Vanligt er friðarligt at búgva við Hoydalsvegin, sjálvt um vit eru nærmasti granni við SMS. Bilur mín stendur við Tinghúsvegin, og um náttina standa bara einir tríggir bilar í grannalagnum. Men so koma dagarnir fyri jól, tá seinastu jólagávurnar skulu keypast. Einki fái eg parkeringsplássið seinnapartin og má parkera bilin næstan uppi í Gundadali. Stuttligt at eygleiða fólk, sum royna at sleppa sær av við bilin. Lítið leggja tey í parkeringsbøtur, tey taka kjansin, og summi seta bilin sjálvt uppi á gongubreytini. Havi tikið mynd av støðuni, men myndin fer ikki á heimasíðuna, tí nummarpláturnar síggjast. Annars eru vit farin um styttsta dag, og hjá mær lættnar í sálini, tí tá gongur ímóti ljósari tíðum.
Føroyingar tosa nógv um veðrið, einki løgið í tí. Veðrið hevur verið skiftandi higartil í vetur, kundi hugsað mær meira kulda, so vit sluppu av við vindin og nógva regnið. Høgættin er góð í Havn, men verri er norðanfyri. Ungur maður segði mær einaferð, at meðan tit hava summar í Havn, sæst kavi í fjøllunum norðanfyri. Kalda høgættin gevur ikki nógvan gróður, og hetta sæst serliga á grasvøkstrinum norðanfyri, segði maðurin.
Eg havi altíð havt tað soleiðis, at tað eru okkurt, sum lættnar í sálini, tá ið vit undan jólum fara um styttsta dag. Styttsti dagur boðar frá ljósari tíðum og gleði um nakað, sum fer at koma. Fyrst várið, sum boðar frá gróðri og vøkstri, síðani summarið við summarfrítíðini og ljósu tiðini og øllum vøkstrinum í náttúruni. Er høgættirnar góðar í Havn, so kunnu vit verða lumpað av lágættunum, har Havnin kann vera fjald í mjørka í vikur, meðan vit í útvarpinum hoyra um sól og summar norðanfyri.
Munnu ikki øll fólk vera veðursjúk meira og minni? Eg arbeiddi sum ungur hjá manni, sum var ógvuliga veðursjúkur. Hann toldi ikki nógvar mjørkadagar á rað, fekk ikki anda og legði seg mangan á sofuna at bíða eftir ljósari veðri. Og so eru tað serliga eldri fólk, sum taka til: “Og hesin kavin”, tí tey eru kanska illa gongd og tora ikki´út um dyr, tá ið kavi og hált er. Mær dámar ótrúliga væl liggjandi kavaveður, tá ið luftin tú andar er køld og rein. Verri er við mjørkanum, sum fremur eina innilokanarkenslu. Sá í einum blað lækna skriva, at fólk í norðanlondum líða meira av tunglyndi enn fólk longri suðuri. Orsøkin er langi myrki veturin.
Læknin segði eisini, at fólk mugu eisini fáa ljós og harvið D-vitaminir um veturin. Farið út, tá ið ljóst er, men hetta er lættari sagt enn gjørt. Fólk arbeiða ella ganga í skúla, og í myrkastu vetrarmánaðunum er myrkt, tá ið fólk fara frá húsum, og tað er myrkt, tá ið koma aftur til húsa. Tá ið alt hetta er sagt, so hava allar árstíðir sína “sjarmu” við ymsum innihaldi á lívsleiðini. (Vagnur)


