Sonja Jógvansdóttir fær ársins herðaklapp frá Hvannrók

Sonja er vitug og skilagóð kvinna. (Mynd ?)

Sonja er gløgg, vælútbúgvin og skilagóð kvinna. (Mynd ?)

Ikki dámar mær “Ársins neyðrakett”, sum Dimmalætting letur. Og slett ikki skilji eg, at júst Sonja Jógvansdóttir skal fáa hesa rakett. Ársins neyðrakett er happing av fólki, og eg dugi ikki at síggja endamálið í hesum tiltaki hjá Dimmalætting. Tá eg á sinni av Kringvarpinum var biðin at koma til kaffiprát í Vágsbotni, ynskti eg at práta við Sonju Jógvansdóttir. Ikki kendi eg Sonju, hevði ongantíð hitt hana áður, men eg helt, at Sonju var spennandi persónur og dugdi ótrúliga væl at svara fyri seg í fjølmiðlunum. Orsøkin, at Sonja fær ársins herðaklapp frá heimasíðuni er henda: Læs resten

Kirkjubøur er veðurgott pláss við góðum sólargangi

Altíð vakur og nakað serlig at síggja Kirkjubø. (Mynd Vagnur)

Altíð vakurt og nakað serlig at síggja Kirkjubø. Tað tekur korter at ganga út á Bø.  (Mynd Vagnur)

Eitt av mínum fríplássum í nógv ár er at fara vesturum, tað vil siga koyra úr Havn til Velbastaðar ella Kirkjubøar. Onkuntíð bara koyra ein túr, seta bilin og njóta friðin. Aðrar tíðir seti eg bilin omanfyri Velbastað og gangi oman á støðna. Gekk fyrr nógv út á Bø, vakra staðið sunnanfyri Kirkjubø, og so plagi eg at seta bilin á Velbastað og ganga einar tjúgu minuttir ímóti Syðradali og til bilin aftur. Sólin kemur upp úr eystri og niður í vestri, og tí er mangan nógv ljósari vestanfyri enn tildømis í Havn. Haldi, at tað er hetta ljósið seinnapartin, og tá vit nærkast kvøldinum, sum dregur. Og vestanfyri er altíð okkurt nýtt at síggja, tí landslagið og sjógvurin broytist. Læs resten

Løgtingið má ikki fara við søguliga sparikassabygninginum

Púra vilt, at søguligi bygningur skal gerast ein deyður skrivstovubygningur hjá Føroya Løgtingið. (Mynd Vagnur)

Púra vilt, at søguligi bygningur skal gerast ein deyður skrivstovubygningur hjá Føroya Løgtingið. (Mynd Vagnur)

Eg øtaðist við, tá eg las, at Løgtingið nú skal keypa søguliga grótbygningin hjá Eik í miðbýnum. Hetta er so langt úti og ússaligt av formansskapinunum í Løgtinginum, tí tey vita, at hesin bygningur hevur so nógv at siga fyri okkum, sum eru uppvaksin og búgva í Havn. Bygningurin er partur av býarsøguni. Eg vil siga tað soleiðis, at eigur Eik ov nógvar bygningar, so er at geva okkum havnarborgurum bygningin, so hann ikki gerst deyður skrivstovubygningur hjá løgtingslimum. Ikki havi eg sæð bygningin lýstan til sølu og fati ikki, hvussu henda søla er farin fram. Løgtingslimir kunnu húsast alla aðrastaðni í býnum, men ikki í hesum bygnginum, sum sjálvandi skal brúkast til annað virksemi. Søgan um søguliga bygningin er henda. Læs resten

The wild west uttan fyri hjá okkum dagarnar fyri jól

Heilt nógvir bilar eru í gøtunum uttan fyri hjá okkum dagarnar fyri jól. (Mynd Vagnur)

Heilt nógvir bilar eru í gøtunum uttan fyri hjá okkum dagarnar fyri jól. (Mynd Vagnur)

Vanligt er friðarligt at búgva við Hoydalsvegin, sjálvt um vit eru nærmasti granni við SMS. Bilur mín stendur við Tinghúsvegin, og um náttina standa bara einir tríggir bilar í grannalagnum. Men so koma dagarnir fyri jól, tá seinastu jólagávurnar skulu keypast. Einki fái eg parkeringsplássið seinnapartin og má parkera bilin næstan uppi í Gundadali. Stuttligt at eygleiða fólk, sum royna at sleppa sær av við bilin. Lítið leggja tey í parkeringsbøtur, tey taka kjansin, og summi seta bilin sjálvt uppi á gongubreytini. Havi tikið mynd av støðuni, men myndin fer ikki á heimasíðuna, tí nummarpláturnar síggjast. Annars eru vit farin um styttsta dag, og hjá mær lættnar í sálini, tí tá gongur ímóti ljósari tíðum. Læs resten

Flemming Raben hugleiðir eitt sindur um kvinnukappingina

Flemming venur neistakvinnur saman við Jacob Jónsson. (Mynd Vagnur)

Flemming venur neistakvinnur saman við Jacobi Jónsson. (Mynd Vagnur)

Kvinnuliðini í bestu hondbóltsdeildini eru farin í jólafrí, men longu 3. januar eru dystir aftur á skránni. Neistin og Kyndil eru topplið og spæla uttan iva FM-finalurnar. Flemming Raben venur neistakvinnur, og eg havi biðið hann siga nøkur orð um, hvat hann heldur um liðni í deildini. Sjálvur er hann væl nøgdur við úrtøkuna hjá neistakvinnum higartil, tí fleiri spælarar vóru jú givnir á liðnum. – Kyndilskvinnur er eitt vælskipað lið, men so eri eg skuffaður, at Stjørnan og VB ikki klára seg betur, sigur Flemming millum annað. Læs resten

Vit fara at síggja beinharða kapping um seinna FM-finaluplássið

Í míni hondbóltsverð er H71 ikki einsamalt favorittur at vinna FM-heitið. Men í FM-finaluna kemur liðið, hóast trý stig av fýra eru tapti seinastu dagarnar.
H71 vinnur grundspælið, men er ikki mín favorittur at vinna FM-heitið.

Áhugavert at hyggja í stigatalvuna, nú liðini í bestu mansdeild fara í jólafrí. Eisini áhugavert at síggja, at H71 seinastu dagarnar hevur mist trý stig, og hvussu stóran týdning danin Peter Krogh hevur fyri H71 liðið. Hann skjeyt sjey mál dystinum ímóti Neistanum og er lykilin, um H71 skal vinna FM-heitið. Eisini áhugavert, at neistamenn herfyri knappliga vinna á StíF og í dag spæla javnleik 20-20 ímóti H71. Men mest áhugaverda er, at nú eru kyndilsmenn veruliga við aftur. Kyndil varð liðið, sum eg heilt gjørdist topplið í vetur, tí manningin var so góð á pappírinum, men Kyndil fekk ringa byrjan. Vónleyst at siga, hvat lið spælir FM-finalurnar ímóti H71 várið komandi. Øll liðini uttan H71 hava verið óstøðug og mist heilt nógv stig. Læs resten

VÍF kvinnurnar eru nú seks spælarar færri í hópinum

Brekkan at røkka FM-finaluplássinum er nú vorðin enn brattari hjá VÍF-kvinnum.

Brekkan at røkka FM-finaluplássini er nú vorðin enn brattari hjá VÍF-kvinnum.

Æltanin var, at VÍF kvinnurnar í vetur skuldu veruliga býta frá sær, tí fyri kappingina hevði VÍF frálíka manning, og venjarin Geir Wardum hevði einar sekstan spælarar í hópinum. Málið var at koma í FM-finalurnar og kanska eisini spæla steypafinaluna. Umframt verandi spælarar kom Marianna Holm Jacobsen og málverjin Kristina Griksaite at styrkja liðið, og Durita C. Jojic skuldi koma aftur á høgrabakkin eftir barnburðarfarloyvi frá hondbóltinum. Nú kapping er hálvrunnin og alt vent á høvdið, og ikki sær gott út hjá VÍF kvinnum. Seks spælarar eru ikki tøkir hjá venjaranum. Eg havi tosað við venjaran Geir Wardum, og hann sigur. Læs resten

Perónbilatalið í Føroyum er vaksið við 1400 bilum í tvey ár

Nógvir bilar á Skálatrøð og nógvir bátar á vágni. (Mynd Vagnur)

Nógvir bilar á Skálatrøð og nógvir bátar á vágni. (Mynd Vagnur)

Til stuttleika ringdi eg til Akstovuna í gjár til tess at fáa seinastu tølini, hvussu nógv akfør er skrásett í Føroyum. Hetta gjørdi eg eisini fyri einum og tveimum árunum síðani. Støðan er púra greið, bilatalið í Føroyum veksur alsamt, og bara persónbilatalið er vaksið við 1400 bilum í tvey ár. Fyri tveimum árum síðani vóru 20.500 persónbilar og nú 21.916 persónbilar skrásettir 16. desember 2015. So koma allir aðrir bilar aftrat. Við vørubilum, lastbilum, motorsúkklum, prutlum og øðrum akførum, hava 32.965 akfør nummarplátu. Læs resten

Úr myndasavninum – Kyndil 2. deild vinnur FM-heitið í 1967

Kyndil vinnur 2. deild í 1967. Standandi f.v: Sólrun Michelsen, Elsa Pálsdóttir, Peddy Davidsen og Arnleyg Eikholm. Fremst f.v: Marita Tórsheim, Vilbjørg Tórsheim og Sonja Klein. (Mynd Jørgen Lützen).

Kyndil 2. deild í 1967. Standandi f.v: Sólrun Michelsen, Elsa Pállsson, Peddy Davidsen og Arnleyg Eikholm. Fremst f.v: Marita Tórsheim, Vilbjørg Tórsheim og Sonja Klein. (Mynd Jørgen Lützen).

At fáa eina góð mynd í hondina, er sum at fara á flot. Tú gerst forvitin at fáa at vita meira um myndina, og harvið leggja nøkur orð aftrat myndini. Liðmyndina av kyndilskvinnum tók Jørgen Lützen í 1967, eftir at 2. deildarliðið hjá Kyndli vann 2. deild. Genturnar á myndini er javngamlar við meg, og flestar kenni eg væl. Havi ringt til Sonju Klein, sum er á myndini, og spurt hana eitt sindur um myndina og tíðina, tá hon spældi hondbólt. Og Sonja sigur soleiðis: Læs resten

Bringureyði er komin aftur at vitja okkum á jólum

Ein forvitin bringureyði í garðinum í morgun. (Mynd Vagnur)

Ein forvitin bringureyði í garðinum í morgun. (Mynd Vagnur)

Aftur í vetur eru báðir bringureyði at síggja í garðinum, havi ikki sæð teir áður í vetur. Eg er næstan vísir í, at hetta eru somu bringureyði, sum vit sóu tíðliga í vár og um hesa tíðina í fjør. Tað eydnaðist mær í morgun at fáa mynd av tí eina bringurreyða. Vakur fuglur og til tíðir spakur. Nakað um bringureyða er at lesa niðanfyri. Spennandi at geva fuglunum uttanfyri. Læs resten