Hvønn dag gangi eg fram við í ánni í Plantasjuni í Havn. Har eru nakrar fáar villdunnur, men fert tú niðan til báðar stóru hyljarnar, eru nógvar villdunnur. Umleið 300 dunnur hesa ársins tíð. Ein dagin kom eg at hugsa um, hvussu mangar villdunur munnu vera í Føroyum.
Eg spurdi ein mann, sum hevur dunnur, um hann visti nakað um hetta. -Tað yður við villdunnun kring landið, men hyggur tú í fuglabókina hjá Mikkjali á Ryggi, er at lesa, at lítið er til av villdunnu. Gongur tú fram við áum um summarið, sært tú ofta villdunnu.
Fyri tíggju árum síðani var eg í farloyvi sum lærari og arbeiddi í Plantasjuni, og hetta var frálíkt og spennandi arbeiði. Millum annað fóðraðu vit hvønn dag smáfuglarnar, men serligt var at fóðra nógvu villdunnurnar um veturin, sum hildu til í báðum stóru hyljunum. Var frálíkt veður, fingu dunnurnar nóg mikið eta frá fólki, sum við børnum komu í Plantasjuna. Men var vánaligt veður, komu fá fólk til hyljarnar, og tá máttu vit geva dunnunum.
Í Fuglabókini stendur millum annað um villdunnuna: Villdunnan er hjá okkum alt árið. Steggin er mestu tíðina á ári av litfríðastu fuglum. Høvd og hálsur hava ein glitrandi grønan lit, snøgt avmarkaður við einum hvítum ringi niðast um hálsin. Bringan brúnlig. Mitt á vonginum er ein glitrandi bláur fyrhyrntur litur, kallaður “spegilin”, avmarkaður við einari svartari og hvítari striku. Steggin rýmir, meðan bøgan liggur á og heldur til í einum steggjaflokki, meðan hann missir flogfjaðrarnar. Bøgan er brún og ikki eins litføgur og steggin.
Fyri tað mesta eigur villdunnan tætt við eina á ella eitt vatn, oftast undir vatnbakkanum. Eggini er vanliga átta til tíggju egg, og tá ið bøgan fer av, breiðir hon oftast dún aftur yvir eggini, so tey kunnu vera verri at fáa eigu á. Eftir fýra vikur koma ungarnir út. Og so skjótt teir eru turrir , fer mamman við teimum at vatninum, og tað er ótrúligt, sum ungarnir eru kvikir til fóts. Eftir sjey, átta vikur eru ungarnir floygdir.
Trupulleikin í Plantasjuni er, at har eru bæði kettur, krákur og likkur. Steggin er ikki stór hjálp hjá bøguni at ansa ungunum, og fáir ungar koma undan. Í verpingartíðini, sum er í mai mánað og út í september mánað, minka villdunnar í Plantasjuni, og tá eru bara ein tretivu dunnur. Hetta er gamlar dunnur, sum eru ov gamlar at reiðrast.
Onkur leggur óivað til merkis, at eg brúki navnið Plantasja og ikki Viðarlund. Ein viðarlund er plantaður skógvøkstur sambært orðbókini, men síðani eg var smádrongur, fóru vit niðan í Plantasjuna, og hetta navnið kemur altíð at vera í mínum hugaheim. (Vagnur)

