Stóru søgurnar og harvið broytingarnar í bestu mansdeild eru, at toppskjúttin Áki Egilsnes fer til Íslands. Nicklas Selvig flytir úr Kollafirði til Vestmannar, og at Mladen gevst sum málverji í Kyndli. Stóri spurningurin er, hvussu hetta fer at ávirka kappingina at koma í FM-finalurnar? Støðan í taptum stigum er, at H71 hevur einki stig tapt, KÍF tapt sjey stig, VÍF sjey stig, StÍF ellevu stig, Kyndil trettan stig, Neistin fjúrtan stig og Team Klaksvík tjúgu stig. Liðini spæla fýra umfør, og tí kann alt broytast ógvuliga skjótt.
Eg hevði frá byrjan rokna við, at H71, Kyndil og KÍF vóru bestu boðini at koma í FM-finalarnur, serliga tí Nicklas Selvig var komin aftur til Kollafjarðar. Kyndilsliðið hevur snávað serliga orsaka av skaðum, leikbanni, vantandi spæliloyvi ella rættari sagt, liðið higartil ongantíð hevur verið fullmannað til dyst. Brekkan hjá Kyndli er í løtuni brøtt at koma í FM-finalurnar, men møguleikin er sjálvandi har, tí vit spæla enn í øðrum av fýra umførum. Men tá tú tildømis hevur tapt seks stig fleiri enn VÍF og KÍF, so mást tú vinna mest sum allar dystirnar ímóti hesum liðum í triðja og fjórða umfari.
| 04.12.2015 20.00 | Klaksvíkar Badmintonhøll | A137 | Team Klaksvík | Kyndil | ||||
| 05.12.2015 18.00 | Ítróttarhøllin í Kollafirði | A138 | KÍF | VÍF | ||||
| 06.12.2015 16.00 | Høllin á Hálsi | A139 | Neistin | StÍF | ||||
| 13.12.2015 16.00 | Ítróttarhøllin á Skála | A140 | StÍF | Team Klaksvík | ||||
| 13.12.2015 16.00 | Hoyvíkshøllin | A141 | H71 | KÍF | ||||
| 16.12.2015 19.30 | Hoyvíkshøllin | A142 | H71 | StÍF | ||||
| 16.12.2015 20.00 | Høllin í Vestmanna | A143 | VÍF | Neistin | ||||
| 18.12.2015 20.00 | Høllin á Hálsi | A146 | Kyndil | KÍF | ||||
| 19.12.2015 15.00 | Høllin á Hálsi | A144 | Neistin | H71 | ||||
| 19.12.2015 16.00 | Ítróttarhøllin á Skála | A145 | StÍF | VÍF |
Vónleyst er í løtuni at siga, hvat seinna liðið spælir FM-finalurnar ímóti H71. Hyggja vit eftir dystunum fram til jóla, so skulu vit fyrst hyggja at dystinum nú leygardagin millum KÍF og VÍF. Týndingarmikil dystur fyri bæði liðini. Síðani spæla H71 tveir heimadystir ímóti KÍF og StÍF tann 13. desember og 16. desember. 18. og 19. desember eru aftur tveir áhugaverdir dystir, tí tá spæla Kyndil og KÍF í Havn, og StíF tekur ímóti VÌF. Sigi alt hetta, tí eg rokni við, at hesir dystir koma at gera av, um serliga Kyndil og StíF detta av FM-vogninum, tí so nógv stig eru tapt higartil.
Spennandi at fylgja við, hvussu VÌF liðið fer at hátta sær við Nicklas Serlvig á liðnum, og hvønn týdning tað hevur fyri kyndlamenn, at Mladen ikki stendur í málinum. Ì løtuni eru VÍF og KÌF í góðari støðu at náa FM-finalurnar, meðan brekkan hjá StÍF og Kyndli er vorðin dekan ov brøtt. Alt hetta fáa vit at vita virkurnar fram til jóla.
Nú hevur H71 vunnið allar dystirnar higartil serliga takkað verið útlendingunum Peter Krogh og Mark Marcher í álopinum, og sum hava skotið hundrað fyri H71 higatil. Alt gott um, at H71 hevur góða verju, men tað var serliga ein fongur, at liðið fekk Peter Krogh. Slíkir spælarar gera veruligan mun í føroysku kappingini. (Vagnur)
| mier | Lið | Dystir | V.m. | T.m. | Munur | Stig |
| 1 | H71 | 11 | 310 | 237 | 73 | 22 |
| 2 | KÍF | 10 | 252 | 217 | 35 | 13 |
| 3 | VÍF | 10 | 270 | 263 | 7 | 13 |
| 4 | StÍF | 10 | 264 | 260 | 4 | 9 |
| 5 | Kyndil | 11 | 284 | 288 | -4 | 9 |
| 6 | Neistin | 10 | 234 | 252 | -18 | 6 |
| 7 | Team Klaksvík | 10 | 230 | 327 | -97 | 0 |
