Stúrsaði við, tá eg á Hondbóltskjaki sunnudagin sá stutt brot frá dystinum millum kvinnuliðini hjá Kyndli og Neistanum. Og serlig stúrsaði eg við yvirskriftina “Ársins stuldur”. Eitt er, at ein spælari heitur eftir dyst og tap sigur okkurt óheppið við fjølmiðlafólk, men her er talan um ein royndan venjara. Ákæran í yvirskriftini frá kyndilsvenjaranum er púra greið. Yvirskriftin sigur, at dómararnir hava “stolið” eitt mál frá Kyndli. Nú er talan um bestu dómararnir í Føroyum, og tú kundi spurt: Hvat sigur HSF til slíkt, og hvat sigur Dómarafelagið, tí hesin hátturin at leggja eftir dómarunum er eindømi í føroyskum hondbólti. Læs resten
Hví skuldi Kyndil vinna á Neistanum við fýra málum?
Hesuferð sat eg við telduna og fylgdi steypadystunum millum Kyndi og Neistan og StÍF og VÍF á Skála. Má siga sum er, at ikki hevði eg verið meira spentur, um eg sat í høllini á Hálsi. Skrivaði á neistakjaki fyri dystin, at umráðandi var hjá neistakvinnum at seta seg á dystin beinanvegin, tí hvør einstakur spælari á báðum liðunum telja mál í slíkum dystum. Men Kyndil fekk júst tað byrjan, sum skuldi til og var á odda allan dystin við einum, tveimum og trimum málum. Ímóti endanum talaði alt fyri, at Kyndil mátti vinna við fýra málum, skuldi Kyndil í steypafinaluna. Hvussu hekk nú hetta saman? Læs resten
Úr myndasavninum – Nógv útlendsk lið komu til Føroya

Landsliðið í 1977. St.f.v: Finnur Helmsdal, Sigmund Reinert, Bjarni Samuelsen, Mortan Mørk, Hanus Joensen, Finn Bærentsen, Áki Mortensen, Hilmar Joensen og Hans Mortensen, venjari. Húkandi f.v. Palli Joensen, Hans Åge Stampe, Sverri Jacobsen, Echardt Persson og Áki Davidsen.
Hans Mortensen vandi føroyska manslandsliðið í 70-árunum, tá ið millum annað Føroyar í 1976 fingu góð úrslit í HM-kappingini í C bólkinum í Portugal. Føroyar taptu 21-20 fyri Sveits í hesi kapping. Tveir av spælarunum á myndini eru ikki millum okkum longur. Sigmund Reinert, sum doyði ungur, og Finnur Helmsdal, sum doyði av sjúku í 2008. Hans Mortensen legði stóran dent at fáa donsk 1. deildarlið at koma til Føroya at spæla ímóti føroyska landsliðnum. Kolding IF var eitt av liðunum. Í 1980 skipaði Føroyar fyri HM-kappingini í C-bólkinum, og tá spældu Norra, Portugal og Eysturíki eisini í C-bólkinum. Tann 6. februar 1980 tapti Føroyar 17-24 fyri Norra í høllini í Klaksvík. Norra bleiv seinni eitt av bestu liðunum í Europa. Sig so tað. (Vagnur)
Borivognur fyri fýra milliónir krónur í grannalagnum
Í fjør heyst byrjaðu tey at taka niður grannahúsini hjá Ásu og Finn Winther, sum bæði er farin. Vestmenningur keypti húsini, sum máttu takast niður, tí soppur var í kjallaranum. Tá húsini vóru burtur, kom hellan undan kavi. Teir byrjaðu fyrst at “brekka” við stórum slaghamara festur í eina brøyt. Tað gekk hampuliga væl í byrjanini, men larmurin og stoyturin var somikið ógvuligur, at ikki kundi búgvast í húsunum, meðan arbeiðið var gjørt. Tá eg spurdi, hví teir ikki sprongdu, var svarið, at tryggingarkrøvini vóru ov stór og vandi var fyri grannahúsunum. Men hetta var ikki allur sannleikin. Læs resten
Tað kann loysa seg at hava eina meining og finnast at

1. mai 2014 vísti eg á í grein at fáa longt høllina á Hálsi ístaðin fyri at byggja út Gundadalshøllina. (Mynd Vagnur)
Havi verið nevndarlimur og formaður í Gundadalshøllini síðani 1991. Gleðilig tíðindi at hoyra um dagarnar, at nú verður bygt upp í høllina á Hálsi, og at høllin við skúlan á Argjahamri verður víðkað til heilan hondbóltsvøll. Havi skrivað mær aftanfyri annað oyra, at Helena Dam á Neystabø segði við in.fo , at høllin á Argjahamri verður liðugt útbygd í 2016, og í gjár sigur Heðin Mortensen, at høllin á Hálsi verður liðugt útbygd seinast í 2017. Hetta eru frálík tíðindi at hoyra hjá hondbóltinum í Suðurstreymoy. Læs resten
Tvey hundrað fólk koma í húsini á Tinghúsvegi 37 um vikuna
Mest sum hvønn dag gangi eg fram við gomlum svørtum húsum á Tinghúsvegi 37. Gerandisdagar um dagin síggjast ikki fólk í húsinum ella í garðinum, men um kvøldarnar og leygar-og sunnumorgnar er nógv virksemi. Ikki tey stóru armsveiggini, har felagsskapirnir AA, Al-anon, NA og ACA halda til. AA sum stendur fyri Anonymar alkaholikarar er felagsskapur av monnum og kvinnum, ið býta royndir, styrkir og vón til tess at kunna loysa teirra felags trupulleikar, og harvið hjálpa øðrum at endurvinna heilsuna aftaná misnýtslu av alkoholi, stendur millum annað í faldara, eg ein dagin fekk frá persóni, sum var á veg á AA-fund. Læs resten
Partur av stoltleikanum er farin úr føroyskum kappróðri
Aðalfundurin hjá Róðrarsambandinum hevur gjørt av, at 10-mannaførini, 8-mannaførini og 6-mannaførini við monnum eisini í 2016 skulu rógva 1000 metrar á hvørjari FM-stevnu. Ikki havi eg ávirkan, hvør teinur verður rógvin, men eg havi altíð hildið, at føroyskur kappróður missir heilt nógv, at stóru bátastøddirnar ikki fáa møguleikan at rógva 1500 metrar og 2000 metrar, har tað er møguligt. Og grundgevingarnar eru alt ov grunnar frá RSF og nøkrum feløgum. . Læs resten
Nú rulla nógvu milliardirnar í Føroyum
Tíðirnar mugu vera óvanliga góðar í Føroyum, tí bilasølan setir mett, og verkætlanir fyri milliardir krónur eru farnar ella fara av bakkastokki. Er tað veruliga laksurin og uppsjóvarvinnan, sum slóðar fyri hesum. Stór verkætlan í Marknagili fyri hálva milliard krónur, undirsjóvartunlar fyri milliardir og Tórshavnar havn útbyggjast fyri hundraðtals milliónir. Hugsi mangan, hvør skal gjalda. Tað sýnist í samfelagnum, at einaferð tóma peningaskjáttan nú stendur at bresta, tá tú hugsar um stóru verkætlaninar. Skúladepilin í Marknagili verður umleið 19.500 fermetrar til støddar og fer at hýsa 1.300 næmingum. Hóast depilin verður skipaður í trimum sjálvstøðugt arbeiðandi eindum (studentaskúli, handilsskúli og tekniskur skúli) verður talan um ein og sama skúla við felags leiðslu og nógvum felags hentleikum. Við innbúgvi skal skúlin kosta 515 milliónir krónur. Eitt er stór verkætlan fyri hálva milliard, annað eru undirsjóvartunlar fyri milliardir og útbygging av Tórshavnar havn fyri hundraðtals milliónir. Tað sýnist í samfelagnum, at einaferð tóma peningaskjáttan, tá tú hugsar um stóru verkætlaninar, stendur at bresta. (Vagnur)
EM-kappingin í hondbólti í Pólandi er beinleiðis órættvís
Havi um dagarnar sæð nógvar hondbóltsdystir úr Pólandi. Høgir, tungir og sterkir menn, sum flestir eru fleiri enn 190 sentimetrar høgir og viga næsta hundrað og meira enn hundrað kilo. Áhugavert eisini at fylgja dømingini, sum er ymisk frá dysti til dyst. Nógv brotskøst, og skumpar tú spælara í ferð, mást tú út á beinkin at sita í tveir minuttir. EM-kappingin er órættvís eingin ivi um tað, tí hvat líkist tað, at tildømis týska liðið kemur á vøllin eftir at hava hvílt í tríggjar dagar, meðan danir fyrst spæla ímóti Svøríki fyri síðani tjúgu tímar seinni at spæla ímóti Týsklandi. Hetta líkist ongum og má broytast til næstu EM-kapping. Dystur millum Týskland og Danmark var avgjørdur á beinkinum. Læs resten
Minnisvarðin – 2749 stóra bretska farmaskipið Principia fór á land á Stóraboða í Søltuvík í 1895
Á minnisvarðanum, sum stendur í Søltuvík í Sandoynni, standa hesi orðini: Prinsipia fór úr Dundee í Skotlandi 16. novembur í 1895 til Amerika. Í illveðri 19. novembur kom eldur í skipið og setti kós mótí Skotlandi, men endaði í Føroyum, har tað fór á land á Stóraboða í Søltuvík 21. novembur. Bert einum manni var lív lagað. Hann rak á lastalúku í fjúrtan tímar og varð bjargaður í land í Kirkjubø. Lastalúkan verður brúkt sum borð í Stokkastovuni í Kirkjubø. Tú kanst lesa allar søguna um hendingina niðanfyri.
Frásøgnin var at lesa í Føringatíðindum nr. 23 frá 5. desembur 1895. Maðurin, sum bjargaðist var týskarin Heinrich Anders úr Rostock. Hann vitjaði í Føroyum í 1936, har ørindini hansara var at takka teimum, sum bjargaðu honum í Kirkjubø. Læs resten







