Eitt av mínum fríplássum í nógv ár er at fara vesturum, tað vil siga koyra úr Havn til Velbastaðar ella Kirkjubøar. Onkuntíð bara koyra ein túr, seta bilin og njóta friðin. Aðrar tíðir seti eg bilin omanfyri Velbastað og gangi oman á støðna. Gekk fyrr nógv út á Bø, vakra staðið sunnanfyri Kirkjubø, og so plagi eg at seta bilin á Velbastað og ganga einar tjúgu minuttir ímóti Syðradali og til bilin aftur. Sólin kemur upp úr eystri og niður í vestri, og tí er mangan nógv ljósari vestanfyri enn tildømis í Havn. Haldi, at tað er hetta ljósið seinnapartin, og tá vit nærkast kvøldinum, sum dregur. Og vestanfyri er altíð okkurt nýtt at síggja, tí landslagið og sjógvurin broytist.

Áhugavert, at tey varðveita húsini svørt við reyðum vindeygum. Nógv nýggj hús eru at síggja í bygdini, men tey standa langt frá fornminnunum. (Mynd Vagnur)
Kom triðja jóladag at hugsa um, hvussu nógv fólk búgva í Kirkjubø og á Velbastað. Gitti fyrst og fór síðani í telduna. Seinastu tølini siga, at í Kirkjubø búgva 74 fólk og á Velbastað 223 fólk. Nú veit eg næstan, hvør býr í hvørjum húsi í Kirkjubø og á Velbastað. Ì Kirkjubø búgva næsta bara fólk, sum á ein ella annan hátt hava tilknýti til bygdina, meðan á Velbastað eru heilt nógvir tilflytarar. Tey, sum eru fødd á Velbastað eru í minniluta.
Hvørt mansbarn veit, at Kirkjubø er millum elstu bygdum í Føroyum og er ein hin søguríkasta. Bygdin er frá miðøldini við sínum bispasæti, midepil fyri átrúnaðarliga og mentarliga virkseminum í landinum. Ógvuliga veðurgott er í Kirkjubø, og tí hevur verið gott at búð har. Tú sært skjótt, at bygdin er gott rekapláss, sum ikki longur hevur týdning, og sólargangurin góður og tí eisini fruktargott. Søgan sigur, at Kirkjubøur onkuntíð hevur verið munandi størri, enn bygdin er nú. Kanska er Múrurin tekin um hetta.
Kongsbóndagarðurin, hin størsti í Føroyum, hevur verið í somu ætt síðani miðskeiðis 16. øld við sermektu hugnaligum húsum. Ikki minst aldargomlu stokkastovurnar og roykstovan. So mugu vit ikki gloyma kendastu fornminni føroyinga dómkikjumúrin St. Magnus Katedralin og kirkjuna. Áhugavert, at fólkini í bygdini varðveita svørtu húsini við reyðu vindeygum. Kirkjubøur er vøkur og nosslig bygd. Saman við Velbastað gjørdist Kirkjubøur partur av høvuðsstaðarkommunu 1. januar 2005.
Tá eg eri vestanfyri, kann eg eisini argast inn á ymist. Tað kundi verið ruddiligar nógvastaðni. Vit kunnu byrja við nýgga fjósið í Havnardali, har gomul amboð og ymist rekur fyri vág og vind. Síðani áttu tey á Velbastað at skipa fyri einum ruddingardegi, tí serliga í gomlu bygdini kundi verið øðrvísi. Í Kirkjubø er ikki nógv at finnast at í so máta. Hugsi mangan, hví hatta gamla vakstrarhúsið millum Velbastað og Kirkjubø soleiðis er farið í órøgt. Húsið átti at verið tikið niður, og økið ruddað og hampað. (Vagnur)


