Tey, sum sóu mansdystin millum KÌF og H71 í Kollafirði vóru vitni til, at í vetur er manskappingin háttað soleiðis við fáum orðum: H71 og so hini liðini. Tað sýnist, sum H71 er nógv best fyrireikaða liðið í kappingini. Menn eru væl fyri kropsliga, verjan og málverjarnir frálíkir, og liðið spælir sum eitt lið. So einfalt er tað. Longu nú kunnu vit siga, at H71 fær annað plássið í FM-finalunum. Hvat seinna liðið verður, sum fær seinna plássið, er torført at spáa um júst nú. Hóskvøldið spæla Kyndil og KÍF, og tá fæst at vita, um Kyndil mest sum endaliga kann avskrivast ella kemur inn aftur í kappingina.
Í dystinum í gjár var tað fyrst og fremst verjan hjá H71, sum punkteraði KÍF liðið. Einaferð fyrst í seinna hálvleiki var H71 á odda heili 20-12, og KÍF spælarar hingu við nevinum. Í álopinum hjá H71 hava teir Peter Krogh, sum skjýtur nógv mál og tað sama Jónas Djurhuus, men besti spælarin á H71 liðnum var Hans Kári Hansen, sum spældi sín besta dyst á árinum. Pætur spældi eisini væl, og nú skulu vit eisini minnast til, at danin Mark Lauser Marcher spældi ikki.
Eitt er verjan og málverjarnir hjá H71, sum er grundarsteinurin á H71 liðnum, men tað verður danin Peter Krogh, sum gerst lyklaspælarin, at H71 vinnur FM-heitið 2016. Tá eg tosi við hondbóltsfólk, so siga tey øll við ein munn, at tey ikki í løtuni duga at síggja nakað av hinum liðnum, sum megnar á náa H71 í grundspælinum. H71 tapir uttan iva okkurt stigið, men tá grundspælið er av, er H71 nummar eitt. Haldi vit skulu leggja aftrat, at tað vóru tveir danir, sum gjørdust toppskjúttar í Kollafirði sunnudagin. Niklas Selvig hjá KÍF skjeyt eisini átta mál eins og Peter Krogh hjá H71.
Tá eg hyggi í eina stigatalvu, hyggi eg altíð eftir taptum stigum. H71 er á odda við fullum stigatali. KÍF nummar tvey hevur nú tapt fýra stig, StÍF tapti seks stig, VÍF fýra stig, Kyndil átta stig, Neistin seks stig og Team Klaksvík hevur einki stig fingið enn. Hóskvøldið verður spennandi dystur í Havn millum Kyndil og KÌF. Hesin dystur er serligur fyri Kyndil, tí tapir Kyndil dystin, so eru longu tíggju stig mist, og tá er brekkan at vinna sær seinna FM-finaluplássið meira enn brøtt. Vinnur Kyndil dystin, sum eg rokni við, at Kyndil ger, er Kyndil við aftur, tí tá hevur KÍF tapt seks stig og Kyndil átta stig.
Nú skulu vit ikki gloyma VÍF, sum hevur tapt fýra stig. Men tá VÍF tapti klárt fyri Kyndli í Havn, var mín meting, at VÌF ikki nær FM-finalupláss. Verjan hjá VÍF er alt ov veik, men tá hini liðini uttan H71 eru so óstøðug, so kann VÌF at enda standa við seinna FM-finaluplássinum. VÌF vann jú fyrsta dystin á KÍF. Sveinaroyndin hjá VÍF verður serliga 15. november og 22. november, tí tá spælir VÍF fyrst ímóti H71 í Hoyvíkshøllini og síðani ímóti Kyndil í Vestmanna. Men fyrst skal VÍF til Havnar mikukvøldið at spæla ímóti Neistanum. Grundspælið í bestu mansdeild er bara um seinna FM-finaluplássið. H71 vinnur grundspælið. (Vagnur)
KÍF – H71 20-25 (8-12) Dómarar: Uni Wardum og Hannis Wardum
Málskjúttar KÍF: Nicklas Selvig 8, Andrias Nielsen 4, Hans Eli Sigurbjørnsson 4, Ási Dam 2, Fríði Weihe 1, og Teitur Joensen 1
Málskjúttar H71: Peter Krogh 8, Jónas Djurhuus 7, Hans Kári Hansen 5, Pætur Thomsen 3 og Helgi Dahl 2
| Nummar | Lið | Dystir | V.m. | T.m. | Munur | Stig |
| 1 | H71 | 6 | 163 | 128 | 35 | 12 |
| 2 | KÍF | 6 | 145 | 120 | 25 | 8 |
| 3 | StÍF | 6 | 164 | 154 | 10 | 6 |
| 4 | VÍF | 5 | 129 | 129 | 0 | 6 |
| 5 | Kyndil | 6 | 156 | 160 | -4 | 4 |
| 6 | Neistin | 5 | 124 | 128 | -4 | 4 |
| 7 | Team Klaksvík | 6 | 134 | 196 | -62 | 0 |
