Flemming Raben hugleiðir eitt sindur um kvinnukappingina

Flemming venur neistakvinnur saman við Jacob Jónsson. (Mynd Vagnur)

Flemming venur neistakvinnur saman við Jacobi Jónsson. (Mynd Vagnur)

Kvinnuliðini í bestu hondbóltsdeildini eru farin í jólafrí, men longu 3. januar eru dystir aftur á skránni. Neistin og Kyndil eru topplið og spæla uttan iva FM-finalurnar. Flemming Raben venur neistakvinnur, og eg havi biðið hann siga nøkur orð um, hvat hann heldur um liðni í deildini. Sjálvur er hann væl nøgdur við úrtøkuna hjá neistakvinnum higartil, tí fleiri spælarar vóru jú givnir á liðnum. – Kyndilskvinnur er eitt vælskipað lið, men so eri eg skuffaður, at Stjørnan og VB ikki klára seg betur, sigur Flemming millum annað. Læs resten →

Vit fara at síggja beinharða kapping um seinna FM-finaluplássið

Í míni hondbóltsverð er H71 ikki einsamalt favorittur at vinna FM-heitið. Men í FM-finaluna kemur liðið, hóast trý stig av fýra eru tapti seinastu dagarnar.
H71 vinnur grundspælið, men er ikki mín favorittur at vinna FM-heitið.

Áhugavert at hyggja í stigatalvuna, nú liðini í bestu mansdeild fara í jólafrí. Eisini áhugavert at síggja, at H71 seinastu dagarnar hevur mist trý stig, og hvussu stóran týdning danin Peter Krogh hevur fyri H71 liðið. Hann skjeyt sjey mál dystinum ímóti Neistanum og er lykilin, um H71 skal vinna FM-heitið. Eisini áhugavert, at neistamenn herfyri knappliga vinna á StíF og í dag spæla javnleik 20-20 ímóti H71. Men mest áhugaverda er, at nú eru kyndilsmenn veruliga við aftur. Kyndil varð liðið, sum eg heilt gjørdist topplið í vetur, tí manningin var so góð á pappírinum, men Kyndil fekk ringa byrjan. Vónleyst at siga, hvat lið spælir FM-finalurnar ímóti H71 várið komandi. Øll liðini uttan H71 hava verið óstøðug og mist heilt nógv stig. Læs resten →

VÍF kvinnurnar eru nú seks spælarar færri í hópinum

Brekkan at røkka FM-finaluplássinum er nú vorðin enn brattari hjá VÍF-kvinnum.

Brekkan at røkka FM-finaluplássini er nú vorðin enn brattari hjá VÍF-kvinnum.

Æltanin var, at VÍF kvinnurnar í vetur skuldu veruliga býta frá sær, tí fyri kappingina hevði VÍF frálíka manning, og venjarin Geir Wardum hevði einar sekstan spælarar í hópinum. Málið var at koma í FM-finalurnar og kanska eisini spæla steypafinaluna. Umframt verandi spælarar kom Marianna Holm Jacobsen og málverjin Kristina Griksaite at styrkja liðið, og Durita C. Jojic skuldi koma aftur á høgrabakkin eftir barnburðarfarloyvi frá hondbóltinum. Nú kapping er hálvrunnin og alt vent á høvdið, og ikki sær gott út hjá VÍF kvinnum. Seks spælarar eru ikki tøkir hjá venjaranum. Eg havi tosað við venjaran Geir Wardum, og hann sigur. Læs resten →

Perónbilatalið í Føroyum er vaksið við 1400 bilum í tvey ár

Nógvir bilar á Skálatrøð og nógvir bátar á vágni. (Mynd Vagnur)

Nógvir bilar á Skálatrøð og nógvir bátar á vágni. (Mynd Vagnur)

