Seinasta løgtingsval segði okkum púra greitt, at føroyingurin vildi broytingar, tí taptu serliga Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin valið. Løgtingsvalið var 1. september, og vit skriva nú 3. november. Synd at siga, at stór slagkraft eru í orðunum, sum andstøðan fyri valið borðreiddi við. Flokkarnir, sum vunnu valið, boðaðu fyri valið frá stórum broytingum, um teir komu til valdið. Fólkið talaði, men enn síggjast ongar broytingar. Mest hoyrist til Henrik Old, sum broytir nakrar ferðaætlanir. Kristina Háfoss boðar frá skattalætta til lág- og miðalløntu á nýggjárinum, og landsstýrismaðurin í uttanríkismálum- og vinnumálum ferðast millum Danmark og Ísland at kanna, hvussu vit fáa flóttafólk til Føroya. Fiskimálaráðharrin Høgni Hoydal er púra kvirrur, hann sum beinanvegin skuldi fáa skil á ómoralsku fiskiloyvunum, sum verða seld fyri stórar upphæddir. Hetta er støðan í løtuni.
Eitt er at sita í andstøðu og brúka seg, annað er at sita í samgongu og fremja broytingar. Serliga eru fólk ónøgd við, at so lítið hoyrist til Høgna Hoydal fiskimálaráðharra. Hann sum fyri valið harðliga vísti á óskilið við fiskiloyvum, sum vóru seld fyri stórar upphæddir. Fiskiloyvi, sum vit øll eiga. Ikki hoyrist enn eitt orð frá fiskimálaráðharranum, hvat hann ætlar at gera við hesi fiskiloyvi. Ein vinnulívsmaður segði mær, at Høgni broytir einki við fiskiloyvunum. Vóni, at vit í næstum frætta um hesi fiskiloyvi.
Mest virkni landsstýrismaðurin er Henrik Old, sum longu hevur broytt ferðaætlanir og strika byggingina av nýggjari ferju til Nólsoyar. Tey lág-og miðalløntu skulu á nýggjárinum fáa skattalætta, boðar Kristina Háfoss frá. Ikki eitt orð um, hvussu stórur lættin gerst, og hvussu hann skal fíggjast. Fer hon kanska at taka part av lønarhækkingini, sum tey múgvandi fingu frá farnu samgongu. Eg havi skilt tað soleiðis, at skulu tey lág- og miðalløntu fáa skattalætta, so má kommunuskatturin lækkast. Vilja kommunurnar tað?
Landsstýrismannin í Uttanríkismálum og vinnumálum skilji eg slett ikki higartil, tí hann ferðast millum Danmark og Ísland at kanna, hvussu vit kunnu fáa flóttafólk til Føroya. Mær hevði dámað allar best, um uttanríkismál eina tíð aftrat vóru verandi í Danmark. Havi ikki álit á, vit í Føroyum eru búgvin at stýra hesum álvars máli, nú flóttafólksstreymurin í Europa er so stórur. Mær hevði dámað best, um føroyingar stuðla flóttafólkum á staðnum, har hann ger størsta munin. Allastaðni skríggja tey eftir peningi og mati til flóttafólk, og flóttafólkalegurnar vanta hjálparfólk. Hví skipa vit ikki fyri eina stórari innsavnan í Kringvarpi føroya? Um einar fimm, tíggju familjur koma til Føroya, ger hvørki frá ella til. At hjálpa á staðnum er loysnin.
Eitt av stóru málunum fyri løgtingsvalið vóru tey fátæku í Føroyum og einligar mammur við smábørnum. Andstøðan leikaði í fyri valið, at nú máttu vit hjálpa hesum fólkum. Við seinasta løgtingsval vildu fólkið hava broytingar, og so má núverandi samgonga syrgja fyri at fáa framt hesar broytingar beinanvegin. í gjár segði Sonja Jógvansdóttir seg ótolnast og vildu hava samgonguna at vakna í sambandi við málið um tey fátæku í landinum. Men trúgv mær, slík mál enda í berum práti og einki hendir.
Løgmann hoyra vit ikki nógv til, hann hevur higartil mest sum bara verið uttanlands. Júst, sum samgongan varð skipað, var fyrsta málið borið niðan í Tingið. Málið var hjúnarbandslógin. Um hetta mál er eisini púra kvirt. Niðurstøðan mín er, at lættast er at sita í andstøðu og brúka seg, verri er at sita í samgongu og fáa loyst nøkur mál. (Vagnur)
