
Minnisvarðin sigur alt. Á talvunum eru nøvnini á øllum teimum, sum eru farin á sjónum. (Mynd Vagnur)
Vakri minnisvarðin við Gjógv sigur alt. Har situr mamma við tveimum børnum og hyggur út í hav, tey bíða eftir pápanum, sum er til útróðrar ella til skips. Handan minnivarðan síggja vit talvurnar, og hetta er dapur lesnaður. Gjógv er gjøgnum tíðirnar rakt av nógvum vanlukkum á sjónum. Mest dapru dagurnir vóru skaðadagin 30. apríl 1870, tá ið Fríðríksbáturin og Rættabáturin gingu burtur við sekstan monnum og 20. mars 1884, tá ið átta menn gingu burtur við Samløgubátinum. Undir seinna heimsbardaga búðu umleið 290 fólk við Gjógv, og skúlabørnini vóru hálvthundrað. Nú búgva hálvhundrað fólk við Gjógv, og skúlabørn eru eingi. Læs resten








