
Kvinnuliðið hjá Neistanum á 25 ár hátíðardegnum. St.f. Thurid Dam, Kristin Djurhuus, Turið Debes Hentze, Rannvá H. Jensen, Emmely Mikkelsen, Sólrun Mikkelsen og Anna Joensen. (Myndaeigari: Bergtóra Hanusardóttir)
10. mars fyllir Kyndil 60 ár, og Neistin fyllir 85 ár 21. mars. Í hesum sambandi komi eg at hugsa um, hvussu liðini vóru mannað fyrstu nógvu árini. Tú sært bara sjey spælarar á liðmyndunum – eingir útskiftarar. Ungir spælarar fóru eisini tá uttanlands í lestrarørindum, og tá bara sjey spælarar eru á liðnum og kanska tveir fara uttanlands, ja, so eru bara fimm spælarar eftir. Myndin omanfyri sigur júst frá hesum, tí neistakvinnur máttu fáa hjálp frá spælarum á gentuliðnum á hátíðardegnum, tá ÍSF í 1964 fylti 25 ár. Gentur spældu fyrstu landskapping í 1963, og næstu árini fór ættarskifti fram á besta kvinnuliðnum hjá Neistanum. Læs resten








