Ikki var av tilvild, at borgarstjórin í Havn fekk 2900 atkvøður á seinasta býráðsvali, tí borgarstjórin var ein góður borgarstjóri við báðum beinunum á jørðini. Hansara vørumerki var at traðka til, tá umsitingin sveik, og mál hjá borgarum endaðu í onkrari skuffu ella bunka á kontórum á Vaglinum. Tí fekk hann nógvu atkvøðurnar. Men borgarstjórin toldi ikki at fáa nógvu atkvøðurnar á seinasta býráðsvali, og at Javnaðarflokkurin kundi skipa samgongu einsamallur. Borgarstjórin misti “jørðforbindilsið”, har hini í býráðnum bara sótu og nikkaðu. Tá hann so var valdur í løgtingið bar av. Læs resten
Umleið 70 kirkjur eru í Føroyum – Kunoyar kirkja er frá 1867
Kirkjurnar í Føroyum hava altíð havt mín áhuga, hvørja ferð eg komi til bygd ella bý. Úmleið 70 kirkjur eru Føroyum, og 65 av teimum verða brúktar. Tildømis verða gamla kirkjan í Gøtu og á Nesi bara brúktar til serligt høvi, tí har eru nýggjar kirkjur bygdar. Í norðoyar prestagjaldi eru átta kirkjur, og í Sandoyar prestagjald seks kirkjur. Hetta eru prestagjaldini við flest kirkjum. Nógv tann elsta kirkjan er Ólavkirkjan í Kirkjubø, har gamalt er at siga, at kirkjan er frá fýra eitt tølum 1111. Næst elsta kirkjan er Havnar kirkja, sum er frá 1788. Í Kunoy stendur vøkur kirkja. Læs resten
Hugleiðingar um bindiklubban hjá mammu og teimum í 60/70 ár
Vit eru í ár 1941, og Føroyar eru hersettar av eingilskmonnum. Í Havn er alt myrkalagt. Nakrar ungar kvinnur tosa um at gera ein bindiklubba.
Hugskotið høvdu tær frá Poulinu Mørkøre (kona Jóan Jakke Joensen), sum var komin niðrifrá í 1920-unum og fortalt, hvussu tey høvdu bindiklubbar í Danmark. Hon hevði sjálv byrjað ein bindiklubba á Tvøroyri.
Kvinnurnar, eg tosi um, vóru Mina Wilhelm, Ella Arge, Jona Jacobsen, Rigmor Christiansen, Ebba Mortensen og mamma mín Ása Michelsen.
Tær byrjaðu at hittast heima hjá hvør aðrari á heysti í 1941. Ikki allar áttu hús í fyrstani, og um helvtin av teimum høvdu ikki enn fingið børn. Læs resten
Skal fiskivinnan í høvuðsstaðnum “avhøvdast” einaferð med alla
Fólk í Tórshavnar kommunu vita, at í hesum árinum koma nógvar ørar ætlanir á borðið, tí býráðsval verður í heyst. Tá eg sá í fjølmiðlunum, at Bacalao skal umbyggast til frítíðarvirksemi, vatnland, svimjihyl og vælferðarmiðstøð, hugsaði eg beinanvegin. Ganga býarpolitikararnir við til, at møguleikar at reka fiskivinnu í Havn skulu jarðast einaferð med alla? Gamaní er einki flakavirki í Havn í løtuni, tó ein landingarmiðstøð, men tað er bara ár síðani, at kend donsk fiskivinnufyritøka vildi leiða seg inn bygningin. Vit skulu sjálvandi lata økið á Vestaru bryggju og harvið bryggikantin fáa frið, so eldhugaðir persónar við áhuga í fiskivinnu hava møguleikar á Vestaru bryggju. Læs resten
Náttklubbaeigarin Rúni Djurhuus á skeivari leið um harðskap
Tá vit mikudagin fingu Sosialin, gjørdist eg forvitin um forsíðuyvirskriftina, har náttklubbaeigari sigur: Einfalt at fyribyrgja harðskapi. Náttklubbaeigarin eitur Rúni Djurhuus. Skjótt í greinini gjørdist mær greitt, at hvørki høvd ella hali var í tí, sum Rúni borðreiðir við. Hann sigur: Uppkriftin er einføld: Tað er at lata náttklubbar og skeinkistøð at hava longri opið um næturnar. Og tá hann so sigur, at fólkini skulu dansa seg moyr, so tey ikki orka at berjast, leypir ketan av hjá mær. Hesi orðini hjá Rúna eru heilt burturvið, tí tey sum berjast í gøtunum, eru ikki tey, sum dansa í hølunum hjá Rúna. Hetta sigur søgan okkum. Læs resten
Kyndil fyllir 60 ár í dag – nakrar hugleiðingar á føðingardegnum

