Áhugavert at hyggja í stigatalvuna, nú liðini í bestu mansdeild fara í jólafrí. Eisini áhugavert at síggja, at H71 seinastu dagarnar hevur mist trý stig, og hvussu stóran týdning danin Peter Krogh hevur fyri H71 liðið. Hann skjeyt sjey mál dystinum ímóti Neistanum og er lykilin, um H71 skal vinna FM-heitið. Eisini áhugavert, at neistamenn herfyri knappliga vinna á StíF og í dag spæla javnleik 20-20 ímóti H71. Men mest áhugaverda er, at nú eru kyndilsmenn veruliga við aftur. Kyndil varð liðið, sum eg heilt gjørdist topplið í vetur, tí manningin var so góð á pappírinum, men Kyndil fekk ringa byrjan. Vónleyst at siga, hvat lið spælir FM-finalurnar ímóti H71 várið komandi. Øll liðini uttan H71 hava verið óstøðug og mist heilt nógv stig.
Stigatalvuna hyggi eg bara eftir í taptum stigum higartil. H71 hevur mist trý stig, VÍF tíggju stig, KÌF ellivu stig, Kyndil trettan stig, StíF fimtan stig, Neistin sekstan stig og Team Klaksvík øll stigini. Tá vit spæla fýra umfør, eru tvey stig ikki nógv, og tí kann alt skjótt vendast á høvdið. Nú er Kyndil knappliga bara tvey stig frá KÍF og trý stig frá VÍF, og nógvir dystir eru eftir at spæla. Kyndilsliðið er nú fullmannað við íslendingum Hørði á linjuni, og málverjin stendur væl.
| 03.01.2016 16.00 | Høllin í Vestmanna | A147 | VÍF | Team Klaksvík | ||||
| 03.01.2016 16.00 | Høllin á Hálsi | A148 | Neistin | Kyndil | ||||
| 06.01.2016 20.00 | Ítróttarhøllin á Skála | A151 | StÍF | Kyndil | ||||
| 06.01.2016 20.00 | Klaksvíkar Badmintonhøll | A149 | Team Klaksvík | KÍF | ||||
| 06.01.2016 20.00 | Høllin í Vestmanna | A150 | VÍF | H71 | ||||
| 09.01.2016 18.00 | Hoyvíkshøllin | A152 | H71 | Team Klaksvík | ||||
| 10.01.2016 16.00 | Høllin á Hálsi | A154 | Kyndil | VÍF | ||||
| 10.01.2016 16.00 | Ítróttarhøllin í Kollafirði | A153 | KÍF | Neistin |
Spennandi dystir verða longur fyrst í nýggja árinum, sum skráin sýnir omanfyri, og eftir hesar dystir kann stigatalvan longu vera broytt. Míni eygu hyggja fyrst eftir dystunum millum StÍF og Kyndil á Skála, VÍF og H71 í Vestmanna og Kyndil og VÍF í Havn. Vit vita, at summi lið missa nakað av flognum á jólum og um nýggjárið. Ætla lið sær í FM-finaluna, so er at vera til reiðar longu 3. januar.
Bein hørð kapping er millum fimm lið at vinna sær seinna FM-finaluplássið. VÍF og KÍF liggja best fyri í løtuni, men liðini er tøtt. Havi VÍF sum lítlan favoritt at fáa seinna plássið, men so eru tað KÍF og Kyndil, sum eisini eru heilt góð boð, har eg haldi Kyndil hevur betri møguleika enn KÍF. Men hetta er sjálvandi alt bara gitingar. Eg nevna fýra spælarar, sum allir eru útlendingar, sum kunnu gera av, hvør vinnur FM-heitið 2016. Hjá H71 Peter Krogh, hjá Kyndli Hørður Fannar Sigtórsson og David Edvardsen og hjá VÍF Filip Jojic. Missa lið slíkar spælarar kanska vegna skaða, missa liðini heilt nógv serliga í álopspartinum, tí hesir spælarar skjóta nógv mál.
| H71 | 14 | 375 | 298 | 77 | 25 | |
| 2 | VÍF | 13 | 349 | 341 | 8 | 16 |
| 3 | KÍF | 13 | 319 | 293 | 26 | 15 |
| 4 | Kyndil | 13 | 345 | 323 | 22 | 13 |
| 5 | StÍF | 14 | 365 | 358 | 7 | 13 |
| 6 | Neistin | 13 | 303 | 318 | -15 | 10 |
| 7 | Team Klaksvík | 12 | 273 | 398 | -125 | 0 |
Neistin – H71 20 – 20 (7-14) Dómarar: Hannis Wardum og Uni Wardum
Málskjútttar Neistans: Rói Berg 7, Jugoslav Djumic 3, Teis Horn Rasmussen 3, Andras Joensen 2, Hjalti í Jákupsstovu 2, Sjúrður Thomsen 1, Torkil Hentze, 1, Beinur Davidsen 1
Málsjúttar H71: Peter Krogh 7, Pætur Thomsen 5, Rúni v. Højgaard 2, Hans Kári Hansen 1, Sigmundur Nolsø 1, Andor Sivertsen 1, Helgi Hoydal 1, Jónas Djurhuus 1 og Tróndur Arge 1
StíF – VÍF 23 – 27 (7-13) Dómárar: Gert Hansen og Agnar Dam
Málskjúttar StÍF: Sveinur Justinussen 7, Pætur Johansen 6, Marius Joensen 3, Jógvan G. Joensen 2, Fríði R. Djurhuus 1, Pætur Ó. Joensen 1, Teitur Nielsen 1,Kjartan Johansen 1 og Borgar M. Persson 1
Málsjúttar VÍF: Filip Jojic 9, Hanus Christophersen 5, Niklas Selvig 5, Áki Egilsnes 4, Julian Olsen 2, Nuunu Lars Olsen 1 og Agnar Joensen 1
Kyndil – KÍF 24 – 17 (12-7) Dómarar: Eyðun Samuelsen og Thomas J. Thomsen
Málskjúttar Kyndils: Hørður Fannar Sigtórssson 5, Hjalti Bachmann 3, Høgni Klein Olsen 3, David Edvardsen 3, Ludvík Súnason 3, Frank B. Askilsen 3, Hjalti Mohr Jacobsen 2, Josef Abrahamsen 1 og Bjarni Sørensen 1
Málskjúttar KÍF: Andrias Nielsen 6, Hans Eli Sigudbjørnsson 5, Poul F. Egholm 2, Jákup Trygvason 2, Teitur Joensen 1 og Ási Dam 1.
Gleðilig jól øll somul. Spennandi at fylgja liðunum í nýggja árinum, har nógvir spennandi dystir skulu spælast, áðrenn bæði FM-finaluliðini eru funnin. (Vagnur)