Til stuttleika ringdi eg til Akstovuna í gjár til tess at fáa seinastu tølini, hvussu nógv akfør er skrásett í Føroyum. Hetta gjørdi eg eisini fyri einum og tveimum árunum síðani. Støðan er púra greið, bilatalið í Føroyum veksur alsamt, og bara persónbilatalið er vaksið við 1400 bilum í tvey ár. Fyri tveimum árum síðani vóru 20.500 persónbilar og nú 21.916 persónbilar skrásettir 16. desember 2015. So koma allir aðrir bilar aftrat. Við vørubilum, lastbilum, motorsúkklum, prutlum og øðrum akførum, hava 32.965 akfør nummarplátu. Læs resten →

Úr myndasavninum – Kyndil 2. deild vinnur FM-heitið í 1967

Kyndil vinnur 2. deild í 1967. Standandi f.v: Sólrun Michelsen, Elsa Pálsdóttir, Peddy Davidsen og Arnleyg Eikholm. Fremst f.v: Marita Tórsheim, Vilbjørg Tórsheim og Sonja Klein. (Mynd Jørgen Lützen).

Kyndil 2. deild í 1967. Standandi f.v: Sólrun Michelsen, Elsa Pállsson, Peddy Davidsen og Arnleyg Eikholm. Fremst f.v: Marita Tórsheim, Vilbjørg Tórsheim og Sonja Klein. (Mynd Jørgen Lützen).

At fáa eina góð mynd í hondina, er sum at fara á flot. Tú gerst forvitin at fáa at vita meira um myndina, og harvið leggja nøkur orð aftrat myndini. Liðmyndina av kyndilskvinnum tók Jørgen Lützen í 1967, eftir at 2. deildarliðið hjá Kyndli vann 2. deild. Genturnar á myndini er javngamlar við meg, og flestar kenni eg væl. Havi ringt til Sonju Klein, sum er á myndini, og spurt hana eitt sindur um myndina og tíðina, tá hon spældi hondbólt. Og Sonja sigur soleiðis: Læs resten →

Bringureyði er komin aftur at vitja okkum á jólum

Ein forvitin bringureyði í garðinum í morgun. (Mynd Vagnur)

Ein forvitin bringureyði í garðinum í morgun. (Mynd Vagnur)

Aftur í vetur eru báðir bringureyði at síggja í garðinum, havi ikki sæð teir áður í vetur. Eg er næstan vísir í, at hetta eru somu bringureyði, sum vit sóu tíðliga í vár og um hesa tíðina í fjør. Tað eydnaðist mær í morgun at fáa mynd av tí eina bringurreyða. Vakur fuglur og til tíðir spakur. Nakað um bringureyða er at lesa niðanfyri. Spennandi at geva fuglunum uttanfyri. Læs resten →

Politiska hornið – Poul Michelsen vantar í politiska kjakinum

Tinghúsið-aNúverandi samgonguflokkar kláraðu seg væl í kjakinum mánaðirnar fyri løgtingsvalið. Teir vístu á nógv áhugavert, sum kundi mennast og gerast betur í okkara samfelag. Sjálvt um eg ikki velji Framsókn, so haldi eg, at Poul Michelsen stóð stinnur í kjakinum og var góð mótvekt ímóti serliga braneggaðum sambandsfólkum og fólkafloksfólkum. Men nú hava vit nýggja samgongu, og eg haldi, at politiska kjakið hevur slagsíðu, serliga tí Poul Michelsen og Høgni Hoydal eru vorðnir landsstýrismenn. Frálíku røddirnar eru mest sum tagnaðar og burtur í politiska kjakinum millum mannað. Læs resten →

Serliga danska venjaratoymið snávaði ímóti Ungarn

Spælstýrarin Kristine (Mulle) Kristiansen var slett ikki í sálarligari javnvág ímóti Ungarn.

Spælstýrarin Kristine (Mulle) Kristiansen var slett ikki í sálarligari javnvág ímóti Ungarn.