Mínir kæru abbasynir Róar Hanusarson í grønum og Mortan Eyðunarson í bláum. Eingin trupulleikin fyri abban. Bara teir hava tað stuttligt, trívast og læra at spæla hondbólt. (Mynd Vagnur)
Fyrst vil eg ynskja øllum kyndilsfólkum hjartaliga til lukku við 60 ára føðingardegnum. Eg havi í hesi grein valt mær tríggjar myndir. Tvær myndir eru hondbóltssøga, tí tær eru tiknar á grús/asfaltvøllinum í Gundadali, har vit eisini síggja kyndilshúsið. Húsið og vøllurin boða frá, hvussu umstøðurnar vóru tá. Triðja myndin er av báðum abbasynunum, har annar er í kyndilsbúna og hin í neistabúna. Myndirnar siga frá parti av søgu Kyndlis, men eisini, hvussu hondbólturin í Havnini hevur førkað seg, síðani Kyndil varð stovnað 10. mars 1956. Kyndil stendur næstu árini fyri stórum avbjóðingum. Læs resten
Tjóðfuglur okkara “Tjaldrið” fækkast í stórum tali
Seinnu árini havi eg lagt til merkis, at tjøldrini eru ikki so nógv í tali, sum tá ið eg var ungur. Tá sóust stórir tjaldursflokkar á træðunum og í haganum, men nú sæst bara hendinga tjøldur um summarið. Føroya Fróðskaparfelag gevur út snotuligt vísindablað “Frøði” tvær ferðir um árið, og í grein í blaðnum um hagafuglar eru syrgilig hagtøl, sum boða frá, at tjóðfuglur føroyinga er bara ein sjeyndapartur av tjøldrunum, sum vóru í Føroyum fyri tretivu árum síðani. Læs resten
Kyndilmenn sita enn einaferð eftir við “svartaperi” í kappingini

Hyggja vit nú í stigatalvuna í bestu mansdeild, so er klárt, at H71 spælir FM-finalurnar uttan iva ímóti VÍF. VÍF kann tapa tveir at restandi dystum og kortini spæla FM-finalurnar, tí VÍF er heili fimm stig undan Kyndli og fýra stig undan KÍF. Harnæst er VÌF betri í bæði í innanhýsisstigum og málum í sambandi KÍF. VÍF er eisini fimtan mál betri enn KÍF í málmuni. Vildi meint, at ein rannsakan eigur at fara fram í Kyndli, tí nú eru tvey kappingarár oyðiløgd orsaka av spæliloyvum. Óskiljandi fyri meg. Læs resten
Nýggi grannin hjá okkum er brádliga farin
Seinastu dagarnir í grannalagnum hava verið merktir av sorg. Hinumegin húsini hjá okkum stóðu eldri hús, sum Ása og Finn Winther áttu. Bæði eru farin, Ása fyri trimum árum síðani. Húsini vóru lýst til sølu, og Pauli Poulsen úr Vestmanna og konan keyptu húsini. Ikki kendi eg Paula, men skjótt kom eg at tosa nakrar ferðir við róliga og fyrikomandi skiparan, sum segði mær, at gomlu húsini máttu takast niður, og nýggj hús byggjast á økinum. Í gomlu húsunum var blámusoppur í kjallaranum. Áhugavert at fylgt arbeiðinum, og nú var komið so langt, at teir settu upp grundina. Mánadagin ringdi vinmaður til mín og segði, at nýggi grannin brádliga var farin bert 56 ára gamal. Alla vikuna havi eg hugsað um Paula, sum eg prátaði við fyrst í seinastu viku. Maðurin sýntist væl fyri, tí kom hetta sum sjokk fyri okkum, at Pauli brádliga var farin. Læs resten
Kyndil 60 ár – Mansliðið vinnur fyrsta meistaraheitið í 1958

Hósdagin í næstu viku 10. mars fyllir Kyndil 60 ár, og í hesum sambandi leggi eg prátið út á heimasíðuna, sum eg hevði við Hannis Jacobsen, sála, í mai mánað 2013. Á myndini omanfyri vil eg nevna serliga ein persón, sum í leiðsluligum høpi og kanska eitt sindur gloymdur, hevði ómetaliga nógv at siga fyri Kyndil. Tað er skilamaðurin Poli Jacobsen, sum millum annað slóðaði fyri at byggja høllina á Hálsi. Poli spældi ikki í so nógv ár, men hann var altíð har. Minnist serliga, tá Kyndil spældi allar teir nógvu Europa cup dystirnar á sinni, har Poli væl klæddur við stíli umboðaði Kyndil. Poli fór tíverri alt ov ungur, og Kyndil misti stóra eldsál. Prátið við Hannis Jacobsen, sála, kanst tú lesa niðanfyri. Eg kann nevna, at í árunum frá 1958 til og við 1977 vunnu kyndilsmenn seytjan meistaraheiti. Sig so tað. Læs resten






