Havi nógv góð minni úr Undirhúsinum í Vágsbotni

Frá vinstru Poul Guttesen, Petur Nielsen og Hans Hansen.
Frá vinstru Poul Guttesen, Petur Nielsen og Hans Hansen.

Myndina omanfyri, sum eg fekk sendandi frá vinmanni úr Danmark, er av trimum farnum og kendum havnarmonnum. Myndin er tikin í Undirhúsinum í Vágsbotni. Menninir eru Poul Guttesen, Petur Nielsen og Hans Hansen, sum eg kendi allar meira og minni. Í mínum ungu døgum var Vágsbotnur og harvið Undirhúsið miðdepil í býnum. Eg kom heilt nógv í Undirhúsið serliga í 1980-árunum og seinni. Altíð áhugavert at hoyra eldri menn práta saman, og tú fekst nógv at vita um fiskivinnu, politikk, familjur og annað áhugavert í gerandisdegnum.

Undirhúsið var serligt fyri okkum, sum høvdu bát og bil, tí oljuna til bátin keyptu vit frá Zacharisi á Argjaboða og seinni Peturi Nielsen, sum ansaðu oljusøluna. Eisini keyptu vit agn í Undirhúsinum, sum var eitt trongt smalt rúm innan fyri oljupumpuna. Seinni var størri rúm fingið aftrat suðureftir við síðuna av gamla Undirhúsinum, har møguleiki var at lesa bløð og spæla kort á fleiri borðum.

Góða myndin omanfyri er fyri meg serlig, tí fara vit fyrst til Poul Guttesen, fyrrverandi býarverkfrøðing, so kendi eg Poul heilt væl. Hann var pápi vinmann mín Finn Bjørn Guttesen, sum býr á Fjóni í Danmark. Eg vitjaði mangan Poul, sum var áhugarverdur at práta við. Hann var fegin um vitjanina, og hann bað meg altíð koma skjótt aftur. Havi á heimasíðuni skrivað grein um Poul Guttesen.

Nógv fólk kom í Undirhúsið at keypa olju, bensin og agn.
Nógv fólk komu í Undirhúsið at keypa olju, bensin og agn. (Christian Holm Jacobsens myndasavn)

Poul var sonur Johannes Simion Guttesen úr Havn, róptur Gutta Jens, og Elsebeth Kristinu Poulsen úr Vestmanna. Poul og tey vóru níggju systkin, og 22 ár vóru millum Poul, sum var elstur, og Karl, sum var yngstur. Øll sysktini eru fødd í húsum á Gripsvegi, har Karl býr. Poul, sum var giftur Hedvig, var føddur 4. oktober 1911 og doyði 15. februar 1996.

Maðurin í miðjuni eitur Petur Nielsen, sum í nógv ár sigldi sum stýrimaður við skipum hjá DFDS. Petur er úr stórum systkinaflokki, tí Niels í Heiðinum og konan Anna Maria, sum var av Argjum, áttu tólv børn. Seks gentur og seks dreingir. Barnaheimið hjá Peturi stendur við Tórsgøtu.

Eg kom serliga at kenna Petur, tá hann kom at arbeiða á oljustøðini í Vágsbotni, eftir at Zacharis á Argjaboða var givin. Petur átti bát, og hetta prátaðu vit mangan um, og so var hann virkin í Havnar Róðrarfelag. Tað vóru hann og Eigil Hansen, sum gjørdu fyrsta fasta startin undir Argjalandi. Teir báðir startaðu eisini í nógv ár kappróðrarbátar á ólavsøku. Petur var føddur 30. juli 1918 og doyði 21. september í 2003.

Ì 1977 flutti Poul Hansen heilsøla niðan á Háls. (Mynd Christian Holm Jacobsens myndasavn)
Í 1977 flutti Poul Hansen heilsøla niðan á Háls. (Mynd Christian Holm Jacobsens myndasavn)

Hans Hansen, sonur Poul Hansen, hevði eg ikki nógv samband við, men Hans var virkin í Lions, sum skipaði fyri fleiri fiskikappingum. Bátur okkara var við í mangari fiskikapping, og sannur dámur var í Vágsbotni, tá silvurtoskurin var handaður vinnarunum, og fiskurin seldur á uppboðssølu. Hans og teir vóru fimm brøður. Jákup og Helgi fluttu til Danmarkar, har Helgi er enn á lívi. Síðani vóru Aksel, Jørgen og Hans. Kona Hans æt Frida og var av Eiði.

Hans tók við leiðsluni av stóru heilsøluni, tá pápin legði frá sær. Poul Hansen byrjaði at reka heilsølu miðskeiðis í 1920-árunum og helt til á Bryggjubakka og við tíðini víðkaði virksemið við bygningi á Eystaru bryggju, og í 1956 varð fingið innivist fyri frystigoymsluni hjá Bacalao. Í 1977 bygdu tey nýggjan bygning uppi á Hálsi, og tá var syrgt fyri, at bæði skrivstovur, goymslur, herundir eisini frystigoymslur, vóru í sama bygningi.

Minnist einaferð, at eg bankaði á hurðina á kontórinum hjá Hans Hansen. Ørindi míni vóru at fáa eina lýsing til blað hjá Neistanum. Hans helt, at hann hevði stuðlað Neistanum nóg mikið og vildi ikki rættiliga út við lýsingini. Eg mátti finna uppá okkurt, so eg fekk lýsingina. Segði við Hans, at nú hevði eg stuðlað Lions í so nógv ár, tí bátur okkara var við í hvørjari fiskikapping. Rósti fiskikappingini, sum var frálíkt tiltak, og at innkomni peningurin fór til gott tiltak. Tá blotnaði Hans, og eg fekk lýsingina. Hans var føddur 29. juli 1922 og doyði 1. apríl 2001.

Undirhúsið er framvegis í Vágsbotni, men ikki á sama hátt,  sum tá bensinstøðin var har. Nú eru eisini so nógvir menn farnir, sum hildu lív í undirhúsinum. (Vagnur)

 

 

 

 

 

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply