Ikki var av tilvild, at borgarstjórin í Havn fekk 2900 atkvøður á seinasta býráðsvali, tí borgarstjórin var ein góður borgarstjóri við báðum beinunum á jørðini. Hansara vørumerki var at traðka til, tá umsitingin sveik, og mál hjá borgarum endaðu í onkrari skuffu ella bunka á kontórum á Vaglinum. Tí fekk hann nógvu atkvøðurnar. Men borgarstjórin toldi ikki at fáa nógvu atkvøðurnar á seinasta býráðsvali, og at Javnaðarflokkurin kundi skipa samgongu einsamallur. Borgarstjórin misti “jørðforbindilsið”, har hini í býráðnum bara sótu og nikkaðu. Tá hann so var valdur í løgtingið bar av.
Í býráðnum í Havn eru trettan býráðslimir. Sjey vald á Javnaðarlistanum, tríggir úr Tjóðveldi, tveir úr Fólkaflokkinum og ein úr Sambandinum. Borgarstjórin legði upp til breiða samgongu við øllum býráðslimum, men hetta gjørdist bara eitt eiti, tí borgarstjórin gjørdist mest sum ein einaræðisharri, skiljast á tann hátt, at Javnaðarflokkurin átti meirilutan, har borgarstjórin við sínum nógvu atkvøðum hevði hálað nøkur javnaðarumboð inn í býráðið.
Eingin tordi at siga nakað. Vóru tey í Fólkaflokkinum, Tjóðveldi og Sambandinum ónøgd, var bara at fara, og Tjóðveldi fór. Nógvu av javnaðarumboðunum hoyra vit lítið og einki til í fjølmiðlunum, bæði umboðini hjá Fólkaflokkinum eru lítið frammi og eisini eina umboðið hjá Sambandinum. Hyggur tú á ymsu portalarnar, so sýnist, sum bara borgarstjórin og forkvinnan í mentanarnevdnini eru til arbeiðis. Hvønn dag eru myndir av teimum allastaðni. Nakrir býráðslimir síggjast slett ikki.
Alt hetta er sera óheppið fyri demokratiið í býnum, og vit síggja tað eisini í fleiri stórum málum. Borgarstjórin varð síðani valdur í løgtingið, sum er ógvuliga óheppið fyri bæði demokratiið og allar Føroyar.
Hvat líkist tað, at tveir borgarstjórar sita í løgtinginum og fáa fleiri enn 100.000 krónur um mánðin í løn. Teir eru jú javnaðarmenn, siga teir. Báðir hava teir nú so stórt vald í Føroyum, at teir til eina og hvørja tíð kunnu taka samgonguna sum gísla. Seinast gjørdu teir tað í málinum um hjúnarbandslógina.
Skilji væl, at nógv fólk, tú tosar við, eru ørkymlað bæði um stevið í býráðnum í Havn og um samgonguna í løgtinginum. Hetta, at ein ella tveir løgtingslimir soleiðis kunnu taka alla samgonguna sum gísla. Míni eygu síggja tað soleiðis, at nú vilja umtalaðu borgarstjórarnir vísa fólki, hvussu nógv vald teir í veruleikanum hava í Føroyum. Um teir gera samgonguna óarbeiðisføra, leggja teir lítið í. Teir hugsa bara um seg sjálvar. Ògvuliga óheppið fyri demokratið, má eg siga.
Ger borgarstjórin í Havn tað, at málið um hjúnarbandslógina ikki verður samtykt, so kemur ikki óvart á meg, um hann missir 1000 atkvøður á býráðsvalinum í heyst. Eingin av teimum nógvu túsund fólkunum, sum gingu skrúðgongu um ólavsøkumundið í fjør at stuðla teimum samkyndu, seta kross við borgarstjóran. (Vagnur)
