Ætlan mín hevur leingi verið at skrivað grein um Sverra Fon. Sverri var gubba mín og systkinabarn mammu. Skal skrivast nakað um Sverra, má leiðin fyrst gerast til Norðdepils, har Sverri var føddur. Men allar fyrst fara vit aftur til abba Sverra, Jógvan Christiansen, róptur HavnarJógvan.
Í juni mánaði í 1879 kemur abbi Sverra Fon til Norðdepils at standa fyri handlinum hjá Jørgen Bech. Hjúnini Jógvan og Marianna, sum bæði vóru úr Havn, vóru fyrst farin til Eiðis, har Jógvan kom at arbeiða í handlinum hjá Kruse.
Men so hendi tað, at fyrsti niðursetumaðurin í Norðdepli, Pól Sivar Sivertsen, sum stóð fyri handlinum, doyr ungur bara 37 ára gamal. Læs resten








