
Mínir kæru abbasynir Róar Hanusarson í grønum og Mortan Eyðunarson í bláum. Eingin trupulleikin fyri abban. Bara teir hava tað stuttligt, trívast og læra at spæla hondbólt. (Mynd Vagnur)
Fyrst vil eg ynskja øllum kyndilsfólkum hjartaliga til lukku við 60 ára føðingardegnum. Eg havi í hesi grein valt mær tríggjar myndir. Tvær myndir eru hondbóltssøga, tí tær eru tiknar á grús/asfaltvøllinum í Gundadali, har vit eisini síggja kyndilshúsið. Húsið og vøllurin boða frá, hvussu umstøðurnar vóru tá. Triðja myndin er av báðum abbasynunum, har annar er í kyndilsbúna og hin í neistabúna. Myndirnar siga frá parti av søgu Kyndlis, men eisini, hvussu hondbólturin í Havnini hevur førkað seg, síðani Kyndil varð stovnað 10. mars 1956. Kyndil stendur næstu árini fyri stórum avbjóðingum.

Frá vinstru Annfinn Rubek Nielsen, Joan Pætur Midjord kemur undan, Hans Holm er dómari, síðan Regin Christiansen, Sverri Jacobsen og Petur Højgaard. Leggið til merkis allar áskoðararnar. Grøna húsið er felagshúsið hjá Kyndli.
Sjálvur eri eg mestsum uppvaksin við Kyndli, tí sjálvt um eg ikki kom í Gundadal at spæla hondbólt fyrr enn í 1962/1963, so kenni eg allar kyndilsmennirnar og kyndilskvinnurnar, sum spældu á fyrstu liðunum hjá felagnum. Havi skrivað tað áður, og kann endurtaka tað. Stóri tryggleikin og drívmegin kom frá fyrsta degi í Kyndil frá fólkunum í Losjuni, har fyrsti kyndilslogin var tendraður. Fá feløg høvdu so gott bakland sum Kyndil fyrstu nógvu árini. Nógv av hesum fólkum er antin farin ella eru givin við virkseminum vegna aldur, og her hevur Kyndil mist at gott dýrabart akker.
Síðani í 1956 hava Kyndil og Neistin gingið hond í hond, skiljast á tann hátt, at bæði feløgini vandu á sama vølli og vóru nærmastu kappingarneytar. Tey slóðuðu fyri at byggja høllina á Nabb, sum vit róptu hana tá, og tey bygdu Gundadalshøllina saman við Fleyr í 1984. Sjálvur var eg neistamaður um ein háls, men annar sonurin í húsinum gjørdist kyndilsspælari og vann nógv meistaraheiti eisini í besti deildini, og ikki hevði hann funnið uppá at farið tildømis í Neistan. Á besta liðnum hjá Kyndli í dag spælir annar sonur, og ein abbasonur, sum er níggju ára gamal, er eisini trúgvur kyndilspælari. Vinstrahentur spælari við frálíkum hondbóltsevnum.

Kyndilmenn vinna FM-heitið í 1963. Standandi f.v: Hannis Jacobsen, Vagnar Olsen, Peter Sigurd Rasmussen, Torbjørn Mikkelsen, Sverri Jacobsen og Heðin Mikkelsen. Fremst f.v: Petur Hans Poulsen, Jørleif Kürberg og Jóan Pætur Midjord. (Mynd Bjartur er kyndilslogin)
Tíðirnar broytast og eisini hondbólturin í Havn. Fyrst kundu tú bara spæla hondbólt í Neistanum, men 10. mars 1956 fingu unglingar í Havn ein møguleika aftrat, tí tá var Kyndil stovnað. Ì 1971 stovnaðu tey hondbóltsfelagið H71, sum heldur til í Hoyvík, og fyri nøkrum árum síðani stovnaðu tey hondbóltsfelagið ÍA av Argjum. Hesi fólkini, sum stovnaðu H71 og íA, hava mest sum øll traðkað sínar barnaskógvar antin í Kyndli ella í Neistanum. Tey eru flutt til Hoyvíkar ella út á Argir, og tá so børnini fara í skúla har á leiðini, so enda flestu í H71 ella ÍA. Men sjálvandi ikki øll, skal sigast.
Á 60 ára føðingardegnum stendur Kyndil fyri stórum avbjóðingum, tí nú eru fýra hondbóltsfeløg, sum ynskja at fáa tey unga at koma í sítt felag. Hvørki Kyndil ella Neistin hava so nógvar spælarar, sum tey høvdu, tá H71 og ÍA ikki vóru til. Tilboðini í Havn eru nógv, og ítróttagreinarnar eisini nógvar, tí má dygdar arbeiði gerast, so eitt felag sum Kyndil bara kann halda tørn. Foreldrini eru í 2016 meira krevjandi enn okkara foreldur vóru, og tá tey merkja, at venjingin ikki er nóg góð ella alt ikki ruggar nóg væl í felagnum, so eru tey skjót at skifta felag. Tí má hondbóltsvenjingin vera góð og harvið eisini trivnaðurin.
Bæði í Kyndli og í Neistanum er tekin at hóma, at tann stóra gulltíðin serliga í yngru deildum eru ikki longur sum hon einaferð var. Tí má Kyndil eins og Neistin seta sær nýggjar málsetningar, skulu tey ikki einaferð í framtíðini smokka niðurímillum, sum eg ikki rokni við at tey gera. At byggja nýggjar hallir og fáa enn betri møguleikar, er ikki nógmikið. Alt kemur at standa og falla við góðari leiðslu og góðari venjing.
Enn einaferð til lukku við 60 ára føðingardegnum. Fleiri kyndilsfólk eru farin, og torført er at nevna nøvn, tí tú kanst altíð gloyma onkran. Eg vil tó nevna Pola Jacobsen, Torbjørn Mikkelsen, Viggo í Stórustovu, Vagnar Olsen, Hannis Jacobsen og Finn Helmsdal. Seks myrkagrønir kyndilsmenn, sum gjørdu so nógv fyri felagið og settu sítt fingramerkið á framburðin í Kyndli. (Vagnur)