
Islanders avmyndaðir 1989. Frá vinstru: Jógvan Sofus Vágsheyg, Páll Kürberg, Niels Símun Johannessen, Jógvan Dahl og Símun Arge. (Mynd Vagnur)
Tá Neistin í tjúgu ár skipaði fyri tiltakinum Aftur í 60 árunum, var eitt av stóru málunum at fáa 60-ára bólkar aftur á pallin. Bólkar, sum ikki høvdu spælt saman í nógv ár, summir ikki síðani í 1960-árunum. Islanders úr Havn var ein av bólkunum. Bass-spælarin í bólkinum Símun Arge segði soleðis við undirritaða í eini leikskrá, sum var gjørd til tiltakið.
Bólkurin er sprottin úr Realskúlanum, har nakrir unglingar funnu saman og stovnaðu bólkin Islanders. Jógvan Dahl, Niels Símun Johannessen og Símun Arge gingu í sama flokki. Hetta má vera í 1965. Islanders spældi nógv í Losjuni og spældi eisini nógv til skótaveitslur.

Islanders í Sjónleikarhúsinum í 1967. Frá vinstru: Niels Símun Johannesen, Páll Kürberg, Jógvan Dahl, Jógvan Sofus Vágsheyg og Símun Arge.
Islanders spældi fyrst við einari manning til 1967, síðan fór útskifting fram, tí tónleikarar fóru av landinum. Islanders spældu fyri seinastu ferð á ólavsøku 1969. Tá kom so ein langur steðgur í, til Neistin í 1989 heitti á Islanders at spæla í tiltakinum Aftur í 60 árini. Ì 1989 var manningin Símun Arge, Jógvan Dahl, Jógvan Sofus Vágsheyg, Niels Símun Johannessen og Páll Kürberg. Aðrir, sum eitt skifti eisini vóru í bólkinum vóru Johan Mc Donald, Cristian Poulsen og Robert Mc Birnie.

Páll Kürberg var góður sangari, og so minnist eg eisini hann sum frálíkan fótbóltsspælara. Frá ungum árum hevði Páll trupulleikar við lungunum, og hetta órógvaði hann eitt sindur, tá hann sang og spældi fótbólt. (Mynd Vagnur)
Islanders gjørdist føroyameistari
Í 1967 var stórhending í Sjónleikarhúsinum, tí tá varð skipað fyri størsta “poppshowi” nakrantíð. Í november mánað var Sjónleikarhúsið stúgvandi fult við ungum fólk. Á pallin skuldu kappast bólkarnir Bumle Bees, Cream Crackers, Islanders, Leikar, Silly boys, Snippies og Thunderbirds. Eitt sokallað føroyameistaraskap.
Kappingin fór fram á tann hátt, at áhoyrarar, sum høvdu keypt sær leikskrá, sluppu at atkvøða, hvør tónleikabólkur var best, men veikleikin var, at allir áhoyrararnir høvdu ikki keypt sær leikskrá. Hetta fanst millum annað Sosialurin at.
Skipað var eisini fyri mótasýning og GO GO dansi. Kappingin var leygarkvøld og sunnukvøld, og Sjónleikarhúsið var fullsett bæði kvøldini. Islanders vann kappingina. Sosialurin skrivar, at Silly boy, Thunderbirds og Islanders spældu best.
Til stuttleika kann nevnast, at atgongumerkini kostaðu níggju krónur leygarkvøldið og tólv krónur sunnukvøldið kvøldið, tá kappingin endaði. Frásøgufólk vóru Elin Mouritsen, Jákup Zahle og Heini Davidsen. (Vagnur)
Islanders var sum omanfyri sagt við í Aftur í 60 árunum í 1989, men tíggju ár seinni í 1999 var Islanders aftur á pallinum í høllini á Hálsi. Tá var manningin Símun Arge, Jógvan Dahl, Niels Símun Johannessen, Christian Poulsen og Robert McBirnie. (Vagnur)
