Báðir abbar mínir doyðu, áðrenn eg varð føddur, og mangan á lívsleiðini havi eg saknað teir báðar, tí teir vóru serligir hvør á sín hátt. Báðir vóru skipsførarar, har annar var stýrimaður á fyrstu føroysku sluppini, sum fór fiskirannsóknarferð til Grønlands í 1906, og hin abbin var skipari, átti sluppir og tók stig at byggja stórt turkihús á Heygnum Mikla í 1934. Mammubeiggi mín Jógvan Christiansen, sáli og pápabeiggjarnir Ejler Michelsen, sáli, og Vagn Erik Michelsen siga niðanfyri soleiðis um abbar mínar, sum eg tí verri ongantíð havi hitt. Eg havi altíð følt, at okkurt tí vantar.
Mammubeiggi mín Jógvan Christiansen sigur soleiðis um Hvannasundsbrøðurnar Sámal og Christian Christiansen úr Norðdepli í bókini “Verjir fyri Havnarvág” eftir Mikkjal Helmsdal.
Christian var føddur 9. september 1874 og doyði 25. august 1944, og Sámal var føddur 20. august 1881 og doyði 29. august 1974. Christian og Sámal settu búgv í Havn, har teir bygdu sær báðir hús við Landavegin. Christian í 1901 og Sámal í 1909.
Teir komu báðir úr Norðdepli, synir Jógvan Christiansen, sum síðani á sumri 1879 hevði stjórnað útihandlinum hjá Jørgen Bech & Sønner har norðurin. Hesin Jógvan (1848-1940) og konan Elisabeth Mariane Debess (1849-1938) vóru annars av uppruna havnarfólk.
Annars er at siga um Jógvan, at hann sambært fólkteljingina í 1870 tá var komin til Eiðis at vera í handli har, sum danin Jens Jørgen Kruse skipari av Rømø rak fyri Jørgen Bech & Sønner, og at hann vanliga millum manna varð nevndur Havnar-Jógvan.
Tá ið Christian og Sámal vóru komnir til mans, keypti Jógvan saman við synunum fyrstu sluppina “Jubilee” til Norðdepils. Fyrstu árini høvdu teir skipara frá Gøtugjógv, men frá 1900 førdi Christian hana, til teir á heystið 1903 keyptu “King Arthur”, sum gjørdist eitt av kendu havnarskipum inn til seinna kríggið. Christian fór tá at føra King Arthur, og beiggin Sámal fór at føra Jubilee. Men heystið í 1909 gjørdist Jubilee vrak, tí sluppin kom ov nær landi í Skotlandi.
Teir keyptu síðani annað skip “Ternuna” frá Sørini Müller í Havn. Hana førdi Sámal til 1927, tá ið hon varð løgd. Síðan keyptu teir “Grundick”, sum Sámal koma at føra.
Havnar-Jógvan keypti handilin í Norðdepli frá Jørgen Bech & Sønner, og hann fór undir at turka fisk í bygdini, so eisini heimafólkið har vann væl av peningi. Men tá ið komið var inn í 1930-árini byrjaði innandura turking at gera seg galdandi, og tað kom at vera í Havn. Hvannsundsmenninir bygdu turkihús á Heygnum Mikla í 1934, og tað var Jógvan elsti sonur Christian, sum stóð fyri arbeiðinum. Teir turkaðu fisk til miðskeiðis í 60-árunum, tá ið fiskaturking í Føroyum so líðandi helt uppat.
King Arthur var í Íslandi í 1941 og keypti fisk til bretska marknaðin, men ein dagin, hon lá fyri akkeri úti fyri Njarðvík, brast hann á við ódnarveðri. Har beyðst ikki bót, skipið rak á land og varð vrak. Tá var Havnar-Jógvan farin, hann doyði í 1940 – 91 ára gamal. Grundick var í vinnu til inn í 60 árini, tá ið hon varð løgd. Hon lá inni á Kollafirði, men í eini útsynningsódn sleit hon og rak tvørtur um Tangafjørðin og á land á Eysturoynni, har hon gjørdist vrak.
Sámal gjørdist ein gamal maður, hann doyði í 1974 og var farin um tey 93 árini.
Tveir av synunum hjá Christiani vóru vinnulívsmenn. Hin eldri Jógvan, sum hevði roynt seg sum bónda í Grønlandií nøkur ár, fór saman við systkinabarninum Guttormi í Hvannasundi at reka handil og annað í Kollafirði undir heitinum P/F Langasandur. Hin sonur Havnar-Jógvan Debes helt fram við virkseminum, sum familjan hevði rikið í Havn: Turkihús, skip o.a. Turkihúsið stendur enn á Heygnum Mikla.
Pápabeiggi mín Vagn Erik Michelsen, sum býr á Tjarnargarði, og Ejler Michelsen, sum er farin, siga soleiðis um abba mín Hans Jacob Michelsen við Mikkjal Helmsdal í bókini “Verjir fyri Havnarvág”.
Hans Jacob Michelsen (Hans Jakku í Dalólastovu) er føddur 17. november 1878 og doyði 27. feburar 1943. Hans Jakku fekk skiparaprógv 29. mars 1897, og tað varð tikið umborð á krússaranum Hejmdal, men einki verður sagt um, hvør lærarin var.
Sum hjá allarflestu føroyingum tá var sjógvurin álitið hjá Hans Jakku. Hann var til skips við ymsum skipum millum øðrum William Martin í Rituvík og Beautiful Star í Havn. Í átta ár var hann bestimaður hjá Jens Mohr við Lalla Rookh.

Hans Jakku abbi var stýrimaður við fyrstu sluppini, sum fór fiskirannróknarferð til Grønlands í 1906. (Mynd Vìkingasynir)
Í 1906 var fyrsta árið, føroyingar vóru royndarfiskiskap í Grønlandi. Tvey skip skuldu fara: Karin hjá Napoleon í Dali í Havn og Havgásin hjá Tummasi við Kráir í Vági. Hans Jakku var tá við Havgásini sum bestimaður. .
Í 1908 var danska havrannsóknarskipið Thor inni á havnini og sóknaðist eftir evnum til bátsmann. Teir vóru á veg til kanningarferð i Miðal- og Svartahavinum. Tað var Hans Jakku, sum fór við. Ferðin vardi í tríggjar mánaðir.
Tann stóri skipaflotin, vit longu høvdu fingið um aldarmótið, kravdi nógv arbeiði við seglum, so í Havn eins og í øllum størru bygdum sótu menn í pakkhúsloftum um vetrarnar og bøttu og seymaðu segl. Ein av hesum monnum var Hans Jakku. Í 1906 var hann har suðurin á Gørðunum og seymaði segl. Høvuðsrørindini mundu tó helst vera at leggja vágbingum lag á at skera segl til.
Tá var Hans Jakku ein av teimum fáu í landinum, sum dugdi hetta kynstri. Tað segldúksarbeiði, sum ikki kravdi rúmsátt arbeiðspláss, so sum segl til bátar og motorar, bjargingarbelti o.a. tók hann sær av heima við hús.
Seinastu umleið fimtan árini áðrenn hann gjørdist havnarmeistari, var Hans Jakku handilsforvaltari hjá J.P. Evensen & Søn, og tók hann sær av hesum starvi m.a. av fiskaturkingini.
Hans Jakku var í býráðnum frá 1922 til 1934 og alla tíðina varaformaður. Hann var havnarmeistari frá 1. desmeber í 1929 til 31. desember 1941. Hann var eisini limur í havnarnevndini frá 1913 til 1920.
PS. Ommurnar Amanda Michelsen og Sigrid Christiansen doyðu báður í 60 árunum. (Vagnur)


