Serliga danska venjaratoymið snávaði ímóti Ungarn

Spælstýrarin Kristine (Mulle) Kristiansen var slett ikki í sálarligari javnvág ímóti Ungarn.
Spælstýrarin Kristine (Mulle) Kristiansen var slett ikki í sálarligari javnvág ímóti Ungarn.

Tá eg herfyri sá danska kvinnulandsliðið í hondbólti spæla venjingardystir í Spania, hugsaði eg mítt. Venjarin Klaus Bruun Jørgensen royndir at læra spælarar á verja longri frammi á vølli, men veruleikin er, at danska kvinnulandsliðið hevur mest sum altíð vart 6-0 við fáum broytingum. Skalt tú verja frammi á vølli, mást tú hava spælarar, sum megna hetta og hava ávíst fótskifti. Ímóti Serbia gekk hampuligt, tó við nógvum útvísingum til danir, tí donsku spælaranir vóru ov seinir. Longu tá fimm, tíggju minuttir vóru farnir av dystinum millum Danmark og Ungarn sást týðuliga, at Danmark fór at tapa dystir. Danski venjarin Klaus Bruun Jørgensen var tikin á bóli og kom ongantíð fyri seg í dystinum.

Eg eri heilt vísir í, at venjaratoymið legði skeiva ætlan fyri dystin. Vinsti vongurin Ann Grete Nørgaard spældi frálíkan dyst ímóti Serbia, og í staðin lata hana byrja inni ímóti Ungarn, spældi Marie Fisker allan dystin. Marie stóð í 60 minuttir plantað sum ein saltsúla við hornaflaggið og kundi ikki spælast, og hon rann fáar ferðir yvirgongd. Síðan vardi danska liðið alt ov flatt í miðverjuni frá byrjan, og tá hetta miseydnaðist, var Rikke Skov sett á beinkin næstan restina av dystinum.

Síðani sást beinanvegin, at vinstri bakkur í verjuni hjá Ungarn lá frammi í triggjametrinum til tess at læsa fastan vinstra bakkin hjá Danmark. Tá so var, hevði spælstýrarin Kristine Kristiansen ongan at spæla til í høgru síðu, og tí royndi hon uttan úrslit at finna Metta Gravholt á linjuni. Hetta miseydnaðist ferð eftir ferð, og sum dysturin leið, runnu donsku spælararnir sum fluga í fløsku í álopinum, har eingin visti, hvør spæliætlanin var. Venjaratoymið var ráðaleyst, tók ikki ein steðg í ein minutt og vistu rætt og slætt ikki, hvat skuldi gerast.

Ja, so sat vinstrihenti spælarin Line Jørgensen alt ov leingi á beinkinum, og Louise Burgaard, sum er skadd, spældi alt ov leingi. Nógv misstøk frá byrjan, sum vit onnur síggja beinanvegin. Vit hava jú eisini spælt hondbólt og vant lið. Má siga, at eg helt lítið um avrikið hjá danska venjaratoyminum. Havi alla tíðina havt mistankan, at danska liðið slettt ikki er nóg gott. Liðið hevur ikki leiðaran á vøllinum, sum hinir spælararnir kunnu seta sítt álit á.

Eg havi sæð spælstýraran Kristine Kristiansen spælt nógvar dystir í donsku kappingini, men ongantíð hevur spælt so illa sum ímóti Ungarn. Hon var ørkymlað frá byrjan. Nú er so er spurningur, um danska liðið megnar at reisa seg aftur ímóti Makedonia og framman fyri 12.000 áskoðarum. Hetta fáa vit at vita fríggjakvøldið. Í dystinum millum Danmark og Ungarn vann tann klóki ímóti tí minni klóka. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply