Tjóðfuglur okkara “Tjaldrið” fækkast í stórum tali

Stórir tjaldursflokkar eru ikki at síggja longur. (Mynd Vagnur)

Stórir tjaldursflokkar eru ikki at síggja longur. (Mynd Vagnur)

Seinnu árini havi eg lagt til merkis, at tjøldrini eru ikki so nógv í tali, sum tá ið eg var ungur. Tá sóust stórir tjaldursflokkar á træðunum og í haganum, men nú sæst bara hendinga tjøldur um summarið. Føroya Fróðskaparfelag gevur út snotuligt vísindablað “Frøði” tvær ferðir um árið, og í grein í blaðnum um hagafuglar eru syrgilig hagtøl, sum boða frá, at tjóðfuglur føroyinga er bara ein sjeyndapartur av tjøldrunum, sum vóru í Føroyum fyri tretivu árum síðani.

Fleir ravnar er í Føroyum enn fyri tretivu árunum síðani.

Fleiri ravnar er í Føroyum enn fyri tretivu árunum síðani.

Í 1981 skipaði Náttúrugripasavnið fyri fuglateljing í Føroyum. Í Nólsoy stendur Helgolandsfellan hjá savninum frá 1994, sum Jens-Kjeld Jensen umsitur. Helgolandsfellan fangar árliga og ringmerkir millum 300 og 500 fuglar, mest tey smáu fuglasløgini. Endamálið er at finna út av, hvussu fuglarnir kunnu flyta seg, og hvar teir halda til um vetrarnar.

Í greinini í “Frøði” um hagafuglin síggjast tøl frá fuglakanningini í 1981 og kanning frá í 1912, og hetta eru syrgilig tøl at síggja. Meðan kráka, villgás og ravnur fara fram, so eru fleiri fuglasløg mest sum horvin í Føroyum millum annað terna, vípa, lerkur og svarthálsa.

Vípan sæst ikki longur.

Vípan sæst ikki longur.

Ì 1981 vóru 214 tjaldurspør tald úti í Nólsoy, meðan bara 30 pør vóru tald í kanningini í 2012. Hetta er somikið stór afturgongd í %-um, at eg øtist. Jens-Kjeld Jensen og Dorete Bloch, sum hava skrivað greinina og staðið fyri kanningunum, siga, at tølini úr Nólsoy eisini er støðan kring alt landið. Tað vil siga, at tjøldrini í Føroyum er fækkaði 85% í tretivu ár.

Tey siga í greini, at orsøkirnar eru fleiri, at tjøldrini og eisini aðrir hagafuglar eru fækkaðir so nógv í Føroyum. Víst verður á, at úti á bøi og haga hevur ull verið mongum fugli at bana. Hagafuglar liva av reyðmaðki, men í 1970-árunum hevur flatmaðkurin spjatt seg um alt landið, og hetta kann vera høvuðsorsøkin, at hagafuglurin fækkast í stórum tali. Flatmaðkurin livur av reyðmaðki, sum kann hvørva meir ella minni úr einum øki.

Víst verður eisini á, at nývelting, drening og vegagerð eru við til at broyta møguleikarnar hjá fugli at lívbjarga sær og nørast. Fuglakanningarnar boða eisini frá, at kráka og ravnur eru farin fram, og villgæsnar, sum vit í fjølmiðlunum hava hoyrt eta grasið hjá bøndrunum, eru eisini farnar fram.

Hesi bæði tjøldrini gingu einsamøll á Velbastaðhálsi í summar. (Mynd Vagnur)

Hesi bæði tjøldrini gingu einsamøll á Velbastaðhálsi í summar. (Mynd Vagnur)

Tað er áhugavert at lesa í greinini, at Jens-Kjeld og Dorete vísa á, at fuglalóggávan frá 1962 er avoldað, og at eingin mynduleiki er at fyrisita náttúruøkið. Vespur eru komnar til Føroya, tvey sløg av humlum, flatmaðkur og morsnigil. Tey siga, at í oyggjum, har eingin rotta er, hava tey vandan hóttandi yvir sær. Politiskur vilji og áhugi má til at nýmótagera avoldaðu rottulóguna frá 1962.

Ein onnur hóttan er at sigla við ferðafólkum undir fuglabjørgunum við skjóttganga bátum og vantscootarum og koyra í haganum við skjóttkoyrandi akførum. Nógvar frálíkar greinar eru at lesa í “Frøði”. Blaðið er sum altíð væl skrivað og væl uppsett við góðum myndum. (Vagnur)

 

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *