Politiska hornið – Poul Michelsen vantar í politiska kjakinum

Tinghúsið-aNúverandi samgonguflokkar kláraðu seg væl í kjakinum mánaðirnar fyri løgtingsvalið. Teir vístu á nógv áhugavert, sum kundi mennast og gerast betur í okkara samfelag. Sjálvt um eg ikki velji Framsókn, so haldi eg, at Poul Michelsen stóð stinnur í kjakinum og var góð mótvekt ímóti serliga braneggaðum sambandsfólkum og fólkafloksfólkum. Men nú hava vit nýggja samgongu, og eg haldi, at politiska kjakið hevur slagsíðu, serliga tí Poul Michelsen og Høgni Hoydal eru vorðnir landsstýrismenn. Frálíku røddirnar eru mest sum tagnaðar og burtur í politiska kjakinum millum mannað.

Poul Michelsen ferðast í løtuni í útlondum og roynir at fáa útlendingamál til Føroya. Her haldi eg, at tað eru onnur mál í samfelagnum, sum hava størri týdning enn útlendingamál. Poul er jú fyri, at vit skulu taka flóttafólk til Føroya. Ikki ger nakað, um danir hava útlendingamál nøkur ár aftrat, nú so stórur ágangur er á norðurlond til tess at taka fleiri flóttarfolk. Poul skuldi heldur komið aftur í kjakið í Føroyum sum mótvekt móti serliga ágangandi formonnunum í Fólkaflokkinum og Sambandsflokkinum.

Høgna Hoydal hoyra vit lítið til. Hevði roknað við, at tað allar fyrsta hann gjørdi, var at fáa steðga sølum fiskiloyvum, har menn vinna sær stórar upphæddir at selja fiskiloyvi, sum vit øll eiga. Øði er komið í grindina, tá talan eru um fiskivinnuna, sum roknast kundi við, tí menninir, sum eiga stóru skipini og hava atgongd til fiskiríkidømið, vilja sjálvandi verja borg.

Havi skrivað tað áður, at ikki haldi eg, at núverandi samgonga fekk góða byrjan. Fleiri sjálvmál eru longu framd. Rigmor Dam østi tey lesandi við uppskoti at skerja skattafríu upphæddina, tey kundu forvinna eftri skúlatíð. Grundgevingarnar hildu slett ikki, og málið var ógvuliga illa umhugsað. Tíbetur tók hon uppskotið aftur.

Púra burturvið og ótaktiskt eisini at øsa upp tey eldru, tí grundupphæddin í pensjónini skal minka. So er líkamikið, at samhaldsfastið skal styrkjast. Tú fert inn á eitt økið hjá teimum eldru, sum einki hevur við samhaldsfasta at gera. Tú skalt allar fyrst vísa í verki, at tey eldru fáa meira, áðrenn tú minkar um grundupphæddina í pensjónini. Skilji væl, at tey eldu eru ørkymlað. Felags fyri hesi málini er, at kunningin hevur verið alt ov vánalig, og tú merkir, at hesi mál skulu skundast í gjønum í løgtinginum. (Vagnur)

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply