Minnisvarðin – 2749 stóra bretska farmaskipið Principia fór á land á Stóraboða í Søltuvík í 1895

Minnisvarðin varð avdúkaður í august 2010. (Mynd Finn Bjørn Guttesen)

 

Á minnisvarðanum, sum stendur í Søltuvík í Sandoynni, standa hesi orðini: Prinsipia fór úr Dundee í Skotlandi 16. novembur í 1895 til Amerika. Í illveðri 19. novembur kom eldur í skipið og setti kós mótí Skotlandi, men endaði í Føroyum, har tað fór á land á Stóraboða í Søltuvík 21. novembur. Bert einum manni var lív lagað. Hann rak á lastalúku í fjúrtan tímar og varð bjargaður í land í Kirkjubø. Lastalúkan verður brúkt sum borð í Stokkastovuni í Kirkjubø. Tú kanst lesa allar søguna um hendingina niðanfyri.

Frásøgnin var at lesa í Føringatíðindum nr. 23 frá 5. desembur 1895. Maðurin, sum bjargaðist var týskarin Heinrich Anders úr Rostock. Hann vitjaði í Føroyum í 1936, har ørindini hansara var at takka teimum, sum bjargaðu honum í Kirkjubø.

28 menn vóru við stóra farmaskipinum, og bara ein bjargaðist. Í 2001 funnu froskmenn akkerinum av Principiu, sum nú liggja við síðuna av minnisvarðanum í Søltuvík. Niðanfyri kanst tú lesa drúgva søguna um Principiu. Greinin stóð í føringatíðindi í desembur mánað í 1895.(Vagnur) 

Froskmenn funnu akkerini í 2001. Finn Bjørn Guttesen tók myndina í Søltuvík.

Guvuskipið „Principia“.
16.nov. fór Lundunarskipið „Principia“, 3000 tons til stöddar úr Dundee í Skotlandi við farmi til New York í Amerika. 18. um morgunin vóru teir komnir vestur um norðendan á Skotlandi. Tá var stormur av útsynningi suðri og tungur sjógvur, so at teir fingu stríð við at bjarga og binda dekkslastini. 19. kl. 2 ½ f.m. sást roykur frammi á skipinum og um eitt bil brast forlúkan í loft og login stóð upp úr lastini. Tá vóru 8 av monnunum stæddir framman fyri eldin. 6 av teimum lupu á sjógv hopandi at sleppa upp á afturskipið, men ikki meir enn tveir lukkaðist.

Eldur kom við tað sama í tveir av bátunum og hinir tveir misforist, tá ið tað varð roynt at seta teir út, og ein maður umkomst í sama viðfangi. Teir, sum eftir livdu, lögdu sær nær at steðga eldinum. Í lýsingini fingu teir aftur eld undir maskinina, har sum útkalt hevði verið, og royndu at halda kós móti næsta landi (Skotlandi).

Síðan var stríð við at smíða ein flaka at bjarga seg á, um teir skuldu verða noyddur at skiljast frá skipinum. Alla tíðina máttu teir stríðast við eldin og fingu hvörki svövn ella nytuligan mat. Veðurlagið stóð við og í hesum skili vóru teir útlúgvaðir 21. stutt eftir midnátt, tá ið ein ringari vanlukka hendi.

Tað var ikki so lagað, at „Principia“ skuldi koma aftur til Skotlands. Kompassin var avlagi rangvísandi, so at meðan skiparin stóð og helt seg hava varhugan av lands leið, væntandi hvörja lötu at síggja ein av vitunum, sum eru so tættur á Skotlandi, rendi skipið á ein boða út fyri Söltuvík á Sandoynni.

Tá ið skútan stoytti aðru ferð, fór hon av um miðjuna, so at framparturin nivdi niður í bráðdýpið, sum visti seg at vera innanfyri skerið ella rivið. Á afturendanum var manskapið samlað, hvör við sínum svimjingabelti. Rakettir vóru uppsendar – sjálvsagt til onga nyttu -, og roynt varð at sleppa sær frá skipinum við redningsflakanum, men boðabrotið var so hervuligt, at hetta varð til onga nyttu. Ein av skipsmonnunum, sum hevur borið boð í by, kom í næsta broti fastur í togini uppi í mastrini, men slapp leysur aftur og hevði tá mist svymjingabeltið og sýdvestin.

Síðan komu fleiri hervulig brot, sum hövdu hann burtur frá skipinum. Hann rakti tá við ein hvítmalaðan flaka, sum var góður at finna aftur á hvörja ferð hann slógst burtur av honum. Annars var náttin av tí myrkasta, so at lítið sást ; hann hevði tó, áðrenn hann kom burtur frá skipinum, sætt ein mann, sum helt seg fast í mastratoppin, og helt seg hóma lágt land innanfyri brimið. Neyðaróp hoyrdist úr ymsum ættum.

Um eina lötu kom til hendan áður nevnda flakan ein ferðamaður, sum var farin við „Principia“ til at vitja bróður sín í Amerika. Hesir báðir hildist so saman í o. u. tveir tímar, men tá varð ferðamaðurin so linur, at hann skiltist frá flakanum. Sögusmaður okkara hevði alla hesa tíðina gott skil. Í fyrstuni sat hann gleivandi tvört um flakan og krepti föturnar upp undir hann; men tá varð hann so beindovin, at hann mátti nýta armarnar aleina, tá ið hann slógst av og vildi svymja aftur til flakan. Síðan setti hann seg við báðum fotum annan vegin og nú fekk blóðið frítt lop og liðirnir mýktist aftur, so at hann varð fimur til at sleppa sær upp hvörja ferð hann skolaðist av.
Ættin var landsunningur sunnan, og lá tí lotið út norður úr Söltuvík, so at alt vrak sum boðabrotið ikki hevði inn á urðina norðanfyri „pollin“, mátti reka norð við oynni. Streymurin rann tá eisini norðeftir. Soleiðis bar tað til, at hesin fyrr umtalaði flakin kundi reka norð um Tröllhövda; har mundi tað vera, at hann mól fleiri ferðir runt, áðrenn hann kom út í harða vestfallið

Eina ferð um náttina var hann fastur við 3 „trawlara boyur“, men loysnaði brátt frá aftur. Síðani sýnist flakin at vera dottin við fallandi vestfalli inn á Kolturssund. Hegartil hevði maðurin haft fult skil og tó hann einar tvær reisur begynti at rópa neyðaróp, helt hann uppat aftur, tí tað kom honum fyri, at hann harvið oyddi sína makt til ónyttu.

Í lýsingini sá hann land úttan um seg og tað kom honum fyri, at hann rak burtur frá tí landinum, sum hann fyrst var næst við. Síðan tók hann til at avmaktast og ymiskt gyklaði seg fyri honum. Hann örminnist at hava sæð roykin av einum guvuskipi, eisini at hann sá ein bát sigla við 4 monnum og síðan fleiri aðrar bátar. Hetta ber ikki til, tí veðrið var so vánaligt, at eingin bátur var á sjónum um tær leiðir.

Meiri skil sýnist at vera í tí, at hann rak fram við einari bygd og taldi 8 ella 10 hús. Eftir sannari frásögn er ikki at ívast í, at Velbastamenn sóu hendan flakan á fjörðinum, tó at tað ikki kom teimum til hugs, at maður var á honum. Hálva ökt eftir middag var hann sæddur út fyri „gomlurætt“ norðanfyri Kirkjubö og var bjargaður av báti. Flakin var tá inni í brotinum og tó at maðurin einki skil hevði í aðrar mátar – sum væntiligt kundi vera, av tí hann hevði verið o. u. 13 tímar á sjónum, útlúgvaður og ovvekraður framman undan -, so bjóðaði hann tó til at halda frá landi við fótinum og var sum ein kópur uppi á flakanum aftur eina ferð hann hálvdist.

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *