Perónbilatalið í Føroyum er vaksið við 1400 bilum í tvey ár

Nógvir bilar á Skálatrøð og nógvir bátar á vágni. (Mynd Vagnur)

Nógvir bilar á Skálatrøð og nógvir bátar á vágni. (Mynd Vagnur)

Til stuttleika ringdi eg til Akstovuna í gjár til tess at fáa seinastu tølini, hvussu nógv akfør er skrásett í Føroyum. Hetta gjørdi eg eisini fyri einum og tveimum árunum síðani. Støðan er púra greið, bilatalið í Føroyum veksur alsamt, og bara persónbilatalið er vaksið við 1400 bilum í tvey ár. Fyri tveimum árum síðani vóru 20.500 persónbilar og nú 21.916 persónbilar skrásettir 16. desember 2015. So koma allir aðrir bilar aftrat. Við vørubilum, lastbilum, motorsúkklum, prutlum og øðrum akførum, hava 32.965 akfør nummarplátu.

Til stuttleika kann nevnast, at av teimum 21.916 persónbilunum eru 10.456 bilar heimahoyrandi í Suðurstreymoy, 5208 persón bilar í Eysturoy, 2135 í Norðoyggjum, 1891 í Suðuroy, 1330 í Vágum og 484 í Sandoy. Umframt persónbilarnir kann nevnast, at vøruvognarnir eru 3643 í tali, lastbilar 560, motorsúkklurnar 735 og prutlini 1581. Eisini er áhugavert at síggja, at 245 ellisakfør (bilar) og 237 ellismotorsúkklur eru í Føroyum. Ja, so eru 98 bussar, 37 brandbilar og 35 tangabilar.

Hvussu man støðan gerast í Havn, tá Eysturoyartunnilin kemur. (Vagnur)

Hvussu man støðan gerast í Havn, tá Eysturoyartunnilin kemur. (Vagnur)

Eg havi eisini útvegað mær hagtøl yvir akførini í Føroyum aftur til 1955, og hetta er áhugavert at síggja og er eisini partur av Føroya søgu. Fyrsti bilurin kom til Føroya 6. mai 1922, men verulig ferð kom ikki á bilasøluna fyrr enn seinast í 60-árunum og í 70-árunum. Áhugavert er at síggja, hvussu nógv talið av bilum minkaði, tá ið stóra kreppan var í Føroyum fyrst í 90-árunum.

Fara vit aftur til 1960, so vóru 1023 akfør skrásett í Føroyum, og tá eru motorsúkklur við. Í 1960 vóru fáir vanligir persónbilar bara 111 av teímum 1023 akførunum. 208 hýruvognar, 450 vøru- og lastbilar, 236 motorsúkklur, ein brandbilur og ein sjúkrabilur. Í dag eru motorsúkklurnar mest sum bara frítiðarakfør, men í 1960 vóru motorsúkklurnar arbeiðsamboð, og vanligt var at síggja fólk koyra til arbeiðis á motorsúkklu.

Tíggju ár seinni í 1970 broytist prosenttalið av persónbilum. Í 1970 eru akførini 3270 í tali, men nú eru tíðirnar í Føroyum vorðnar so mikið góðar, at meinigi maðurin er farin at keypa sær bil. Í 1970 eru persónbilarnir 1758 av teimum 3270 akførunum, tað vil siga meiri enn helvtin. Vøru-og lastbilarnir eru 613, 56 bussar, 410 hýruvognar og 433 motorsúkklur, og tá eru prutlini ikki tald við. Her sæst eisini, at nú koma fleiri og fleiri bussar til landið.

Í 1980 er talið av akførum farin upp um 11.000 akfør, og persónbilarnir gerast bara enn størri partur av bilaparkini. 9020 persónbilar eru skrásettir 1. januar 1980, vøru- og lastbilarnir eru 1780, bussarnir eru 77, hýruvognarnir 306 og motorsúkklurnar 138. Her sæst, at motorsúkklurnar fækka munandi, og hýruvognarnir fækka.

Síðani koma kreppuárini í 1990-árunum, og eini 6000 fólk flyta av landinum. Fólk hava ikki ráð at umvæla eldri bilar, og teir verða settir, og tí minkar talið av akførum. Alt virksemið steðgar, og stóru lastbilarnir verða seldir av landinum. Næstu fimm árini gerast akførini 5000 færri í Føroyum. Ì 1995 er skrásett 15504 akfør, men tá ið vit koma til ár 2000 ár, táttar bilatalið longu í 20.000 akfør. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *