H71 er ikki “favorittur” at vinna meistaraheitið 2016

h71 myndTá eg í vetur havi tosað við fólk á gøtuni um manshondbólt, hava tey flestu hildið fyri givið, at H71 vinnur meistaraheitið 2016. Gamaní, H71 vann steypafinaluna, men hyggja vit eftir gongdini hjá H71 síðani miðjan desember mánað í fjør, so hevur H71 veikleikar eins og hini liðini. H71 var best fyrireikað til landskappingina, og liðið var ósigrað heilt fram til 16. desember í fjør, tá H71 á Skála tapti fyri StíF. Síðan hevur H71 tapt dyst í Vestamanna og spælt javnleik ímóti Neistanum og nú mikudagin ímóti Kyndli. Havi hugt eitt sindur í støðuna, og hvørjir dystir eru eftir at spæla, nú vit eru um at enda triðja umfar í grundspælinum. Læs resten →

Skiparin á Ennibergi Sonni Johannesen er trúgvur B36-ari

Sonni hevur trolaraskipari í 41 og eitt hálvt ár. (Mynd Vagnur)

Sonni hevur verið trolaraskipari í 41 og eitt hálvt ár. (Mynd Vagnur)

Tá 66 ára gamli skiparin á Ennibergi í 1956 flutti úr Skopun til Havnar, talaði einki fyri, at hann skuldi gerast ein av teimum heilt trúgvu B36 viðhaldsfólkum og eisini Manchester United fjeppari. At hann gjørdist skipari lá í kortinum, tí pápin Andrias Johannesen var skipari, og hugin til sjógvin fekk Sonni við móðurmjólkini. Men hvussu bleiv Sonni so góður við B36 og hevur stuðlað felagnum nógv bæði so og so? Eg havi verið uppi á brúnni á Ennibergi til tess at frætta um góða sambandið millum skiparan og B36, tí Sonni sjálvur hevur bara spælt eitt sindur av fótbólti sum smádrongur á grasfløtu úti í Grønlandi, har tey búðu. Og Sonni sigur: Læs resten →

Handa bótin á 5000 krónur til Heina er heilt burturvið

Nú er føroyskur hondbóltur ávegis inn á nýggja kós, sum kann gerast ein glíðubreyt.

Nú er føroyskur hondbóltur ávegis inn á nýggja kós, sum kann gerast ein glíðubreyt.

Má siga sum er, at eg øtaðist at síggja á in.fo, at Heini fær 5000 krónur í bót, tí hann segði nøkur heldur ósøgd orð eftir dyst. Eg haldi, at vit skulu minnast til, at orðini eru søgd eftir dyst, har spælari fær mikrofon stungna undir høkuna. Hetta vigar tungt í míni “sund fornuft” verð. Sjálvandi skal Heini ikki siga hesi orð, men vit, sum kenna Heina, kenna hansara besøgni. Skuldi Heini fingið eina revsing, so ein dag leikbann, og málið endaliga avgreitt. Læs resten →

Kyndil 60 ár 10. mars – Elsa Patursson var fyrsti málverji Kyndils

jhjhjh

Elsa var ein av stovnarunum og var kassameistari í Kyndli í trý ár. (Mynd Vagnur)

Kyndil fyllir 60 ár 10. mars komandi, og í hesum sambandi havi eg leitað mær til Kirkjubøar at práta við ein av teimum, sum stovnaðu Kyndil, og sum var fyrsti málverji á kvinnuliðnum.Talan er um Elsu Patursson, fødd Poulsen, sum var í fyrstu nevndini hjá Kyndli og eisini kassameistari fyrstu trý árini. Í míni tíð sum hondbóltsspælari var besta manslið hjá Kyndli altíð í hásæti, men besta kvinnuliðið hjá Kyndli, sum nú í 2016 er í toppinum, var bara í millumbilum millum bestu liðini. Kyndilskvinnur vunnu fyrstu ferð FM-heitið í bestu deildini í 1964, og hesi 60 árini eru seks meistaraheiti vunnin, meðan menninir hava vunnið tretivu heiti.

Tá eg í góðveðrinum koyrdi til Kirkjubøar, reikaðu tankarnir um familjuna í Grið í Kinabrekkuni. Læs resten →

Hitti leygarmorgunin ávegis til Kirkjubøar vakran ælaboga

Vakurt at síggja ælabogan í Havnardali. (Mynd Vagnur)

Vakurt at síggja ælabogan í Havnardali. (Mynd Vagnur)

Tá eg ávegis til Kirkjubøar tók myndina av ælaboganum í Havnardali, kom eg at hugsa, um eg nakrantíð í míni skúlatíð hava lært nakað um ælabogan. Uttan iva havi eg tað, men nógv er farið í gloymskunar hav. Fert tú inn á Google og skrivar “regnbue”, er rúgvismikið tilfar at lesa um evnið. Áhugavert, at nógvar myndir eru úr Føroyum, hví so er, listi meg at vita, tí ælabogin má síggjast um allan knøttin. Ælabogi er ljóðfrøðiligt fyribrigdi á himmalinum. Læs resten →

Kend býarmynd við el-drivnari trillibøru (e)

Vilhelm er fyrikomandi maður at práta við. (mynd Vagnur)

 

Hvønn gerandisdag síggi eg 50 ára gamla Vilhelm Jacobsen rudda í gøtunum í grannalagnum, í urtagørðum og onkuntíð í Gundadali, tá ið fótbóltsdystir í bestu deildini eru spældir. Við sær hevur hann eldrivna trillibøru, men áður hevði hann vanliga trillibøru. Haldi, at henda børan er einasta av sínum slagi í Havn. Eg spurdi Vilhelm, hvør munur er á eini vanligari lættari trillibøru og eldrivnu børuni, tí eldrivna trillibøran er nógv tyngri enn vanligar børur. Læs resten →

Málið um búfólkini á Eirargarði 16 er fúl skomm fyri samfelagið

Onkur má hava sovið í tímanum, tí blámusoppur kemur ikki í bygning eftir einum degi. (Mynd Vagnur)

Onkur má hava sovið í tímanum, tí blámusoppur kemur ikki í bygning eftir einum degi. (Mynd Vagnur)

Stórur dagur var, tá bróðursonur mín flutti heimanífrá og í Eirargarð 16. Hugnalig høli í niðastu hædd, men kanska nakað lítið kamar. Nýggj tíð skuldi byrja fyri unga dreingin, sum nú var farin um tey tjúgu árini. Tilboðini til menningartarnað fólk í Føroyum hanga ikki á trøunum, og vit hoyra um familjur, sum flyta av landinum, tí tilboðini er betri uttanlands. Tá eg hoyrdi, at bróðursonurin og onnur á Eirargarði 16 máttu flyta úr hølunum í skundi, tí blámusoppur og vánalig inniluft var í hølunum, gjørdist eg ikki sørt illur. Tí, hví lata landsins myndugleikar støðuna koma so langt, at hølini mugu tømast í skundi? Læs resten →

Landingarmiðstøðin í Havn fær meira útróðrarfisk

kjkjk

Altíð hugaligt at koma á Vestaru bryggju, tá nógv virksemi er. (Mynd Vagnur)

Tá eg tók myndina omanfyri í seinastu viku á Vestaru bryggju í Havn, vóru ørindini míni at vita, um meira fiskur kemur upp á land í Havn, nú landingarmiðstøðin á Toftum er givin við virkseminum. Ein trukkførari segði mær, at fleiri útróðrarbátar landa nú í Havn, men tey stóru skipini gerast ikki fleiri, tí tey eru knýtt til ymisk virki. Eisini segði hann við smíli, at lokalpolitikur eisini var at hóma á hesum øki. Fiskurin, sum landaður verður  í Havn skal fyrst skiljast í støddir fyri síðani at vera koyrdur kring landið til virkingar. Einki flakavirki er í Havn. Røddir vóru frammi um at lata upp aftur flakavirkið, og eisini hoyrdist um danska fyritøku, sum ætlaði at virka fisk í Havn. Men enn røkist einki fyri, at flakavirkið hjá Fiskavirking letur upp aftur. Annars keypti landingarmiðstøðið Barðið ísvirkið, sum stendur á Ìskaiini, sum vit siga. Ísvirkið átti P/F Langasker, sum er dótturfelag til p/f  Bacalao. (Vagnur)

Heilar 5000 innskrivingar á Heilbrigdi síðani 1986

Heilbrigdi

Heilbrigdi í róligum umhvørvi á Velbastað. Væl valt stað. (Mynd Vagnur)

Sum framhald av greinini, eg skrivaði um húsið við Tinghúsvegin, har AA-arar hittast til ymsar fundir hvørja viku, havi eg ringt á Heilbrigdi á Velbastað og spurt at eitt sindur um viðgerðina. Eisini um húsini, tey hava havt í umleið tretivu ár, eru nóg stór til tess at nøkta tørvin. Eg prátaði við fyrikomandi kvinnu, sum hevur starvast á Heilbrigdi næstan frá byrjan. Og hon sigur: Læs resten →

Aftur í 60 árini – X-Rays spældi fyrstu ferð alment í 1968 (5)

X-Ray avmynaðir á støðni á Argjum. (Mynd Vagnur)

X-Ray avmynaðir á støðni á Argjum. Frá vinstru Hans Edvard Hansen, Ovi Mortensen, Eyðálvur Gulklett og Hans Birgir Hansen. (Mynd Vagnur)

Tónleikabólkurin X-Rays av Argjum spældu í 1991 fyrstu ferð í Aftur i 60-ára tiltakinum, sum Neistin skipaði fyri í tjúgu ár. Teir føstu limirnir í bólkinum vóru Hans Edvard Hansen, solo og sang, Eyðálvur Gulklett, bassguitar og sang, Hans Birgir Hansen, rútmuguitar og sang og Ovi Mortensen spældi trummur. Í 1991 segði bass-spælarin Eyðálvur Gulklett við undirritaða: Læs resten →