Á Boðanesheiminum í Havn býr fyrrverandi lærarin Daniella Olsen. Hon fylti 102 ár 7. juni í ár og er fødd í 1913. Fert tú í Gundadali eystan fyri Tórsvøll, standa tvey hús tóm klár at beina burtur. Grivið er heilt tætt at grundini í størra húsinum, men sjálvt um Tórsvøllur mest sum er liðugt útbygdur, standa húsini hjá Daniellu framvegis. Og orsøkin er einfald.
Mær er sagt, at tá Daniella lat Tórshavnar kommunu húsini og grundøkið í sambandi við útbyggingini av Tórsvølli og harvið Gundadali, fylgdi treyt við, at húsini skulu ikki takast niður, fyrr enn Daniella er farin. Og kommunan kann koma at bíða nakað enn, tí Daniella er 102 ára gomul.
Daniella er serlig og hevur altíð verið serlig. Ein vitug býarmynd í Havn, sjálvt um hon er fødd á Sandi dóttir Kathrinu Olsen í Horni á Sandi. Daniella tók læraralprógv á Føroya Læraraskúla 1935 og hevur verið lærari í Klaksvíkar Millum og Realskúla 1952-1957, í Tekniska skúla í Havn frá 1957-1958, Føroya Millum og Realskúla frá 1959-1961 og var lærari á Føroya Studentaskúla 1964-1974.
Daniella tók cand.mag. prógv í týskum og enskum 1954. Eg síggi fyri mær hesa eldru kvinnuna ella rættari sagt býarmyndina ganga úti í øllum veðri við brúnu skúlataskuni í aðrari hondini. Eg gekk eitt skifti í realskúla í Hoydølum, og tá hevði Daniella eitt prutl við motori framman. Tá næmingar spurdi hana, hví hon leiddi súkkluna omaneftir, segði hon, at hon tordi ikki væl at súkkla omanbrekka, men tá hon skuldi niðan úr Hoydølum, var motorurin henni góður.
Eisini kom Daniella at vera lærari hjá mær, tá eg gekk á kvøldskúla. Hetta var teknisk fyrireikingarskeið í tveir vetrar, sum svarar til 8. og 9. flokk. Ì flokkinum vóru nógvir handverkarar, sum á ungum árum ikki tímdu at ganga í skúla, og nú skuldi vinna tað forsømda inn aftur. Vit høvdu Daniellu í donskum. Frálíkur lærari men egin og ógvuliga treisk. Summir næmingar høvdu teirra dyst við Daniellu, men sjálvur fann eg skjótt útav, at tagdi tú og gjørdi, sum Daniella segði, var eingin trupulleiki.
Daniella gjørdist kend kring landið fyri nøkrum árum síðani, tá hon boðaði alment frá, at hon ynskti, at bókasavn skuldi byggjast í Sandi. Umframt tvær milliónir krónur til nýggja bókasavnið, lat hon eisini sítt rúgvusmikla bókasavn og rúgvu av savnaraeintøkum til savnið. Talan var um nógvar forkunnugar bøkur, sum henda eldra sandskona vildi lata bygdini og oynni, sum hon altíð hevði havt so stóran tokka til. (Vagnur)


