvið Undirhúsið miðdepil í býnum. Eg kom heilt nógv í Undirhúsið serliga í 1980-árunum og seinni. Altíð áhugavert at hoyra eldri menn práta saman, og tú fekst nógv at vita um fiskivinnu, politikk, familjur og annað áhugavert í gerandisdegnum. Læs resten
Nakað vantar, tá tú ongantíð hevur hitt abbarnar ella ommurnar
Báðir abbar mínir doyðu, áðrenn eg varð føddur, og mangan á lívsleiðini havi eg saknað teir báðar, tí teir vóru serligir hvør á sín hátt. Báðir vóru skipsførarar, har annar var stýrimaður á fyrstu føroysku sluppini, sum fór fiskirannsóknarferð til Grønlands í 1906, og hin abbin var skipari, átti sluppir og tók stig at byggja stórt turkihús á Heygnum Mikla í 1934. Mammubeiggi mín Jógvan Christiansen, sáli og pápabeiggjarnir Ejler Michelsen, sáli, og Vagn Erik Michelsen siga niðanfyri soleiðis um abbar mínar, sum eg tí verri ongantíð havi hitt. Eg havi altíð følt, at okkurt tí vantar. Læs resten
Einar 300 villdunnur halda hesa ársins tíð til í Plantasjuni
Hvønn dag gangi eg fram við í ánni í Plantasjuni í Havn. Har eru nakrar fáar villdunnur, men fert tú niðan til báðar stóru hyljarnar, eru nógvar villdunnur. Umleið 300 dunnur hesa ársins tíð. Ein dagin kom eg at hugsa um, hvussu mangar villdunur munnu vera í Føroyum.
Eg spurdi ein mann, sum hevur dunnur, um hann visti nakað um hetta. -Tað yður við villdunnun kring landið, men hyggur tú í fuglabókina hjá Mikkjali á Ryggi, er at lesa, at lítið er til av villdunnu. Gongur tú fram við áum um summarið, sært tú ofta villdunnu. Læs resten
Aftur í 60 árini – Islanders er sprottin úr Realskúlanum (2)

Islanders avmyndaðir 1989. Frá vinstru: Jógvan Sofus Vágsheyg, Páll Kürberg, Niels Símun Johannessen, Jógvan Dahl og Símun Arge. (Mynd Vagnur)
Tá Neistin í tjúgu ár skipaði fyri tiltakinum Aftur í 60 árunum, var eitt av stóru málunum at fáa 60-ára bólkar aftur á pallin. Bólkar, sum ikki høvdu spælt saman í nógv ár, summir ikki síðani í 1960-árunum. Islanders úr Havn var ein av bólkunum. Bass-spælarin í bólkinum Símun Arge segði soleðis við undirritaða í eini leikskrá, sum var gjørd til tiltakið. Læs resten
Úr myndasavninum – Meira lív í miðbýin, hvat merkir nú tað?
Tá eg síggi myndina omanfyri, komi eg at minnast nógvu handlarnar, sum vóru frá Vaglinum oman á Kongabrúnna. Á niðastu hædd í Hotel Hafnia vóru millum annað handlarnir Sýran, Skilling, Hárfríðkanarstova, hinumegin vegin matvøruhandilin hjá Jacobi Lützen og blómuhandilin hjá Trónd Hansen. Longri niðri Kjøt, Tubakk, Centrum, handilin hjá Liffu, Baldursbrá, Blákollan, Gongin og Essaba. Eystan fyri Essaba, var handilin hjá Aage Dahl, Sápuhúsið, Radio-el, málingahandilin hjá Poul í Geil, og longri niðri Niels Arge, tubbakshandilin hjá Oscar Arge og handilin hjá Carl á Lag. Tá var nógv lív í miðbýnum, sum fólk nú sakna. Læs resten
So hyggja vit enn einaferð í stigatalvuna í bestu mansdeild
Stóru søgurnar og harvið broytingarnar í bestu mansdeild eru, at toppskjúttin Áki Egilsnes fer til Íslands. Nicklas Selvig flytir úr Kollafirði til Vestmannar, og at Mladen gevst sum málverji í Kyndli. Stóri spurningurin er, hvussu hetta fer at ávirka kappingina at koma í FM-finalurnar? Støðan í taptum stigum er, at H71 hevur einki stig tapt, KÍF tapt sjey stig, VÍF sjey stig, StÍF ellevu stig, Kyndil trettan stig, Neistin fjúrtan stig og Team Klaksvík tjúgu stig. Liðini spæla fýra umfør, og tí kann alt broytast ógvuliga skjótt. Læs resten
Aftur í 60 árini – Søgan um tónleikabólkin Cream Crackers (1)

Cream Crackers 1988. Frá vinstru: Birgar Johannessen, Hans Christian Clementsen, Sigurd Bech, Djóni Andreasen og Herálvur Andreasen. (Mynd Vagnur)
Eg fari í nøkrum greinum at leggja út nakað av tilfari, sum eg skrivaði í sambandi við Aftur í 60 árini, sum Hondbóltsfelagið Neistin skipaði fyri frá 1988 til og við 2007. Tað vil siga í fylgjandi tjúgu ár. Nógvar tók eg myndirnar, og nakrar av teimum kunnu gott síggjast enn einaferð. Myndin omanfyri frá 1988 er av vælumtókta 60 -ára bólkinum Cream Crackers og er tikin í sambandi við, at Cream Crackers spældi í høllini á Hálsi í 1988. Á myndini síggja vit frá vinstru Birgar, Hans Christian, Sigurd, Djóna og Herálv. Søgan um the Cream Crackers er í stuttum henda: Læs resten
Húsini hjá Daniellu skulu ikki burtur, fyrr enn Daniella er farin
Á Boðanesheiminum í Havn býr fyrrverandi lærarin Daniella Olsen. Hon fylti 102 ár 7. juni í ár og er fødd í 1913. Fert tú í Gundadali eystan fyri Tórsvøll, standa tvey hús tóm klár at beina burtur. Grivið er heilt tætt at grundini í størra húsinum, men sjálvt um Tórsvøllur mest sum er liðugt útbygdur, standa húsini hjá Daniellu framvegis. Og orsøkin er einfald. Læs resten
Politiska hornið – Samgongan skapar órógv í samfelagnum
Eg var ein av teimum mongu, sum ynsktu nýggja samgongu í Føroyum. Fólkið talaði á løgtingsvalinum seinast og vildi broytingar. Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin fingu vánaligt val, meðan serliga Javnaðarflokkurin gjørdi kvettið á valinum. Men ábyrgd og gott politiskt handalag fylgja stórum valsigrum. Ikki haldi eg, at nýggja samgongan hevur lagt væl frá landi, tí hon hevur skapt órógv í samfelagnum. Pensjonistarnir eru í øðini og tað sama tey lesandi. Ògvuslig hækking tildømis í tinglýsingum, brennievnið hækkar, og so ikki at gloyma rumbul í fiskivinnuni. Samgongan hevur tikið alt ov rívan til, nú tað stundar til jóla. Læs resten
Fyrstu ferð grein er tikin av aftur heimasíðuni
Hósdagurin, tað vil siga í gjár, var serligur dagur hjá mær í heimasíðuhøpi. Í hálvtfjórða ár havi eg skrivað 1134 greinar á heimasíðuni. Havi altíð lagt áherðslu á, at greinarnar vera skrivaðar á góðum føroyskum máli, sum einferð tilber, og førleikin røkkur. Greinin skal vera borðbar, tað vil siga, at fólk, sum eg geri samrøður við, kunnu síggja greinina, áðrenn hon fer á heimasíðuna. Tað skal alt vera rætt, sum eg skrivi, sjálvt um tú í ítróttagreinum spáar um úrslit og annað í komandi dystum. Hósdagin tók eg grein av aftur heimasíðuna, tí kvinna er ørg um, at eg skrivaði greinina uttan fyrst at tosa við hana. Hon nertur her við mítt trúvirði í míni skriving. Orsøkin, at eg skrivaði greinina er henda: So kann lesarin meta um. Læs resten