Tá eg herfyri sá danska kvinnulandsliðið í hondbólti spæla venjingardystir í Spania, hugsaði eg mítt. Venjarin Klaus Bruun Jørgensen royndir at læra spælarar á verja longri frammi á vølli, men veruleikin er, at danska kvinnulandsliðið hevur mest sum altíð vart 6-0 við fáum broytingum. Skalt tú verja frammi á vølli, mást tú hava spælarar, sum megna hetta og hava ávíst fótskifti. Ímóti Serbia gekk hampuligt, tó við nógvum útvísingum til danir, tí donsku spælaranir vóru ov seinir. Longu tá fimm, tíggju minuttir vóru farnir av dystinum millum Danmark og Ungarn sást týðuliga, at Danmark fór at tapa dystir. Danski venjarin Klaus Bruun Jørgensen var tikin á bóli og kom ongantíð fyri seg í dystinum. Læs resten →

Úr myndasavninum – Kvinnurnar spældu fyrsta landsdystin 2. november 1974 (e)

Føroyska kvinnulandsliðið 1974. Húkandi f.v: Margit Frisdahl, Kyndil, Halgerð Midjord, Kyndil, Sigrid Andreasen, Stjørnan, Erla Olsen, VÍF, Marjun á Plógv, Kyndil, Jónfríð Sólbjørg, Stjørnan, Johanna Andreasen, Stjørnan, Guðrun Dalsgarð, Kyndil, Súsanna Michaelsen, Stjørnan, Svanna Hanusardóttir, Neistin og Jacobina Joensen, Stjørnan. Tórgerð Klein, Neistin og Jórun Ljósstein, Stjørnan vanta á myndini.

Føroyska kvinnulandsliðið 1974. Húkandi f.v: Margit Frisdahl, Kyndil, Halgerð Midjord, Kyndil, Sigrid Andreasen, Stjørnan, Erla Olsen, VÍF, Marjun á Plógv, Kyndil, Jónfríð Sólbjørg, Stjørnan, Johanna Andreasen, Stjørnan, Guðrun Dalsgarð, Kyndil, Súsanna Michaelsen, Stjørnan, Svanna Hanusardóttir, Neistin og Jacobina Joensen, Stjørnan. Tórgerð Klein, Neistin og Jórun Ljósstein, Stjørnan vanta á myndini.

Føroyska kvinnulandsliðið í hondbólti spældi fyrstu landsdystirnar í 1974. Í Havn 2. novembur ímóti Íslandi og í Klaksvík 3. november ímóti Íslandi. Ísland vann fyrsta dystin 11-7 og seinna dystin 18-7. Myndin omanfyri er av íslendska landsliðnum og føroyska landsliðnum. Føroysku spælararnir síggjast fremst húkandi, og íslendsku spælararnir standa. Niðast í greinini havi eg tosað við Finn Hansson um núverandi støðuna hjá íslendskum kvinnuhondbólti. Læs resten →

Irena Bliznova úr Russlandi er besti spælarin higartil

Á landsliðnum spælir Irena við nummar 24 á troyggini. Í heimligi kappingi stendur nummar 6 á troyggjuni.

Á landsliðnum spælir Irena við nummar 24 á troyggini. Í heimligi kappingi stendur nummar 6 á troyggjuni.

Altíð áhugavert og spennandi at fylgja eini heimsmeistarakapping í hondbólti, tí HM-kappingin er so nógv øðrvísi enn EM-kappingarnar. Tú sært í hesum døgum ikki bara europeisk lond, sum flestu spæla sama slag av hondbóltsspæli. Í HM-kappingini sært tú tildømis eisini kvinnur úr Japan, Korea, Afrika og Brazila, sum spæla øðrvísi hondbólt enn vit vanliga síggja. Mánakvøldið sá eg tveir góðar dystir, sum sjáldan áður. Fylgdi fyrst dystinum millum Russland og Spania. Serliga legði eg merki til vinstrahenta russiska spælaran Irenu Bliznova, sum var úrmælingur á vøllinum. Læs resten →