Terji R. Jakobsen smíðað Argja róðrarfelag nýggjan Teista

Nýggja 5-mannafarið Teistin, sum eg sjey kappróðrarbátur frá Terja. (Mynd Vagnur)
Nýggja 5-mannafarið Teistin, sum eg sjeyndi kappróðrarbátur frá Terja. (Mynd Vagnur)

Sunnumorgunin legði eg leiðina fram við verkstaðnum hjá Terja Reinert Jakobsen, sum býr á Kalnesi í Kollafirði. Á verkstaðnum stóð vakurt 5-mannafar klárt at lata til Argja róðrarfelag. Seinnu árini hevur Sámal Hansen úr Runavík smíðað flestu bátarnar, men eisini eru boð eftir bátasmiðinum av Kjalnesi, sum síðani í 2007 hevur smíðað sjey kappróðrarbátar. Tvey 6-mannafør og fimm 5-mannafør. Eg spurdi Terja, um hann hevur nóg nógv at gera í sambandi kappróður. Bátar, árar og umvælingar. Terji sigur:

Framúrskarandi handverk má eg siga, sum er ávegis til Argja róðrarfelag. (Mynd Vagnur)
Framúrskarandi handverk má eg siga, sum er ávegis til Argja róðrarfelag. (Mynd Vagnur)

– Eg byrjaði at smíða kappróðrarbát í 2007, og teir fyrstu tveir bátarnir vóru 6-mannafarið Romvlvs til Nólsoyar kappróðrarfelag og 5-mannafarið Katla til Árnafjarðar róðrarfelag. Síðani smíðaði eg í 2008 5-mannaførini Blik til Argja róðrarfelag og 5-mannafarið Títling til Havnar róðrarfelag. So var steðgur í nøkur ár, til eg smíðaði 5-mannafarið Havfrúnna til Vestmannar og eitt 6-mannafar til føroyingafelagið Sleipnir í Odense. Henda bátin smíðaði eg eitt sindur øðrvísi aftan, tí báturin skuldi hava meira uppdrift enn vanligt, tí eldri og tyngri rógvarar skuldu rógva bátin.

Serliga drekahøvdið hevur Terji eisini gjørt. (Mynd Vagnur)
Johanna Jakobsen kona Terja sker út drekahøvdini. (Mynd Vagnur)

– Tú spyrt, hvat nýggja 5-mannafarið Teistin kostar at smíða. Svarið er 65.000 krónur, og tá havi vit eisini skorið út drekahøvdini. Johanna Jakobsen kona mín sker út drekahøvdini. Tað tekur umleið seks vikur at smíða eitt 5-mannafar, og 6. januar strekti eg kjølin til Teistan, men eg havi eisini gjørt annað arbeiði innímillum. Tá nú róðrarárið byrjar at nærkast, høvli eg eisini til nýggjar árar, og í fjør vóru árarnar hálvhundrað í tali. Sjálvandi kundi eg ynskt mær at smíðað fleiri kappróðrarbátar, men í løtuni havi eg bara ein bát á listanum, og tað er 5-mannafar til felagsskapin Kiwanis, sum skal luta bátin burtur á ólavsøku.

Terji kundi ynskt sær at smíðja fleiri kappróðrarbátar. (Mynd Vagnur)
Terji kundi ynskt sær at smíðað fleiri kappróðrarbátar. (Mynd Vagnur)

– Í løtuni kann eg ikki liva av at smíða bátar og høvla til árar, men eg eri eisini húsasmiður, so eg arbeiði eisini sum húsasmiður, sigur Terji at enda. Bátasmíð er um at fara í søguna, men vónandi halda Terji og aðrir bátasmiðir lív í søguliga handverkinum. Kappróðrarbátar slítast við aldrinum, og bátar eru fleiri farnir av vindi, tá teir vera fraktir til stevnur kring landið á serligum vognum. Eitt brotið 6-mannafar stendur tildømis í neystinum hjá Havnar róðrarfelag, og 6-mannafarið Lómur brotnaði jú eisini á sinni orsaka av vindi.

Bátarnir hjá Terja hilnast væl, tí Blikur av Argjum hevur vunnið FM-heitið og aðrar róðrar og tað sama Títlingur hjá Havnar róðrarfelag. Kvinnur úr Vestmanna lándu í tvey ár 5-mannafarið Katlu frá Árnafjarðar róðrarfelag, og vestmannakvinnur vunnið FM-heiti við bátinum. Tað er nakað heilt serligt at síggja nýsmíðaðan kappróðrarbát, áðrenn hann verður sproytaður og málaður innan. Hetta vakra reina træið og góða handverkið, og hesin serligi lukturin av reinum og nýggjum timbri. (Vagnur)

Stavnurin aftur í rong riggar eisini væl. (Mynd Vagnur)
Stavnurin aftur í rong riggar eisini væl. Johanna kona Terji hevur skorið út. (Mynd Vagnur)

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply